Mikukvøldið 22. januar vísti Filmsfelagið fyri fulsettari biohøll Aretha Franklin - Amazing Grace (Sidney Pollack, Alan Elliot 2019 87 min). Knút Háberg Eysturstein innleiddi sýningina við hesum orðum:
Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?
Gospel merkir “evangelium” ella “gleðiboðskapur”. Enski tónleikarin Mark Hollis var sangari í navnframa tónleikabólkinum Talk Talk, men livdi annars eina rættiliga gátuføra tilveru inntil hann andaðist fyri einum ári síðani í januar 2019. Hollis segði einaferð um tað at syngja, at tað snúði seg í grundini um dygd (“virtue”) og persónleika (“character”). Hann kundi ikki syngja ein tekst, uttan so at hann kendi at hann trúði tí, sum sungið var um. Hetta hevði samband við gospel. “Eg sigi ikki at allir tekstir mugu snúgva seg um átrúna, men tað tingið má vera við í tí”, legði hann afturat.
Omma mín, Sunneva F. Háberg (1917-2007), kundi verið lýst sum ein gospel sangarinna. Kanska ikki av líka lívligum slag sum tær amerikansku, men hon var ein, sum helst vildi syngja andaligar sangir. Tað andaliga mátti vera við, annars gav tað ikki reiðiliga meining at syngja. Tað er okkurt grundleggjandi meiningsfult í hesum at syngja gospel. Tað er kanska ymiskt hvussu menniskju megna at liva “the gospel”, men tað er í øllum førum fantastiskt at kunna syngja tað.
Hin stóra fólkaflytingin
Vit liva í einari verð við nógvari fólkaflyting, og tað er nakað sum allatíðina ávirkar bæði politikk og samfelag. Um vit hyggja eftir søguni hjá USA í 20. øld, so er tað sanniliga eisini søgan um fólkaflyting - ikki bara við tilflyting, men eisini við stórari fólkaflyting innanfyri landamørkini. “The great migration” er eitt hugtak, ið fevnir um umfatandi fólkaflytingina millum svartar amerikanarar í 20. øld. Í 1910-unum búðu eini 90% av svørtum amerikanarum í amerikonsku suðurstatunum, har tey livdu sum eftirkomarar hjá trælum úr Afrika. Í 1970-unum var talið minkað niður í nærum eina helvt.
Hví fluttu øll hesi fólkini? Tí korini vóru trong, arbeiðsmøguleikarnir fáir og rasisman ótálmað. Har var ikki annað at gera enn at flyta í eini roynd at finna eina bjartari framtíð. Hvar fluttu tey? Til stórbýirnar á eystur- og vesturstrondini og í ein norðan. Hin tiltikni Highway 61, sum Bob Dylan syngur um í “Highway 61 Revisited” (1965), er vegurin sum gongur frá New Orleans heilt har suðuri í Louisiana til Wyoming heilt har norðuri í Minnesota. Hetta er m.a. vegurin gjøgnum Missisippi norður til Chicago, og í hesum vegastrekki liggur stórur partur av søguni um blues. Snarar tú til høgru á vegnum til Chicago kemur tú longur norður til Detroit í Michigan. Og nú nærkast vit tí, sum kvøldið í kvøld snýr seg um.
Gospel og soul
Úr Detroit kom Aretha Franklin. Hon var kend sum “The Queen of Soul”, men hennara upphav og grundstøði var gospel - black gospel soleiðis sum vit kenna tað úr USA. "Soul" verður brúkt at lýsa afrikanskt-amerikanska populertónleikin sum mentist í USA frá 1950-unum og upp í 70-ini. Um vit siga, at rock’n’roll og rockur er ein “hvít” lesing av rhythm & blues, vendur soul aftur til røturnar í svarta tónleikinum - til gospel og blues. Soul er “sekulert gospel” sambært summum, og tað gevur góða meining, tí soul hevur í stóran mun varðveitt listabúnan sum vit kenna hann úr gospel.
Í afrikanskt-amerikanska samfelagnum hevur kirkjan havt ómetaligan týdning gjøgnum tíðirnar. Kirkjan veitti sosialan samanhangsmátt, tá mong onnur viðurskifti vóru trupul og óstøðug. Eins og óteljandi aðrar sangarinnur í amerikanskum tónleiki byrjaði Aretha Franklin sína tónlistaligu leið innan kirkjugátt. Mamman Barbara Siggers Franklin var gospel sangari og klaverleikari, og pápin C.L. Franklin var tiltikin baptist pastorur og civil rights aktivistur.
C.L. - Clarence LaVaughn Franklin - var føddur í 1915 í Sunflower County í júst áðurnevnda Missisippi, har suðuri í USA. 16 ára gamal gjørdist hann prædikumaður, eitt skifti var hann í Memphis, Tennessee, síðani í New York og í 1946 gjørdist hann pastorur í New Bethel Baptist Church norðuri í Detroit, Michigan. C.L. Franklin var tiltikin prædikumaður og sangari og ferðaðist víða, og dótturin var við á ferð og sang. Tað finnast upptøkur, har hon syngur sum fjúrtan ára gomul, og longu her er røddin bergtakandi.
Ray Charles var tann fyrsti sum “sekulariseraði” gospel sangir, og hetta umskiftið stóð í fullum blóma við tónleikinum hjá Aretha Franklin. Sum 18 ára gomul legði hon um til “sekulera” yrkisleið. Pápin stuðlaði henni í hesum, so tað var ikki soleiðis at hetta neyðturviliga elvdi til andaliga tvístøðu. Tað var í lagi, og hon kundi ferðast frítt ímillum. Har við ikki sagt, at yrkisleiðin gekk sum eftir ánni. Franklin hevði fyrst nøkur ár á Columbia Records, har hon gjørdi respektablan tónleik, men uttan stórvegis undirtøku. Á Columbia var hon hampað og snøggað til at vera ein jass popp sangarinna. Tónleikurin bar dám av easy listening, og almenningurin var lunkaður.
Ferð kemur á yrkisleiðina
Í 1966 skifti Franklin til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records, og tá kom ferð á. Tónleikaframleiðarin Jerry Wexler fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var ateistiskur jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. gospel og soul tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll. Hon slapp at sameina tað andaliga og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið.
Á Atlantic vendir Franklin aftur til sínar gospel-blues røtur, og úrslitini eru framúrskarandi. Plátan I Never Loved A Man (The Way That I Love You) frá 1967 er ein skjalfesting av hvussu tað ljóðar, tá Franklin saman við Wexler og framúrskarandi Muscle Shoals tónleikatoyminum sleppur sær úr jazz/popp haftinum og fer undir at gera rátt, sveittut og sprongkvæmt soul! Fyrsta lagið tey festu á band var heitislagið 'I Never Loved A Man (The Way I Love You)'. Her sleppur hon bókstaviliga teymunum, og restin er, so segði hon, søga.
Aðrastaðni á somu plátu finna vit eyðkennislagið ‘Respect’. Hetta var ein útmerkaður Otis Redding sangur, sum Franklin umskapaði til ein fylkingarsang, ið fevndi um tíðarandan. Franklin legði sjálv henda partin afturat: "R-E-S-P-E-C-T, find out what it means to me". Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Jerry Wexler segði seinni, at tá Otis Redding hoyrdi upptøkuna av ‘Respect’ var hann greiður á málinum: “she done took my song”. Hetta var ikki illa meint, bert ein staðfesting av, at Aretha var farin avstað við sanginum, og hatta kundi hann ikki toppa.
Borgararættindarørslan
Familjan hjá Aretha Franklin hevði sum áður nevnt sterkt tilknýti til civil rights movement, borgarararættindarørsluna. Hetta endurspeglast eisini í tónleikinum. M.a. tulkaði hon máttmikla og definitiva civil rights fylkingarsangin 'A Change Is Gonna Come' somikið væl, at hennara tulking stendur mát við upprunaútgávuna hjá Sam Cooke. Slíkt hevði lættliga enda galið hjá minni stórbærum sangarum.
Í 1970 kom hon við sínum aftursvari til persónliga mótgongd við inniligu plátuni Spirit In The Dark. Í ’68 hevði hon sungið til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr., ið sum kunnugt var myrdur í Memphis, Tennessee 4. apríl sama ár. Árið eftir var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Í 1970 kom hin meistarliga Spirit In The Dark sum aftursvar uppá persónliga og samfelagsliga kreppu. Fimm av sangunum hevur hon sjálv skrivað.
Aðrastaðni sýnir hon gott tev fyri funk tónleiki, t.d. á hinum næstan absurd væl svingandi lagnum 'Rock Steady' av plátuni Young, Gifted and Black frá 1972. Havi onkuntíð diskað henda sangin og undrast á hvussu groovy hann er. Tá eg so lesi credits og tjekki hvør spælir við, so undrist eg ikki meir, tí hetta eru veruligir heimsklassatónleikarar úr umrødda tíðarskeiði. M.a. legendariski Bernard Purdie á trummur, Chuck Rainey á bass gittara og Cornell Dupree á gittar. Hesir tríggir leika eisini við á upptøkunum, ið vit skulu síggja og hoyra í kvøld.
Amazing Grace
Amazing Grace er eisini frá 1972. Í fyrsta umfari var talan um eina live plátu, sum altso fekk heitið Amazing Grace. Útgávan slerdi fast við sjeytummaseymi, at óansæð hvat Aretha Franklin annars sang um og hvar hon annars fór á lívsleiðini, so var gospel bæði byrjanin og endin. Plátan er hin best seljandi í drúgvu yrkisleiðini hjá Franklin, og hon er eisini hin best seljandi live gospel plátan nakrantíð.
Tá plátan var innspæld, var Franklin í hæddunum í síni tónlistaligu yrkisleið, við eini rúgvu av hittum og Grammy virðislønum í skjáttuni. Hon avgjørdi at henda verkætlanin skuldi vera ein heimkoma - hon vildi aftur til røturnar í kirkjuni og gospel tónleikinum. Til tess at kunna gera upptøkurnar var ein baptist kirkja í Los Angeles - New Temple Missionary Church - útvegað til endamálið.
Tað hoyrir við til søguna um henda filmin, at upprunaliga vóru videoupptøkurnar óbrúkiligar. Manningin gloymdi av onkrari løgnari orsøk at eyðmerkja upptøkurnar við klapptrøum - “clapperboards” - ið vera brúkt, tá ljóð og myndir skulu synkroniserast. Ein ótrúligur svipsari, og ein av orsøkunum til, at filmurin Amazing Grace ikki er komin í biografarnar fyrrenn nú.
Tónleikaligur leiðari á upptøkunum er Reverend James Cleveland, ið eisini syngur og spælir klaver. Kórið er The Southern California Community Choir við Reverend Alexander Hamilton sum dirigenti. Áðurnevndu Purdie, Rainey og Dupree teljast millum tónleikararnar. Vit eru stødd í eini kirkju, haðani gospel upprunaliga kom og har tað enn verður sungið. Vit eru takksom fyri at sleppa at síggja og hoyra henda filmin, og eg fari við hesum at geva orðið yvir til Aretha Franklin.
Takk fyri.
Knút Háberg Eysturstein