Seinastu dagarnar hevur hugtakið tunnel vision, tunlasjón, staðið sína roynd. Meðan orðamyndin sipar til lítið sjónarøki og tað snævurskygni, sum er í at síggja heimin úr einum trengri og trengri sjónarhorni, er tann visión, sum nýggjasta tunnilsarbeiðið í Føroyum byggir á, borðin fram, útint og sett í verk av tí berklektaða víðsýni, sum nú – við bravour - stendur sína fólksligu roynd. Nú fara vit eina ferð gjøgnum tíð og tunlar. Eina ferð, sum aftur og fram kann gerast í eina spælifilmslongd ella so, góðar hundrað minuttir, hóast vit ikki gjørdu so skjótt av í dag.
Í dag varð farleiðin heilt norður til Hvannasunds at heinta ein málning í kjallaranum hjá Livari Nysted. Tað var vinmaðurin, Terje, sum eftir eini kámari svarthvítari smámynd hevði bílagt eitt portrett av pápanum, Sigurði hjá Jóin á Húsum, sum var føddur í 1915 og doyði í 1960, tá Terje var fýra. Gjøgnum tíðir og tunlar var tað ein rørandi sjón.
Onkur, sum er á myndini, hevði koyrt teinin úr miðbýnum í Havn og norður higar eftir 48 minuttum. Og so aftur til Havnar, nú oyggjarnar vórðu huldar í kava. Hóast eingin veðurforsøgn, eg hoyrdi, spáddi tað, fáa vit nú eini hvít jól.
Í Runavík varð steðgað við Rúsuna, ikki so nógv fyri at fáa jóladrekka, sum at royna parkeringsviðurskiftini, og hvussu gongst, tá parkeraði bilurin skal bakkast út aftur í ferðsluna. Havi ikki upplivað hetta fyrr, men her dumpaði handilsgøtan í Runavík. Hetta ber ikki til, skal gøtan klára at slúka ferðslu og parkering, sum er so samanvovin. Og so fangaði eg stuttliga skeltið við amerikanska stout ølinum, har onkur hevur klagað um høgan prís, og handilsfólkið tí hevur skrivað við penni: "fyri hvørja!"
Gleðilig jól allir blogglesarar!