Í kvøld varð nýggi heimildarfilmurin hjá Dánjali Højgaard og Hans Petur Hansen sýndur fyri fulsettari høll í Filmsfelagnum. Filmurin verður sýndur aftur í annaðkvøld, og fer síðani út um landið. Heitið á filminum, sum varir 84 minuttir, er “INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda.”
Innan sýningina helt Dánjal Højgaard hesa røðu:
Gott kvøld!
Á gáttini til túsundáraskiftið - tá dótturin, sum nú er 22 ár, var nýføðingur, lá í vøggu og var í biograf fyri fyrstu ferð í lívinum - var ein frumsýning í Norðurlandahúsinum; ein sýning, har vit báðir, Hans Petur Hansen og eg, Dánjal Højgaard, saman við øðrum góðum fólki, vístu nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni: “Svartur Sannleiki”.
Vit høvdu tá fylgt Ingálvi í periodum í útvið trý ár, og sótu inni við umleið 40 tímum við sjónvarpsupptøkum, har alt varð kókað og klipt niður í ein tíma.
Tað hevur helst verið í tonkunum hjá okkum longu tá, at her lá nógv og gott tilfar eftir, sum vit einferð máttu fara at vísa.
Ingálvur doyði í 2005 og tá ið 100 ára føðingardagurin nærkaðist hildu vit, at NÚ mátti tað vera.
Tað skyldaðu vit Ingálvi, líkasum.
Tí. Tað var ein satt upplivilsi og ein framíhjárættur fyri tveir málninga-leikmenn, sum Hans Petur og meg, at sleppa við inn í abstrakta listauniversið hjá Ingálvi - á ”Eina ferð inn í tað ókenda”, sum Bárður Jákupsson so væl hevur lýst arbeiðið og stríðið hjá listamanninum.
Ingálvur var fullur av vitan og gávum. Hann oysti gleðiliga út av øllum sínum sínum intrykkum, upplivingum og royndum. Og hann lat hurðarnar víðopnar fyri okkum.
Ingálvur er ein av okkara fremstu listamonnum, og við hesum filmi er tað okkara vón, at vit kunnu bera so nógv av tí, sum vit tá fingu frá Ingálvi, aftur til so nógvar føroyingar sum tilber.
”Svartur Sannleiki” var ein persónlýsing við Ingálvi sjálvum sum frásøgumanni. Í hesum filminum fara vit at síggja fleiri av samrøðunum, sum vit gjørdu við Ingálv, t.d. í ateliérinum, ið lógu sum grund fyri heimildarfilminum. Vit síggja, hvussu vit miðlamenn upplivdu hann: Vit fáa aðrar hendingar og síður av listarmanninum, og hoyra og síggja, hvat Ingálvur sum listamaður sjálvur lat seg ávirka mest av.
Sum leikmenn í málningalist venda vit okkum til tann breiða áskoðaraskaðan, í tann mun tað ber til, tá talan er um list, sum kann tykjast mongum fremmand og torgreið. So um onkur saknar meira listafakligt innihald ella analysur, so finna tit tær neyvan her, men heldur í teimum frálíku bókum, sum longu eru skrivaðar um Ingálv, og eg veit at okkurt aftruat er á veg í løtuni.
Vegna Hans Petur og meg fari eg at takka tykkum, sum hava gjørt, at “INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda”, bleiv veruleiki:
Framleiðslutoyminum:
Brian Samson fyri myndaviðgerð og Finnur Hansen fyri ljóð og kompositiónir
Fyri fakliga ráðgeving og aðra hjálp:
Bárður Jákupsson
Nils Ohrt
Eyðun og Árni av Reyni og systkynini og
Oddfríður Marni Rasmussen, sum gjørdi okkum tann beina at lesa ein tekst, sum ommubeiggin, Karsten Hoydal, hevði skrivað til Ingálv í eini myndaskrá í 1961.
Fyri lán av myndum:
Listasavnið, Mourits, Johan og familjan av Reyni og Helgi Fossadal
Fígging:
Nú sum tá í 1999 er hetta ein privat verkætlan, sum ikki hevði latið seg gjørt, um tað ikki vóru nøkur, ið dugdu at síggja virðið í hesum og vildu stuðla fíggjarliga.
Í hesum sambandi skulu vit takka:
Felagið Nótaskip
Mentamálaráðið
Tórshavnar kommuna
Reyni Service
Sp/f Rasmus Olsen
Kringvarp Føroya
Savnsgull
Gjøgnum hesa verkætlanina man Ingálvur vera ein tann best dokumenteraði listamaðurin í Føroyum yvirhøvur.
Sum takk fyri at hava talgilt alt tilfarið fyri okkum, hava vit avtalað, at Savnsgull skal fáa alt tilfarið at goyma. Hetta so, at tey, sum hava hug at granska, ella arbeiða víðari við tilfarinum, kunnu gera tað, sjálvsagt við vanligari virðing fyri upphavrættinum.
Vit kunnu siga, at á tann hátt eru allir teir mongu tímarnir við upptøkum við Ingálvi bornir víðari til komandi ættarlið at brúka.
Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen