Nei, ikki hugsi eg, at tað er goodwill og samfelagssinni frá vindmyllubøndunum á Eiði, nú teir fyri einki og uttan avrokning til komandi ættarlið vilja geva lendið til SEV at seta vindmyllur á.
Liggur slett eingin mammonsdyrkan ímillum?
Minnist, at pápabeiggi mín, sum var hart ímóti útbyggingarætlanini hjá SEV av Eiðisvatni, einaferð fekk lakoniska svarið frá Eiðismonnum: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt stórt vatn og fáa eitt enn størri. Og tú býrt í Havn!"
Hetta fyrikemur mær eitt sindur primitivt, og eg spyrji meg sjálvan, um hetta aktuella dømi er fyrsta føroyska dømið um økoterrorismu í einum skeivt útviklaðum parti av landinum.
Úr køksvindeyganum í Havn hava vit í áratíggju sæð uppá á eina vindmyllu, sum ikki hevur rørt seg. Einaferð var ætlanin at oyggin skuldi vera bæði grøn og so púra talgild eisini, minnist meg rætt. Tað havi eg ikki sæð nakað til.
Úr sama køksvindeygað sæst oman á sjóorkustøðuna, sum skuldi hita Boðanesheimið, men varð rakt av einum brimbroti. Einum. Veit ikki um hiti er komin í aftur verkið.
Longur upp, uppi á vegnum, koyra elbilar, sum ikki vilja vísa sama samfelagssinni sum hinir bilistarnir, men kortini vilja koyra. Fram um alt í egnum bili, helst einum Tesla. Men betra slagið í Havn, sum koyrir í tílíkum bilum, vilja ikki rinda fyri orku, vilja ikki rinda vegskatt og vilja ikki rinda toll. Og tað er betra slagið samt við politikarum um.
Sama ósamsvar er við Fjarhitafelagnum, sum lýsir við í mínum eygum størstu lygn í Havnarsøgu, at eingin sum tey knýtir Havnina saman. Samstundis bumba tey allar vegir, og kunnu ikki finna semjur við aðrar aktørar, sum eisini bumba vegir í Havn, tí tey skulu leggja káplar niður í vegin, og tí eisini hava áhuga í at oyðileggja nýlagda vegin hjá teim pliktskyldugu dálkingarbilistum, sum við diesel og bensini gera teirra avtalaðu samfelagsskyldu - at betala vegskatt - og húsaeigarar, sum verða tvangsinnlagdir at betala orkufrossaríið hjá Hitafelagnum.
Eg haldi at hetta er blivi for vilt og hevur tørv á at verða kontrollerað í einum samfelagsligum og samhaldsførstum formi, uttan sjórænaravirksemi av nøkrum slag. Og altíð við at spyrja náttúruna fyrst. Ikki minst tá grótbrot verða bumbað og sett á kortið sum anus mundi til ævigar tíðir. Havið er eisini ein møguleiki at byggja vindmyllulundir á í okkara pinkulingalandi, sum kortini er stórhavsøki.
Ella kann tað ganga sum við Tussatindi, ið einaferð var dygst við síðuna av Føroya hægsta myllufjalli og nú er pst burt, bara av klandri. So sigur søgan. Tað er so vist og sætt.