Skip to main content

Right in your own backyard

Neyvan hevur nakar høvuðsstaður so ómakaleysa atgongd til hagan sum Havnin. Tað sæst, nú summarið nærkast og bara ein mánaður er eftir, til tað aftur gongur mót myrkari tíðum. Eftir lítlari løtu hevur tú lagt býin aftur um teg og ert mitt í haganum, gamaní á eini manngjørdari gøtu.

Not in my backyard hevur verið sagt, tá fólk ikki vilja hava vindmyllur fyri gluggan, so tey missa útsiktina.

Her er eingin, ið missir útsikt, tí her er vítt um fløtur. Eg møti borgarstjóranum, sum hevur verið ein 15 kilometur gongutúr. Minni kann eisini ger tað, tí gøturnar eru mangar. So mangar, at ansast má eftir, at náttúran ikki verður gjøgnumgatað, so sum tey hava gjørt fyri hundaeigarar við smølum brattgøtum í frílendisøkinum har úti við Boðanes.   

Her uppi í Húsahaga ganga øll á sløttum og breiðum gøtum. Eitt rekreativt øki, sum fleiri seta prís uppá, tað er skilligt. Hóast kavin hómast norðanfyri er summarið í nánd. Heiðafuglar hoyrast, sólin skínur og fólk heilsast. Hugvekjandi, meðan sýnið yvir Havnina snarar og fjarar, alt eftir hvørja gøtu, tú velur. 

Hotell og matstovur eru nú lætnar upp fyri ferðafólki, so koronasmittan hevur fingið fríari at fara fyri gestir og starvsfólk. Eftir ongari løtu eru 23 smittaði. Hinvegin, vil eg ikki, at tey, eg møti á Rossagøtuni, skulu halda, at eg sjálvur eri í sóttarhaldi á hotellinum niðanfyri okkum, tí landslæknin sigur, nú eru 45 í sóttarhaldi. Og enn er summarið ikki byrjað. Giti, hetta verður eitt restriktivt summar. Tí vandi er í hvørjari vælferð.

Koyri longur niðan at taka eina summarmynd upp móti bláu luftini av vøkru vindmyllunum hjá SEV, sum eru settar so snildisliga, at tær ikki síggjast, uttan so at tú koyrir eftir Oyggjarvegnum, har eingin nakrantíð hevur búð.

Men hvat er hatta? So uppgrópaða havi eg ikki sæð náttúruna fyrr. “Millur” stendur demonstrativt skrivað við spjaldrabókstavum á einum steini við vegjaðaran.

Framstig og framtøk krevja offur. Eisini í Havn. Skulu vit verða umhvørvisvinarlig og skapa grøna orku til almenningin, so skulu vit ofra ein hulans massa av orku til fyrst at leggja lendið undir okkum og síðan at grava bæði bý og náttúru upp, so sum gjørt verður í kommununi nú. Ímeðan kunnu vit spekulera yvir, nær mannaskaptu inntrivini, teknisku instalasjónirnar, fíggingin og brúkta arbeiðsorkan øll fara at møta samfeldu nullloysninini, so tað fer at loysa seg hjá okkum og vindmyllubóndanum, at grópa náttúruna upp, so vit fáa el og hita til hús og bil, uttan útlát og uttan at hugsa um forbrúkarismu. 

Ímeðan vil eg mala til at ganga ein túr eftir Rossagøtuni. Tað er enn ókeypis, tú kanst hosta í ermuna og enn sært tú einki til vindmyllurnar hinumegin sýnina.