Aldri áður hevur størri split verið millum politiskar, vinnuligar, religiøsar, fyrisitingarligar og starvsligar fraktiónir í landinum.
Ein politikari, sum er valdur til eitt útlendskt ting, hevur í seinastuni tvíhildið um bibilsku orðini hjá Markusi og Lukasi, sum í báðum týðingunum er greið:
”Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.”
Tá man hoyrir nútíðar breyðpolitiska setningin: ”Tað skal síggjast, at vit eru komin til maktina”, freistast man til at siga, at tað er sjálvt málið at skapa split, bara fyri at markera seg sjálvan í sjónligheitskampinum um at tekkjast veljarum og viðhaldsfólki.
Aldri áður havi eg upplivað eitt so polariserað samfelag sum okkara beint nú.
Springarar skulu ikki drepast, tí teir liva í Guds fríu natúru. Í staðin skulu vit keypa kjøt frá einum avtalaðum bónda í Nýsælandi, senda kjøtið higar við bíðandi konteynarum og keypa tað liðugt pakkað í einum móttøkuhandli í Havn til ein fastan kiloprís.
Tað er í lagi, tí tað er ein tilætlaður framleiðsluvegur frá tí dýrið er føtt til tað doyr, ein pipe line, sum amerikanarin segði. Tað er hitt ikki.
Hetta merkir at náttúran og alt tað, sum har livir, skal fáa frið.
Eingin skal grípa inn í nattúruna, sum hevur sítt natúrliga rensl, meðan vinnan hevur sítt handilsliga rensl.
So halda vit fyri eyguni og vóna at hesir báðir vegir aldri krossast.
Men tað gera teir, tá springarar koma í drepning. Beint við síðuna av heimsins størstu føroysku alifyritøku og inni á sama Google markaða fjørði.
Einasta loysn er, at ala springarar og selja teir í portiónum, klárar at leggja á pannuna. So er landið vunnið!