Roynir tú at sleppa inn í Klubban frá 1799, kanst tú fáa svarta kúlu, tá teir menn, sum framman undan eru innlimaðir, hava ballotatión og ikki vilja hava teg inn. Umráðandi er at fáa so nógvar hvítar kúlur, sum gjørligt, helst onga svarta, tí tá ert tú óynsktur, dilitaður sum á Facebook, og sleppur ikki uppí felagsskapin við teim hvítu kúlunum, tá talt verður upp.
Soleiðis kann tilveran verða sett í system. Um tað ljóðar sum heksakunstir, so er tað tað.
Blackball er heitið á nýggjasta av trimum sangum hjá Jósef Zachariassen. Sangirnir, sum eru enskir, eru við á komandi savninum Summer, har titulsangurin er sum ein nýføddur Anton Carlos Jobim, sum við Waters of March skolar upp á eina føroyska bossanova strond. Framúr!
Baksýnið er í førinum Blackball darrandi varislig elektronika, so kemur ein prædikumaður inn í ljóðmyndina, og lesur við mjúkari rødd úr King James Bíbliuni úr seytjandu øld um at tykta sonin við koyrili. Og tað er slettis ikki hin tíðarvilsta uppistandsskemtaran, Sjúrð Højgaard, vit tosa um.
Nei, hyggja vit í hinar báðar kendu týðingarnar, so síggja vit eitt rútmiskt frástøðuskemt í kirkjuligu Bíbliuni: Tann, sum koyrilin sparir, son sín hatar, men tann, sum hann elskar, agar hann snimma, meðan Victor’sa týðing ljóðar sum ein uppskrift fyri gerandismannin: Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
Sangarin, Jósef, hevur eina svarta kúlu í bringuni. Tað snarar sangurin Blackball seg um.
At verða millum limaskapir, in transition, er gott fyri listaliga útrykkið. Tað havi eg í ár lagt til merkis í tveimum førum. Bæði listafólkini eru úr Brøðrasamkomum, fyrst Dania Tausen (f.1998) og nú Jósef Zachariassen (f.1995).
Tey hava fingið listarliga gott í beinið, hóast tulkingarkarmarnir um teirra savningarmentan at síggja til kunnu tykjast okkum, sum eru uttanfyri, forniskir og truplir at skilja sum eitt Amishland, ið stongdi Verðina úti í átjandu øld ella fyrr, og fáa føroysk fólk á Facebook í endaleysum kjaki at rópa krossfest krossfest, fyri at halda fast í einum Bíbliubundnum orði.
Hvørgi teirra søkja kvett og konfrontatión, men reflektera í vælskipaðum útvarpssamrøðum yvir egnar upplivingar, royndir og eitt framhaldandi lív við teirra næstrafólkum. Í okkara fragmenteraðu tíð, er tað eitt statement, ið fær sjáldsamt gildi.
Tey eru bæði á Spotify, har Dania sigur stutt um seg sjálva: ”Faroese singer and songwriter experimenting with expressing the most ordinary things in her own way.” Daniu havi eg fyrr ummælt í sambandi við filmin Skál. Jósef lýsir seg sum “a Faroese pianist, singer-songwriter and composer”.
Fyrstu ferð eg hoyrdi hann, var tá hann lærdi meg at benda shit í tátíð “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9”. Barry Manilow, var tað fyrsta eg hugsaði, tungt lastaður av gjørdum Útvarpssendingum í eitt 28 ára skeið, men so skiftir stílurin, og verður skurrandi skvisaður yvir í ironiserandi indiepopp. Forvitnið er fangað og tað er ikki til fánýtis at eg lurtaði. Human er sangurin.
Visti ikki, at shit æt shat í tátíð. Men hvat, eg havi altíð skitið í nútíð. Men ørindini eru ikki latrinert studentaskemt, men heldur at gera vart við dogmatiskan kristindóm frá einum persónligum sjónarmiðið, sum Jósef ber fram í vælkomponeraðum singlesangum, ið fermi upphavsmaðurin dugir væl at marknaðarføra, so produktið er greitt:
Because of this dualism, Josef had to learn to put on a mask resembling the best version of himself to fit in. In the summer of 2020, he couldn't keep his mask on anymore, and suffered a sudden mental health breakdown, hence the title, Summer. He spent the following year confronting and healing from his traumatic childhood memories, whilst simultaneously composing his latest album. With Summer, Josef wishes to take a stand against the fear, shame, and mental abuse inflicted by dogmatic Christian communities. He does so by creating a musical universe filled with 80’s synthesizers, experimental indie-pop music, intimate vocals, direct and surrealistic lyrics, and lots of humor.
Hatta er tað, sum ger gerandisdagin liviligan, ja enntá perspektivríkan, hjá okkum, sum eru vaksin upp í Brøðrasamkomuni, backsliders, sum Tom Roberts kallaði tað, tí vit ikki hava eitt aktivt knýti til henda lívlanga tulkingarfelagsskap, tú ert bundin at, og sum í einum parallelsamfelag leverar so nógv eintýðugt ringt, og í besta føri ivasamt, til kollektivu politisku skipanina og peningastýrda gerandisvirksemið.
Hesir báðir nýggju listaligu sprotarnir venda aftur til menniskjuna og halda hana fram, og siga sum Grundtvig: menniskja fyrst, kristin so. Soleiðis skilji eg tey bæði, tá eg lurti eftir teimum.
Lukkutíð eru journalistar, ið kunnu rúma hesum nýggja veruleika. Tí tað haldi eg at tað er. Ein nýggjur veruleiki, sum frá øllum síðum purrar Brøðrasamkomuna út.
Jósef hevur haft konsert, men tíanverri gáaði eg ikki um tað. Vónandi kemur høvið aftur. Hóast Heystfagnaður er, hava teir tríggir sangirnir, eg higartil havi hoyrt, fingið meg at gleðast til komandi útgávuna Summer.