Hin 59 ára gamli Tom Cruise, sum fekk eina serliga heiðursløn á filmstevnuni í Cannes í ár, hevur aftur høvuðsleiklutin sum tíðarleysi Maverick í nýggja Top Gun filminum, ið heldur fram eftir filmin frá 1986.
Ein fínur metsølufilmur, ið savnar fólk í hópatali í biografunum, og júst peikar á ymiskleikan, ið er at síggja ein stroymdan film heima, og so á stóra løriftinum saman við tveyhundrað fólkum, sum liva við í søgugongdini, og skapa ta eyka dimensjón, sum altíð er í biografsýningini við flenni, suffi og undran, tá øll hava sett seg, pakka bommini út og heilsa uppá síðufólkið.
Top Gun revitaliserar biografupplivingina fyri fólkið. Meirvirði er filmiska lyklaorðið.
Nýggi Top Gun filmurin byrjar sum eitt rockvideo frá 1980’unum, briljant í tøkni, og yvirtrumfandi við tónleiki, sól og maskulinari action, har kvinnan gamaní er tøk, men bíðar til seinastu senu.
Men Top Gun: Maverick er so nógv annað enn hesin einfaldi søgutráður.
Hann er ein søga um gamla og nýggja tøkni, og um aldrandi mannin, ið sum eina seinastu roynd skal læra unga liðið av flogskiparum at standa móti ómenniskjansligum flogtrýsti, flúgva undir radaranum og klára at snúgva sær í eini knappari vend millum fjallasíður í fíggindalandi.
Í fyrsta lagi er søgan greitt um comradery, samanhald millum vinir, sum í hesum føri eru í luftborna partinum av amerikanska flotanum. Bólkurin er væl samansettur, so søgan ikki verður ov einstáttað.
Í øðrum lagi er filmaða søgan ein greið lýsing av arbeiðsmarknaðarfyribrigdinum ageism, sum ensk-føroyska orðabókin hjá Sprotanum týðir sum aldursmismunur, mismunur mótvegis teimum aldrandi. Tom Cruise myndar og fyllir henda leiklut framúr.
Í triðja lagi er søgan um ein fígginda, sum stríðsfúsa og topptúnaða herdeildin er skúlað at verða upp ímóti, ein fíggindi, sum ikki hevur nakað navn, bara er ein svartur flúgvarahjálmur, sum var tað Darth Vader ella annar persónur úr fiktiva sagnarlandinum, og slettis ikki Norðurkorea, Kina ella Russlandi. Í hesum søguspori hugsaði eg meir enn einaferð um Ukraina, sum pólska grannalandið vildi geva gomul jetflogfør, ið Maverick og Rooster tiltuska sær, so alt gongur upp í eina hægri eind. Einasta sjónliga búmerkið er ein reyð ørn.
Rooster er sonur Goose, sum doyði í fyrra filminum. Tí er um at gera hjá Maverick, at fáa eitt gott samstarv í lag, nú tað ikki eydnast at miskreditera unga flogskiparan, so hann valdi eina aðra lívsleið enn pápin. Ímillum síggja vit Val Kilmer, ið vit sleppa at jarða sum Iceman.
Comradery er evnið og málið. Heilt til endans.
At so Jennifer Connelly, sum Penny, er sloyfan um endaligu gávuna eftir væl útint avrik hjá Maverick, er bara ein partur av vanligu søguhevdini, sum enn ikki hevur hug at standa saman um eina beint fram homoerotiska hernaðarhevd um comradery. Tí tað er tað, filmurin er um. Comradery í mannfólkahøpi.