Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2022

Hvat sigur Javnaðarflokkurin?

Hevur landsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, Føroya so nógv best skipaða flokki - við Landsstevnu, Landsfundi, Floksleiðslu, Starvsnevnd og Floksstjórn - onga útmelding um førda javnaðarpolitikkin í høvuðsstaðnum, nú hann setur miðbýin, Mentanargøtuna og bygningarnar, sum har eru, til sølu?  Og hevur Javnaðarflokkurin eftirlit við, um allir valdir javnaðarpolitikarar halda grein tvey í landslóg fyri Javnaðarflokkin í allar verðini, sum sigur:  ”Endamál Javnaðarfloksins er at upplýsa Føroya fólk um javnaðarhugsjónina og í samsvari við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund” -?  Nei, eg bara spyrji í stillari undran…úr Havn, um nakar skuldi ivast.

Hvør eigur miðbýin?

Eftir at hava hoyrt mín góða vin, Heðin Mortensen, greiða frá í Degi og Viku í gjárkvøldið, at nú fór hann at selja miðbýin , og mín eins góða vin, Albert Isfeld, opponera móti hesum hugskoti, sum er at selja alt undan okkum, fór eg ørkymlaður eitt rend til Klaksvíkar í morgun at stilla nervarnar.  Kanska var tað eitt tekin í tíðini, at inni í bjórsøluni hjá Einari Waag møtti eg fyrrverandi landstýriskvinnuni, Elsebeth, og kundi staðfesta, at hon var eins upptikin og eg av hesi sølu og bygging yvirhøvur, hvør skal skipa fyri og rinda, og hvussu royna summi at sleppa sær bíligast, helst fyri einki, úr stórskreytandi byggimálum. Vit tosaðu samtykkjandi um, at kommunalu myndugleikarnir her á staðnum fylla okkum útsiktina við einum risa stórum kappróðrarneysti, sum her inni á botninum skal binda býin saman, og draga øll hini í Klaksvík við sær, so vit fáa lív í ungdómstryggjaða býin. Tað hevði ikki hent í Havn. Jú, hóast allir hesir andskræmiligu kassar, ið stinga seg upp alla staðni í...

Lassi Klein er nýggja stjørnan á Søllerød Kro

  Lasse Klein er ikki eitt ókent navn í politisku søgu Føroya. Men átjan ára gamli Lassi Havsteinsson Klein, sum er uppkallaður eftir abbanum, og sonur prestin á Sandi, skrivaði søgu, tá hann í summar slapp í kokkalæru á Michelin matstovuni Søllerød Kro hjá kenda matstovuleiðaranum Jan Restorff í Holte norðan fyri Keypmannahavn. Nú hevur hann endaliga skrivað undir lærusáttmálan og skal byrja 31. august í ár. Lærumeistari er Brian Mark Hansen, ið er Bocuse d’or vinnari 2022, sum merkir at hann er millum heimsins bestu kokkar. Ungi Lassi er føddur í Stavanger og uppvaksin í Tansania, í Miðvági og á Sandi. Mamman er Beinta Klein. Umframt at sleppa í kokkalæru, upplivdi hann beint framman undan ta eydnu, at verða giftur við Margrethu Eilersdóttir av Argjum, sum starvast á hotellinum Brandan. - Eg var tríggjar dagar í prøvatíð í næstsíðstu viku á Kro'ini. Tað var mikudag til fríggjadag. Tað gekk super. Tá mín prøvatíð var liðug, fekk eg eitt lítið prát við høvðuskokkin, Brian Mark Hans...

Uppskot til Tjóðpallin

Laia er katalanskur sjónvarpsfilmur frá 2016, sum eg sá á Netflix í gjár. Leikstjóri er Lluís Danés. Ein spanskur biograffilmur varð gjørdur úr somu søgu í 1972.  Tey, sum í hesum døgum ferðast til Barcelona, og hava áhuga fyri filmi og bókmentum sum sólarbót, hava ivaleyst varnast katalonska rithøvundan Salvador Espiru, sum doyði 71 ára gamal í 1985. Ferðast tey ikki, so kunnu tey kortini í friði og náðum seta seg heima við sjónvarpið og lata seg flyta í rúm og stað - ferðast, sum vit kalla tað transformeringina - ið tekur teg við út í heim. Í somáta er biografur og sjónvarp fremsti kappingarneyti hjá ferðafólkavinnuni. So jú, kanska skal filmsvinnan hava part í øllum teim ferðaavgjøldum á lørifti, skíggja og haga, sum politikarar og aðrir bøndir við jøvnum millumbilum billa okkum inn, so vit ikki gloyma teir og ta føroyska bóndamentan, ið var undan Feðgum á ferð . Well, við Mirandu Gas í høvuðsleiklutinum eru vit í filminum Laia í einum mytologiskum, í løtum monokromum, umhvørvi...

Parlevliet á fjørðinum

  Um dagarnar kom eitt av smærru skipunum hjá Parlevliet & Van der Plas fram við køksvindeyganum og fór niðan gjøgnum fjørðin. Tað sæst á skorsteininum, har PP stendur skrivað.  Tað gevur mær høvi at leita aftur til greinina um niðurlendsku fyritøkuna, sum journalisturin Bart van der Pol úr Katwijk gav mær í enskari týðing at seta á bloggin í fjør heyst.  Møtti honum í Nashville í 1997, har vit vóru á Country Radio Broadcasters Seminar í Grand Ole Opry og skiftu um fløgur frá Tutl.  Síðan eg uppdagaði, hvar hann búði, havi eg ligið á kroppinum á honum um at skriva føroyingum eitt persónligt ferðabræv um at vera granni hjá Parlevliet og van der Plas familjuni.  Nú hepnaðist ein møguleiki, hóast hansara partur bara var týðingararbeiði úr niðurlendskum í enskt: Hvussu Katwijk legði høvini undir seg. Familjufyritøkan Parlevliet & Van der Plas gjørdist heimsmeistari gjøgnum lobbyarbeiði og sølu av fiskirættindum Birkblog 17. oktober 2021 Mynd av bryggjuni í K...

Er arbeiðarin løn sína verdur?

  Í fleiri førum verða bíbilsku orðini um, at arbeiðarin er løn sína verdur, ógyldað og tikin frá honum.  Nýggjasta dømið um hevdvunnið starv, sum ikki ber løn í sær, verður aftur almannakunngjørt á síðunum hjá Landstýrinum. Tað er ókeypis arbeiðið á bonaðu gólvunum á føroysku sendistovunum, sum tekur støði í tankanum stagiaire. At loysa ein annan av fyri einki. Tað kann vera ein ókendur kokkur í altjóða køkinum, ella ein amtørsúklari á professionellari kappsúklu í tí franska. Stagiaire. Ókeypis at loysa av.  Danska Rithøvundafelagið hevur beint nú gjørt kanning um tað sama, at arbeiða fyri einki, altso onga løn yvirhøvur, fyri tað víða og breiða samskiftisarbeiði, sum rithøvundar lata seg brúka til. Felagið hevur lýst vandamálið í 25 samrøðum millum limir. Høvundurin Knud Romer sigur í Politiken, at hann er ikki fremmandur fyri at arbeiða ókeypis, og gevur dømi um tað í blaðnum. Turrisliga sigur hann um kanningina hjá Rithøvundafelagnum, at helst er tað bara tey, ið gjør...

Matmarknaður í Vágsbotni

Her er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen avmynda frammanfyri reyða vogninum hjá Sólfinni Danielsen við nátúrvíni sunnudagin á nýggja plattinum í Vágsbotni, har hon samskipaði Matmarknað við hágóðskuvørum. - Her er bara føroyskur matur, sigur Sunniva, sum hevur Matkovan, og vísur á nýskapandi tebrøv við eksotiskum smakki. Matmarknaðurin er fyrsta royndin, tað eg veit, í hesum nýggja umhvørvi í krossfeltinum millum Hvonn, Tarv, Eta og Sirkus, eftir at fólkahetjan Nólsoyar Páll varð tikin niður, og nú verður settur upp aftur á einum steini ein metur ella so úr landi í sama umhvørvi. - Vit hava havt nakrar marknaðir fyrr, og ætlanin er at skipa fyri fleiri marknaðum um árið, at skapa kontinuitet, so bæði framleiðarar og keyparar vita um marknaðin, sigur Sunniva.  - Matmarknaðirnir eru bæði eitt gott høvi og ein góður staður hjá keyparum at finna staðbundnar vørur í árstíðini, vit eru í, og at stuðla framleiðarunum beinleiðis. At framleiðarar og keyparar hitta hvønn annan á marknaðinum, ...

Besta myndin á G!

Fyrireikarar, ferðafólk, miðlar og púra vanlig fólk hava tikið nógvar myndir á sandinum í Syðrugøtu meðan G!festivalur varð hildin eftir drúgva koronastongsilin. Jens Kristian Vang, fotografur úr Kvívík, sum í mong ár fotograferaði fyri Sosialin, hevur altíð havt eitt vakið eyga fyri tí góða motivinum, sum samstundis sigur ein søgu, ið stuðlar upp undir tann góða tekstin, hesuferð fyri Portalin. Á G!festivalinum var einki undantak. Jens Kristian var uppá blettin og fylgdi eina løtu við, meðan Eiler Fagraklett og Laila av Reyni vóru á sandinum. - Tey tóku myndir av hvørjum øðrum, meðan eg stóð nakað burtur frá, og tók myndir av teimun, uttan at tey vistu av. Aftaná vísti eg teimum myndirnar, sigur Jens Kristian. - So kemur ein dama gangandi niðan, hon hevði svomið í sjónum, og kemur beint inn í motivið. Og júst tað ger væl fangaðu myndina í lágari sól geniala, fullfíggjaða og vælproportioneraða, haldi eg. Sum klassiskt korpus og ikki navnsnevndur høvuðspersónur, gongur anonyma kvinnan t...

Óður ferðamaður: gisti í bussi í Sandavági

At ferðast er ikki sum at siga tað. Tað mátti Eugene Fodor (1905-1991) sanna í 1936. Hann var amerikanskur ferðamaður av ungarskari ætt, ið ilskaðist inn á manglandi ferðabøkur, sum vóru eftirfarandi og nyttugar, tá tú skuldi til Evropa. Tí for hann sjálvur at skriva ferðafrásagnir. Úrslitið varð On the Continent - The Entertaining Travel Annual sama árið. Í dag er amerikanska tænastan, ið eisini dekkar Føroyar sum ein avstingara úr Danmark, kend sum Fodor’s , bæði í bók og á netinum. Upplýsingarnar hjá Fodor’s eru ógvuliga avmarkaðar og ikki dagførdar. Undir shopping í Havn verður víst til Andreas í Vágsbotni, og sagt verður ikki at Koks er flutt til Grønlands, so hin ferðandi onga Michelinstjørnu finnur í Føroyum.  Býarbókasavnið í Havn plagdi altíð at hava nýggjastu Fodor ferðabókina og aðrar við á hillunum, ta tíðina fólk enn lósu og lántu bøkur til upplýsandi húsbrúk. Men alt hevur sína tíð. Á netsíðuni hjá Fodor’s hevur ein anonymur ferðamaður, ið kallar seg Kavehmz_2022, gj...

Pizza er fíggindi nummar eitt

Hin sjeynda juli kom fram í Útvarpinum, at Heilsufrøðiliga Starvstova, ið hevur havt eftirlit við gerð og innrætting av matstovum, og tí virksemi, ið fer fram har, hevði stongt seks matstovur higartil í ár. Matstovurnar eru í Havn, Klaksvík, á Strondum og Norðskála. Talan er um Nest Take Away, SK Pizza, Pizza King/Salt&Pepper, Joe Pizza, La Fiesta og No 12. Tað er tryggjandi at vita, at ein almennur landsstovnur hevur upparbeitt rutinu at seta krøv og gera eftirlit, tá nýggir køkar og brúksflatar verða gjørd í nýggjum og gomlum matstovum. Krøvini eru strong, og onkuntíð hevur verið at hoyrt, at smástøð, sum úti í Skúgvi, hava hildið, at eftirlitskrøvini úr Havn hava verið dekan og strong og dýr at eftirlíka, tá umræður reinleika, og at matvørurnar ikki skulu koma í bland við aðra vøru, og so gongd, serliga á vesi, við skaðiligum avleiðingum, ja kanska deyðiligum, fyri hin vitjandi eins og starvsfólk, fer hann ella hon ikki gjøgnum røttu dyrnar og til rætta vaskið, meðan matgjørt og...

Seinasti russarin farin

Um nátturatíð í kvøld fór seinasti russarin fram við vindeyganum. Tað var risa stóri Arctica, sum sambært Vessel Finder hevur ligið á Havnini síðan 31. mai, og nú er farin, uttan at næsta havn er upplýst, destination not available.  Arctica er fjórða navn, sum 32 ára gamla skipið hevur. Jú fleiri nøvn, jú størri peningaligar spekulatiónir. Í Havn kunnu vit ugga okkum við, at fyri risastóra skipið hevur Tórshavnar havn fingið nógvar rublar fyri skipið, sum nú leggur út á hav. Vónandi koma teir væl við, havnapengarnir frá krígstjóðini. Tó, undir Eystnesi liggur enn eitt russiskt skip, og við kaj í Runavík liggja tvey. Tað er nú margháttligt at samtykkja, einki samstarv at hava við russisku krígstjóðina, samstundis sum havnirnar bjóða skipum vælkomnum, og sama dag at fáa BBCtíðindi úr Ukraina um, at russar hava dripið ein fýra ára gamla gentu. Við hesari útsiktini, haldi eg, at eg leggi meg á hina liðina. Stop the world, and let me off, sum Patsy Cline sang í 1957, tá kalda kríggið va...

Kærleikin tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt - og tó

Eitt sindur um hvussu vit elska er heitið á nýggja filminum hjá Anton Petersen, sum hevur lisið film hjá Béla Tarr í Sarajevo.  Eftir eina inniliga nátt við eymleika og nærleika í einum brennivínsrúsi, sigur ein kvinna søguna um, hvat hendi, innan hon kom á ákærubonkin fyri at hava dripið persónin, hon helt seg elska yvir alt. - Hetta eru mest hugtakandi og longstu takes eg havi gjørt, sigur Kurt Ravn, og mátar við ørmum og fingrum, meðan vit saman við Sofíu Nolsøe tosa um, hvar á eini ál, sum byrjar í Hollywood og endar eystanfyri Moskva, vit eru, nú seinastu upptøkurnar eru lidnar. - Her eru í hvussu ongar blinkstrandi biljagstranir, so vit eru langt frá Hollywood, kanska í eystasta parti av Evropa og nærkast Asia, hvat filmiskari frásagnarrútmu viðvíkur, siga Kurt og Sofía. - Og stendur nakað og darrar í luftini millum okkum, so er tað har, sum ein partur av longu upptøkuni, sigur Sofía, og er av somu orsøk serstakliga spent at síggja filmin, tá hann er liðugt kliptur.  -...