Skip to main content

Bleytkókað útvarp

 

Fyrsti poddur hjá Øssuri, sum er kámur skipari, og Brynhild, sum er dynamiska vitanarrøddin við jørðforbindilsi, er hvørki beinleiðis ella hvassur. Poddurin varar knapt trý korter, fimm teir fyrstu minuttirnir er ein diskleymari, og so verða vit boðin inn í stovuna hjá teimum báðum, hvar hon so er, stovan. 

Leyst sofaprát og veikir konturar. 

Klókir danskarar er fyrsta catchy phrase eg hoyri. Tá er fyrsta korterið farið. 

Privata prátið millum tey bæði fær nú eina aðra vend, sum er nærverandi, tí hon er úr kjøti og blóði. Nú er prátið um fyrsta november. Gott. 

Annað evnið er um ítróttavenjaran í Klaksvík, sum sekstan dagar framman undan gjørdi okkurt, sum ikki var meldað og eingin segði nakað um. Nú blívur tað stuttligt, tí vit fara inn í aldrandi ikkitíðindi. 

Hví var hetta ein søga? 

So kemur ein gestur frá Dimmalætting, Ingolf, inn at greiða frá. 

Eg sakni beinleiðis dynamikkin, sum altíð er í góðum útvarpi. Hann er burtur her. Tá er vandi fyri at poddurin verður roks. Ingolf skrivar framúr góðar oddagreinar, hóast hann sigur at hann ikki skrivar oddgreinar. Roksistøðið hækkar enn meir. Pressan verður poddurin kallaður. Hetta er nettup ikki Pressan í Útvarpinum, men ein bleytur sofahugnapoddur. 

Miðlastuðulin er ein fínur fríyrkisstuðul, men ein belastningur fyri redaktiónina á Dimmalætting, sigur Ingolf. 

Eg fái greitt varhugan av, at dynamikkurin og arbeiðsviljin er lítil og fánandi. Verkavarpið hjá Føroya Arbeiðarafelag eigur rúmið, útgerðina og kaffið. Vegurin, sannleikin og lívið freistast ein til at siga.

Beint ímóti tí, eg helt, er einki persónligt bygt upp til hett poddvarp. Vit eru inni í stovuni hjá øðrum og ein belastningur hjá Dimmu. Soleiðis fullu orðini. 

Pappírsbløðini tjena ikki pengar, men heimasíðurnar, portalarnir, gera. Brynhild fer í vitni-mode og minnist næstan ikki nær hon síðst helt í einum pappírsblaði. 

So fáa vit at vita, hvussu vit finna poddvarpið, sum forrestin er við síðuna av tí hjá Trygva Danielsen, sum er nýggja stjørnuskotið at formidla list og mentan, nærverandi og livandi. 

So er hálvur tími farin, og vit vassa enn í fótbóltshendingini í Klaksvík, sum var ella ikki var. Come on. KÍ er highly over rated. Hvør er tað, sum manipulerar allar miðlar til alla tíðina at pilka í nalvanum á KÍ? Hetta er mær so púra og aldeilis óviðkomandi. Men KÍ og fótbóltur flytur nógvar pengar og blæsir luft í nógvar mytur. Tað bera tralala. Man freistast til at telja, hvussu nógvir ítróttarjournalistar eru, og bera saman við hvussu nógvir mentajournalistar eru. Innvent smáprát millum vinir, sum er óforpliktandi. 

Uttanríkispolitikkur er seinasta evni. Heilt presis, atferðin hjá Brynhild viðvíkjandi russisku innrásini í Ukraina. - Tað er nokkso nógv, tú leggur út, sigur Øssur. Meir av hesum persónliga interpersonella tosinum. - Er tað relevant fyri meg, so er tað eisini fyri onnur, sigur Brynhild, og skjýtur seg undir, at hetta er ein privatur profilur á Facebook. Interessant. - Men hvat skal eg trúgva, tá sannleikin er fyrsta ofrið í kríggi, spyr Øssur. Hatta er nakað lættkeypt at siga, heldur Brynhild. Her raka vit aftur eitt interessant sofaprát eina lítla løtu, innan tey aftur fara at roksa, so sum vanligt er hjá fólki, ið tekur seg saman at gera podd um tað, sum tey longu framman undan dyrkaðu og eru samd um, at nú vilja tey hava fleiri í kórið. 

Vandin er, at Skannarin, sum eg nú skilji at poddurin eitur, verður eitt ekkó av einum frammanundan staðfestum ekkókamri. Men hugnalig løta, tað skulu tey eiga.