Haldi tað var Telling, ið sang, at lívið er ein kabal, men tað er púra skeivt. Lívið er ein fóbóltsvøllur, inni ella úti, við uppstandsljósi, sum upplýsir hvørja stovu, sum fyrr var myrk. Og er ein gomul vælvirkandi multihøll á Hálsi, har Savage Rose spældu bestu konsert í landinum, umbygd fyri skattaborgarans pening, so hon, sambært hondbóltsforkvinnuni ikki kundi brúkast til skattafíggjaða endamálið, so byggja teir, býráðspolitikararnir í Havn, bara eina nýggja høll, umframt hana, sum fyrr er samtykt at byggja, so tey á Strondum onga byggja.
Kenni ein skaldbókahøvund, ið sum skjaldbøkan savnar tilfar til privtafíggjaðu hungursbókina ”Roknistykki arbeiðarans” við undirheitinum ”Nýggja Pisubókin” á egnum forlagi, ið er farin at spyrja Hagstovuna hjá landinum, um nakað yvirlit er, ið vísir hvussu nógvar skattakrónur fara til ávís endamál? Og um nakað yvirlit er, ið samstundis vísir, hvørjir politiskir flokkar mest og minst duga at leita eftir almennum skattakrónum, hildið upp ímóti, um teir, flokkarnir, verða afturvaldir, hvussu ofta og hvussu leingi? Og at enda: munnu tøl verða, ið vísa, hvussu nógv hon, ítróttin, hevur kostað skattgjaldaranum eitt arbeiðslív tá hann dittar sær at søkja um pensjón, arbeiðarin?
Nei, eg vildi nú bara bera og spreiða hesar spurningarnar hjá hugsandi arbeiðaranum, nú nýtt veitsluár er byrjað í Havn. Kanska hevði Telling rætt, tá hann segði at lívið er ein kabal...