Sum púra frívilligur og óviðgjørdur tíðindanarkomanur havi eg í eina tíð grundað yvir, hví gestir eru í sendistovuni, tá Kringvarpið hevur Dag og Viku.
Eitt er, at sendingarnar eru ógvuliga stuttar og hartil ikki hvønn vikudag, og slettis ikki sunnukvøld, ið eg fati sum prime time fyri sjónvarpstíðindi, annað er at journalistiska heildarinnihaldið verður sjálvdan viðgjørt, soleiðis at tað kann fatast sum kvalifiserað, tá tað kemur um senukantin til okkum hyggjarar at taka støðu til, ella skifta orð um úti í teim smáu føroysku stovunum.
Havi eygleitt grannalandasjónvørp og teirra gestafrekvensir, sum eg haldi vera nógv minni og lægri enn okkara. Ístaðin verður oftast klipt inn í sendingina frá einum ivasomum web kamera á eini kamarsteldu hjá einum meiningsdannara, ella einum sum stendur framman fyri kamera í myrkri og regni úti á gøtuni. Tekniskt er tað í báðum førum serstakliga jánkasligt, so tað er ikki neyðturviliga tann vegin eg sendi míni tíðindaligu sjónvarpsynski.
Men havi havt ta fatan, at í seinastuni hava innbodnir gestir fylt meir og meir av avmarkaðu senditíðini í føroysku TV-avísini. Prátið verður sum harragudveit, og eg siti eftir og undrist yvir hví. Hvat var redaktionella ynski og ætlanin, og hvussu heldur redaktiónin, at tað hepnaðist?
Er tað tí at redaktiónin vil innføra ein almennan gapistokk, sum vanligi borgarin, soleiðis púra av óvart, kann stinga høvdið í, so hann heldur kjaft til ævigar tíðir, ella er tað tí, at arbeiðsorkan og fakligheitin ikki bjóðar til so mikið sum at umhugsa at traðka í karakter, og geva okkum nakað, sum minnir um eina altjóða TV-avís, ið millum hvørja sending bara soleiðis nøkurlunda kvalifiserað journalistiskt endurspeglar samfelagið, soleiðis sum tað í teirra eygum tykist, og sum vit øll halda okkum kenna frá øðrum londum, serliga sunnukvøld?
Virkar sum um, Krigvarpið turkar eina ringa samvitsku uppí teir gestir, sum eru so óhepnir, at teir taka av tilboðnum, at koma í Dag og Viku.
Hvussu er og ikki, so haldi eg, at við omanfyri standandi ivamálum og grundgevingum, hevur føroyska TV-avísin ikki rakt eitt lægri kommunikativt og journalistiskt støði, enn hon ger beint nú og tað í nýggjum hølum.
Ein TV-avís eigur at vera fremsti meiningsgevandi pallur og táttur í samfelagnum. Eitt Janus-andlit hevur tað fyrr verið kallað.
Í løtuni hugsi eg tó mest um gamla Marshall McLuhan, sum fyri 60 árum síðan segði, at í framtíðini fer verðin av verða ein ”Global Village”, har øll eru knýtt saman og kunnu samskifta um tað, tey vilja. Henda positivistiska hugsan og framtíðarvisión, hellir nú fyri okkara viðkomandi tann vegin, at í staðin fyri at vera ein konnektaður samskiftis- og vitanardepil, eru vit vorðin ein sjálvtilfreðsur sussiklubbi, sum er í holtur við at hektað seg sjálvan av tí tíðindarensli, vit higartil hava kent.
Tað kunnu vit ikki verða bekent!