Skip to main content

At seta mørk á Markusarmessu

Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, helt í dag flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn, eftir at skótar høvdu marsjerað og Havnar Hornorkestur spælt í Gamla kommunuskúlagarðinum, nú miðbýðurin er at kalla avbyrgdur. 

Theodor byrjaði og endaði hugvekjandi røðuna við heitinum á skaldsøguni hjá Hemingway, Hvørjum ringja klokkurnar fyri, ið kom sama ár, sum bretska hersetingarvaldið kravdi og góðkendi eitt føroyskt flagg, Merkið, ið loysti okkum frá tí ríkisrættarligu forðing, sum frammanundan hevði verið løgd í vegin. Ein Deus ex machina, ið tá greip inn og loysti gamla flaggspurningin. 

Í einum Evropa, sum aftur er krígsherjað, vísti Theodor til evangelistin Markus, ið gevur degnum navn, Markusarmessa, og minnir okkum, við Merkinum í hond, á at seta mørk og at virða mørk. 

Ein sjáldsama nærverandi flaggdagsrøða, sum á virðiligan og varisligan hátt megnaði at nema við russisku fløggini, ið hava somu litir sum okkara, og tó umboða eitt stýri, sum ikki fýrir fyri at senda tey, ið ditta sær at seta persónlig mørk, í fangalegu í fjórðings øld. Og tað við navns nevnilsi.

Hóast lagalig og væl skipað, var Flaggdagsrøðan hjá Theodor djørv og sterk, hvørs líka eg higartil ikki nær námindi havi hoyrt í almenna føroyska rúminum, sum týðuliga er merkt av ráðloysi og ikki torir at nevna tiltikna fílin í rúminum. 

Spurdi mín gamla næming um loyvi at seta røðuna á bloggin. Tað var gamaní. Vælkomin at lesa niðanfyri:

Góða samkoma! Góðu føroyingar!

Hvørjum ringja klokkurnar fyri, spurdi Ernest Hemmingway í kendu bók síni við sama navni frá 1940 – sama ár, sum Merkið varð viðurkent. 

Í dag kunnu vit spyrja, hvørjum flagga vit fyri?

Hvat er tað sum ger, at fólk leggja nógv fyri at fáa sítt egna flagg– og hvat er tað sum ger, at lond – størri enn Føroyar – kýta seg fyri at seta síni fløgg á Mount Everest, Suðurpólin ella á Mánan?

Svarið finna vit kanska í degnum í dag – ikki í Flaggdegnum – men í tí gamla navninum á 25. apríl, nevniliga Markusarmessu eftir Markusi evangelisti!

Markusarmessa – navnið minnir okkum á mark, ella at marka – at vit hava mørk og seta mørk.

--

Í dag er flaggdagur - dagurin til minnis, um at føroyska flaggið var góðkent sum tjóðarmerki fyri 83 árum síðani. Vit minnast, at Merkið var viðurkent av bretum. Tí er tað nakað vit ynskja, er tað at verða viðurkend av øðrum.

Ikki tí, Merkið varð jú longu teknað í 1919 niðri á Garði í Keypmannahavn. Tá var fyrri veraldarbardagi júst liðugur. 

Tá Merkið varð viðurkent av øðrum, var seinna heimskríggj júst brostið á. 

Føroyska flaggið er sostatt blivið til í ikki sørt ófrættakendum tíðum, og stríðið fyri at fáa egið flagg varð heldur ikki uttan strev. Tiltikin er hendingin, tá Merkið varð hongt út gjøgnum loftsvindeygað á Tinghúsinum beint yvir av Vaglinum í 1930, og danska flagglínan kvett. 

Jú, føroyska flaggsøgan er litrík eins og flaggið. 

Í dag minnast vit teir ungu menninar í  Keypmannahavn við Jens Olivur Lisberg á odda, sum longu í 1919 sniðgóvu okkum flaggið, og kvinnuna Ninnu Jacobsen, ið var skjót at seyma tað fyrsta føroyska Merkið. 

Longu tíðliga í 1920-árunum flaggaðu fólk við tí.  

--

Men í 1940 vórðu Føroyar hersettar.

Bretska hersetingarvaldið kravdi, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi, og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipssíðurnar.

Kríggið var Føroyum ófatiliga dýrt, tí nógvir føroyskir sjómenn sjólótust, konur gjørdust einkjur og børn faðirleys. 

Men 25. apríl 1940 varð Merkið viðurkent av øðrum. Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941 og 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táttin uppaftur. Tøkk fái tey fyri tað!

Fyri 75 árum síðani í 1948 kom heimastýrislógin, og har stendur, at “Serligt føroyskt flagg verður viðurkent.” – tað verður ikki nevnt við sínum heiti, Merkið!

--

Enn halda vit flaggdag í Føroyum. Men hvørjum flagga vit fyri?

Neyvan nakað annað fyribrigdi ella lutur man vera brúkt til so nógv ymisk høvi sum flagg okkara, Merkið. Hvat annað verður brúkt bæði á sjógvi, á landi og í luftini, hongur í tingsalinum og á leikvøllum, tá kvinnur og menn spæla dyst fyri at vinna landinum heiður, er málað á andlitið á áskoðaðarum, stendur og veittrar á pappíri uttan fyri húsini til barnaføðingardagar og á rómalagkakuni, sæst á nummarplátunum, veittrar í húnar hátt, tá merkisdagur er, og á hálvari stong, tá vit hava mist? Bæði í gleði og í sorg.

Neyvan nakað annað verður brúkt so nógv ymist.  

Tað er júst hetta, eitt merki kann gera: gera mørk, seta mørk og viðhvørt kanska eisini spreingja mørk?

Tí eitt flagg er jú altíð ein ímynd av eini tjóð – og hvat er so ein tjóð fyri nakað?

Amerikanski granskarin Benedict Anderson, granskaði hugtakið nationalisma ella tjóðskapur, og kom til ta niðurstøðu, at tjóðir eru ímyndaðir felagsskapir –ella “imagined communities” á enskum – soleiðis kallar hann sína niðurstøðu: ímyndaðir felagsskapir!  Tvs. at vit hava okkara ímyndir av okkum sjálvum, sum gera, at vit eru føroyingar!

Og hvørjar eru so okkara ímyndir av okkum sjálvum?

Onkur hevur sagt, at vit hava hongt tað gamla bóndasamfelagið upp á veggin. Tvs. at nógv av amboðunum frá gamlari tíð: hakin, hvalváknið og leypurin nú hanga sum prýði á vegginum. 

Um tað er so – hava vit so nakrar ímyndir av okkum sjálvum í dag sum tjóð? 

--

Munurin á hesum ímyndum frá bóndasamfelagnum og so á Merkinum eru helst kenslurnar. Kenslurnar, har vit kenna, at Merkið er við til at seta mark. Tað ger gamla bóndasamfelagið sum veggjaprýði ikki.

Hetta varnaðist eg sjálvur, tá eg í míni lestrartíð búði á Garði ella á Regensen í Keypmannahavn. Regensen, sum í ár kann halda 400 ára jubileum. 

Tað var jú á Garði, at tað fyrsta føroyska flaggið varð hongt út gjøgnum eitt vindeyga í 1919.

Sjálvur var eg við saman við góðum fólki við til at skipa fyri flaggdagshaldi fyrst í hesi øldini á Regensen. 

Men tað, sum vakti mínar kenslur hendan flaggdagin í 2001 var, at beint omanfyri Merkið hendan dagin hekk Dannebrog á Rundatorni og veittraði – og onkur var skjótur at siga, at hetta var provokatión  – nú tey høvdu  hongt Dannebrog oman fyri Merkið. 

So var sjálvandi ikki – tí Dannebrog veittraði fyri týska forsetanum, sum var á almennari vitjan í Danmark hendan dagin.

Men her var talan um kenslur – og kenslur eru ofta meira braneggjaðar enn vit og skil.

Men tá skilti eg, at hóast eg var góður við Danmark og nógv av tí, sum danskt er, so var Merkið mítt merki. 

Her gekk markið millum merkini!

--

Men hvørjar ímyndir leggja vit í Merkið í dag? 

Hvat merkir Merkið í dag? Hvat markar Merkið? Hvat avmarkar Merkið? Og hvørji mørk setir Merkið?

Merkið er eitt friðartekin. Við sínum hvíta, bláa og reyða liti um tjóðarímynd varð Merkið sagt at ímynda loft, snjó og blóð – tað yrkir Hans Andreas í Sjá tú blánar. 

Krossmerkið minnir okkum á hin kristna arvin, ið vit hátíðarhalda á ólavsøku.  Ein felagskristiligan siðarv við næstrakærleika, ið kann byggja land – tað er hetta, okkara ímyndaði felagsskapur, ið vit kalla tjóðin - skal byggja á. Har fá hava ov nógv, og færri eiga ov lítið, sum Grundtvík tók til.

Arvurin, ið sigur okkum, at tað, ið ger av virðið á einum menniskja, er kærleiki – tí hvørt menniskja er unikt og hevur virði. Krossmerkið er við sínum vatnrætta og loddrætta bjálka ein áminning um, at hava gott samband við síni medmenniskju og við hin Alvalda, ið gav okkum landið og fólkið, vit liva ímillum. 

Merkið eru vit góð við, og vit orna um hjartað, bæði heima og serliga uttanlands, tá vit síggja tað vundið á stong. 

Tí nøkur sjálvfylgja er tað ikki. 

--

Men hvørjum flagga vit fyri? Og hvat leggja vit í týdninginum av Merkinum?

Í hesum døgum er tað hvíta, reyða og bláa flaggið nógv at síggja kring landið. 

Gongur tú ein kaitúr ymsastaðni í Føroyum, sært tú eitt flagg veittra í hvítum, reyðum og bláum liti. Tey veittra á skipum, ið liggja og bunkra og njóta gott av føroyskum tænastum. Summi vilja vera við, at tey avlurta og kannað okkara streymveitingar. Tí hetta er ikki tað føroyska flaggið, men eitt land, sum er eitt einaræði í kríggi. Tí kríggj er aftur í okkara heimsparti. 

Vit, sum eru so heppin at liva í einum landi við fólkaræði og talufrælsi kunnu skjótt gloyma, hvussu stórt og týdningarmikið hetta er. 

So seint sum í seinastu viku varð mannarættindastríðsmaðurin, 41 ára gamli Vladimir Kara-Murza, dømdur í - ja, vit kunnu ógvast við – í 25 ár í arbeiðslegu fyri sín leiklut fyri einum frælsari Russlandi. Og hann er ikki tann einasti. Í fjør fekk hann Vaclav Havel virðislønina frá Europaráðnum fyri sítt stríð fyri demokrati og talufrælsi. 

Nú er meira enn eitt ár síðani Russland leyp á grannalandið fyri vestan, Ukraina, og síðan hevur einki verið tað sama. 

Kann vera, at okkara prísir hækka og inflatiónin rakar. Tað er hart og skal ikki undirmetast. 

Men tað er lítið av miklum ímóti teimum ukrainum, sum verða skotin, pínd ella missa síni børn, sum síðan verða ættleidd av fólki í einum øðrum landi. Sum noyðast at flýggja – summum bjóða vit vælkomnum hendanvegin – og onnur verða burturflutt til Sibiria. Ræðuleikarnir eru nógvir – í júst hesi løtu – og er tað nakað, sum ikki er ein sjálvfylgja, so er tað fólkaræði, talufrælsi og tað at eiga sítt egna flagg. 

--

Tað fyrsta, ið verður gróðursett, tá hersetingarvald vinna sær landøki – umframt ótti og stúran – er sum sagt flaggið!

Føroyska Merkið er hinvegin eitt friðarmerki. Vit eru eitt kristið land við gamla siðaarvinum við næstrakærleika, og vit eru eisini eitt evropeiskt demokrati við orðunum hjá franskmanninum Voltaire við í viðførinum tá hann segði: “Eg eri ikki samdur við tær, men eg vil til mín deyð stríðast fyri tínum rætti at hava tíni sjónarmið og tínar meiningar”. 

Men ikki at taka støðu er eisini at taka støðu. Eitt gamalt orð sigur: Sig mær, hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú ert. 

Ella vit kundu sagt tað soleiðis: Latið ikki onnur liggja her og njósnast, meðan vit høsnast. 

Hetta er so sanniliga ein etiskur spurningur. Og politikkur og handilspolitikkur er so sanniliga ein etiskur spurningur í dag. 

Er hetta nakað at flagga fyri? Ella, hvønn týdning fylla vit inn í Merkið í dag?

Og skuldi tað einaferð komið hartil, at vit taka stigið og ynskja at verða eitt sjálvstøðugt land – hvar fer hin demokratiski vesturheimurin so at halda, at vit hoyra heima? Hvørji virði fara tey at halda, at vit standa fyri? Vit vilja so gjarna vera viðurkend av øðrum, eins og vit í dag hátíðarhalda, at onnur viðurkendu okkara Merki í 1940. 

Merkið skal vera savnandi, og tað skal bera okkum boð um vón og samanhald gleði og í sorg. 

Her skal vera persónligt frælsi, savningarfrælsi og talufrælsi. 

Her skal vera pláss fyri øllum, tí tað er heldur ikki ein sjálvfylgja, Tað er ikki so langt síðani, at fólk við menningartarni og sjúku vóru send til Danmarkar, og tað gera vit enn við tey, ið skulu sita ein longri dóm. Tí her er ikki pláss fyri teimum. 

Eisini fyri hesum flagga vit í dag. 

Tí Merkið setur í grundini eingi mørk. Tað gera vit hinvegin. Vit leggja sjálv í, hvat vit leggja í Merkið og hvørjum vit lata okkara flagg veittra saman við. Vit gera eisini sjálv av, hvussu búgvin onnur halda okkum vera, og hvønn onnur skulu síggja, at vit fylgjast við. Hvørji virðir, vit vilja vera kend fyri. Um tað skal vera talufrælsi og demokrati ella okkurt heilt annað.

Tá Hemmingway spurdi, hvørjum klokkurnar ringdu fyri, svaraði hann, at tær ringja fyri tær – tí vit eru øll partur av mannaættini. Á sama hátt verður í dag flaggað fyri og mær, tí vit hava øll eina ábyrgd. 

Vit skriva nú 2023 og stevna fram við framburði og frælsi – og vónandi eisini friði. Ella tað vóna vit. 

Við vónini um Guðs signing yvir tjóð og land fari eg at takka 120 ára føðingardagsbarninum Havnar Hornorkestri fyri tann stóra heiðurin mær er sýndur at siga hesi orð í dag. 

Latum okkum øll virða Merkið, hjúkla um demokratiið og leggja øll góð virði í hendan ímyndaða felagsskapin og taka eina støðu við orðunum hjá Hans Andriasi: 

Fríða land mítt, fjart frá øðrum londum statt,

sig mær altíð, hvat er rangt og hvat er rætt;

lær meg snildið tað, at stevna fram á veg -

altíð vera millum teir, ið verja teg! 

Takk fyri!

Theodor Eli Dam Olsen