Skip to main content

Barnabókin, sum aldri varð

Mia H. Smith: Olaf sær ein krígsbil

Gangandi fram við vakstrarhúsinum í Tórsbyrgi, nú Mentanarnátt er í hondum, kom eg í tankar um gamla handritið til søguna, sum abbasonurin, Olaf, og eg funnu uppá, tá vit høvdu verðið niðri á kampingplássinum, og sæð ein týskan krígsbil, har tey grillaðu pylsur.

Akkurát sum á Mentanarnáttini.

Grannin, Heðin, rættlas og Birgit bjóðaði sær til at umseta til týskt og íslendskt, tí har var segmentið, tey rópa, tað er væntaði bólkurin av týdningarmestu lesarunum.

Fryntliga forlagið í Vestmanna vísti til Havnar, har tey gjørdu bøkur til børn. Men maktfulkomna bókakonan í Havn svaraði mær, at fongurin yviri við Strond var einkið annað enn rótutur, at bókmentaliga nevndin saknaði mál og mið, at teksturin var tilvildarligur, og ovfyltur við vaksnum viðmerkingum. 

Nú Mentanarnáttin aftur er í hondum, og skrivigluggin tødnaði við enn einum ári, tók eg søguna upp aftur úr talgildu skuffuni, og helt, at ber ikki til at publisera á pappíri, so ber til á egnum bloggi á skíggjanum.

Mentanarnáttina fara Olaf og vinkonan, Barbara, at lesa søguna um, tá Olaf sá ein krígsbil á kampingplássinum yviri við Strond. Upplesturin verður í Vakstrarhúsinum í Tórsbyrgi. 

Vøkru permutekningina til søguna gjørdi Mia H. Smith.

Olaf sær ein krígsbil

#1

Í dag vitjar Olaf abba.

Við kikaranum úr vindeyganum síggja teir ein grønan krígsbil. 

- Hevur hann byrsur, spyr Olaf.

- Latið okkum fara oman at hyggja, sigur abbi.

Krígsbilurin stendur á kampingplássinum.

#2

Olaf og abbi ganga oman eftir gøtuni. 

Har, sum brekkan endar, er eitt gil.

Har eru nógvar sóljur, og hønur sita á pelunum.

#3

So eru teir komnir oman á slætt og síggja inn í kampingplássið, sum er hinumegin.

Men fyrst skulu teir yvir um vegin.

Vegurin ristir og hønurnar fara á flog.

Ein gulur kranabilur koyrir framvið.

Tá kranabilurin er farin, hyggja abbi og Olaf til vinstru og til høgru.

#4

Nú er eingin bilur.

So ganga teir yvir um vegin, hóast eingin gonguteigur er.

- Kann man tað? spyr Olaf.

- Kom nú og skunda tær, sigur abbi, sum væntar, at guli kranbilurin skjótt kemur aftur.

#5

Ein bummur er fyri, men abbi heldur, at teir kunnu ganga inn á kampingplássið allíkavæl.

#6

Nú er friður.

Abbi og Olaf eru inni á kampingplássinum. Trø vaksa á høga bakkanum, sum er rundan um plássið.

Fólk, sum tosa fremmand mál, busta tenn undir krananum. Ein kona hevur verið í bað. Hon er í kimino og hevur handklæð um hárið. Hon fer upp í ein stiga, tí teltið er uppi á takinum á bilinum.

#7

- Har man vera stuttligt at sova, sigur Olaf og hugsar um mánan. 

- Abbi sær altíð mánan, tá hann lýsir yvir fjørðin. Í túninum hjá abba er ein mánarakett, sigur Olaf við tey, sum busta tenn.

- Nei, tað er toppurin á einum vita, sigur abbi, og fer at snakka um Akrabyrgi og blinkiljós, og skip sum renna á land um náttina og manningina, sum verður etin av hávum.

- Hvussu kann mann síggja ein háv um náttina, tá eingin lýsir, spyr Olaf.

#8

Á einum bonki í grøna grasinum hevur ein maður við blýanti á oyranum smurt smør á breyðið frá bakaranum. Hann hevur sítt hár og yvirskegg og er í blomsturskjúrtu. Nú liggur knívurin eftir. Hvar fór hann?

#9

Hann hevur sett seg á brúnna við Bukkevald. Hann teknar eina likku, sum setti seg á steinin. Nú fleyg hon og maðurin í blomsturskjúrtuni, sum hevur lumma, koyrir tekniblokkin í hann og setur blýantin aftur á oyrað.

- Eg vil hava ein blýant sum handan á oyrað, sigur Olaf.

- Ja, tú skalt fáa ein, tá vit koma niðan, sigur abbi. Eg eigi ein í hjallinum.

#10

- Men steðga nú. Har stendur okkurt á russiskum, sigur abbi og fer yvir til grøna krígsbilin at lesa bókstavir, sum venda øvut. Hvat bókstavarað munnu hasi brúka?

- Týsk jurta, stavar og lesur abbi spakuliga. Hvat man tað vera?

#11

Tá kemur maðurin við síða hárinum og yvirskegginum úr bilinum. Nú er hann í grønum klæðum og rullar endarnar á skegginum.

- Hetta er okkara tjald. Men allíkavæl er tað ein bilur. Ein ferðabilur, sum vit búgva í. Vit eru úr Köln í Týsklandi, sigur maðurin. 

Konan, sum eisini er í grønum klæðum, nikkar. Hon grillar aftan fyri krígsbilin, har ein runut motorsúkkla hongur. 

#12

- Vit komu við Norrønu sunnukvøldið og fara til Íslands mikudagin. So fara vit at koyra runt. Fyrstu ferð í hesum bili. Maðurin sigur annaðhvørt orð og konan sigur hini orðini. 

#13

Abbi spyr, um bilurin er frá krígnum. 

- Nei, einki kríggj, sigur maðurin, ið er klæddur sum krígsmaður. - Tað er ein 43 ára gamal Man.

- Á ja, Man diesel, teir kenni eg. Nógvir sovorðnir koyra framvið her, sigur abbi.

- Nei, einki diesel. Bara Ísland, sigur maðurin og klamsar hurðina. 

- Hví bleiv hann óður, spyr Olaf.

#14

Men abbi setur hondina fyri pannuna og hyggur yvir fjørðin, har ein slupp fer spakuliga framvið.

- Haldi, hon er úr Vági. Tað síggi eg á seglunum, sigur abbi.

#15

- Eg vil hava eina pylsu, sigur Olaf, sum luktar, hvat týska konan grillar. 

- Kom og fá tær eina, sigur konan. Vilt tú hava karrykettjup? 

Tað er stuttligasta orð, sum Olaf hevur hoyrt. Karrykettjup. Bara blásiblomstur er næstan líka stuttligt. Og blomsturskjúrta og tekniblýantur, heldur abbi.

#16

- Hvar eru byrsurnar, spyr Olaf.

- Vit hava ongar byrsur. Hetta er ikki ein krígsbilur. Vit bara ferðast, sigur konan.

Nú rópar hon á mannin og spyr, hvar knívurin er.

- Á, eg gloymdi hann á bonkinum har yviri. Eg fari beint eftir honum, sigur hann út gjøgnum rútin, ikki petti óður.

#17

Nú hevur hann myndatólið við og tekur eina mynd av likkuni, sum aftur hevur sett seg á steinin at eta eina sild. Sluppin úr Vági siglir aftanfyri.

Fremmandi maðurin tekur eitt sjógras úr bakkanum og setur tað á oyrað á Olafi.

#18

- Sum hasi fólkini vóru fitt, sigur Olaf, tá hann og abbin ganga hond í hond um vegin aftur.

- Og mær dámdi so væl karrykettjupið.

Í brekkuni niðan tekur Olaf eitt blásiblomstur upp í hondina og blæsur alt av.

- Í morgin fari eg at siga øllum í Akkuleyuni frá um krígsbilin.