- Í Póllandi kostar gestablídni onki. Her er ein yvirflóð av søguligari mentan og av góðari gerandismentan við fríari atgongd uttan okur, sigur Óla Jákup Rólantsson, sum saman við konuni Lailu eigur Póllandsferðir, sum í skjótt tjúgu ár hava skipað fyri ferðum til Póllands.
Havi sjálvur verið í Póllandi og Kekkia í summar, og eri hugtkin, infatuated, sum bretar siga, av hesum londum í eystara parti av Evropa, og teirra máta at møta ferðafólki uppá.
Óla Jákup vísur mær í ferðafrásagnir hjá teimum til Póllands hesi árini. Hann hevur sjálvur skrivað, og eg eri sloppin at endurgeva eina ferðafrásøgn, ið tekur saman um ta fatan og uppliving, hann hevur av Póllandi í hetta drúgva skeið, tey hava ferðast til landið.
Sum hann sigur: Hetta sigur tað mesta:
- Morguntúrurin byrjar niðri á Waly Chrobrego Promenade-trappuni oman móti ósanum á Otraánni. Síggi ánna, prámarnar, skipasmiðjuna í baksýni og ótrúliga mongu kirkjutornini, sum sambært søguni altíð skulu teljast tvey fleiri enn skonkiloyvini í Szczecin.
Spáki yvir á Hertogaslottið, har Stettinarfilharmonikararnir hoyrast spæla úti í garðinum - ókeypis konsert - hóast teir hava fingið sína egnu Filharmonia, eitt av heimsins flottastu konserthúsum, Filharmonia im. Mieczysława Karłowicza við Solidaritetstorgið, Plac Solidarnosci. Gangi stutta túrin niðan á matstovuna Alt Stettin á Viktoria Hotel, har niðaru hæddirnar eru javngamlar við Kirkjubøumúrin.
Danir hava ølsmakking í kjallaranum, á hædd minus 2. Vit steikja pólskan Herefordbúff á gløðandi svenskum basalti í hugtakandi umhvørvi, har veggirnir siga býarsøguna gjøgnum túsund ár. Vit spáka yvir í bergtakandi Jákupskatedralin, sletta vígt vatn á okkum úr karinum innanfyri ovurstóru hurðarnar og ganga fram við veggunum, har ræðumikil framsýning í besta Madam Tussaud-stíli er um jødatýningina, so veruleikakent, at tú nærum kennir angan av blóði, gassi og reinum fananskapi. Skriftastólurin er í stereo - kardinalurin í miðjuni og ein angrandi syndari hvørjumegin. Her er ongin billettsøla og prestur signar okkum ókeypis, tá vit trína útum og seta kós móti risastóra sentralkirkjugarðinum, Cmentarz Centralny, har fleiri liggja grivin enn tað búgva fólk í býnum.
Kirkjugarðurin - triðstørsti í Evropa - er ein áminning um ófatiligan óndskap móti hundraðtúsundum týndum, men kortini ein hendinga vøkur og friðsæl viðarlund, har hvør einasta grøv er pyntað við blómum og ljósum, har nunnur og munkar taka sær av teimum, sum ongi skyldfólk eiga. Hvør einasti gravsteinur kundi verið handrit til ein stórfilm. Men her er ongin kirkjugarðskensla. Tignarligu monumentini eru øll ein heiður til kærleika og trúfesti.
Aftaná fáa vit ein pólskan strudelbolla við budingi og bawarka - eitt krúss av te við mjólk afturvið einum svørt/hvítum kekkiskum stuttfilmi av Milos Forman við pólskum undirteksti á Kino Pionier frá 1907, sum er elsti virkandi biografur í heiminum.
Seinnapartin leiga vit hýruvogn upp á Wollin at síggja endurreistu Jómsborg, høvuðssæti víkinganna.
Her angar av søgu og ikki frítt at vit hava hug at tríva í okkurt ørindi: “Drekka teir í Jómsborg bæði úti og inni, drukku mjøð og kláran vín, glaðir á hvørjum sinni.”
Á veg heimaftur stóðga vit á og fara á krógv at hita okkum við einum tallerki av tjóðarsúpanini borscht, serveraða afturvið jugoslaviskum harmonikutónleiki - virtuosurin spældi enntá Føgru Blómu fyri okkum - fyrra vers í polkatakt og seinna í heimagjørdari slaviskari fólkajazz-útgávu. Herligt. Um vit sjálvi hildu tað vera rímiligt, so kundi hann kanska klára 3cl av lunkaðum vodka fyri ómakin.
Heimkomin á hotellið staðfestu vit, at hóast vit av skomm guldu hýruvognsføraranum dupult, so var hetta bíligasti dagstúrur nakrantíð. Men tað tók nógvar dagar at sorna hesa yvirflóð av góðari mentan, sum varð borin okkum við størsta gestablídni uttan so mikið sum ein einasta zloty av óvæntaðum útleggi.
(Brot úr ferðafrásøgn hjá Póllandsferðum)