Alla ta tíð eg sat í Geytadómsnevndini tosaðu vit um filmisk frásøgusnildi. Henda útloysandi faktor og førleika at siga søgur í myndum heldur enn orðum. Miðlarnir eru jú ymiskir og tískil ætlaðir til hvør sítt høvið og endamál, film og tekst. Í hesum grundtanka og eginleika vórðu filmisku og skrivandi talentirnar skildar hvør frá aðrari.
Í dag, nú vælskrivandi danska drotningin legði frá sær, og lívskáti krúnprinsurin skuldi taka yvir, hvakk eg við, tá eg sá ein handska fara upp eftir nýgloppaðu hurðini, sum vóru vit í ræðufilminum Psycho hjá Hitchchock, har Norman Bates í svørtum og hvítum læt upp inn til mammuna.
Síggi, at Ritzau eigur myndirnar og filmin av kongaligu løtuni. Hetta má so aftur siga og týða, at henda tíðindastovan er sloppin at filma og klippa løtuna, sum ikki var laiv.
Hugtakandi at síggja so kompakt og effektivt myndamál.
Drotningin, sum enn situr í gullstóli, skrivar undir, innan hon víkur sess fyri kongasoninum, ommusonurin gevur henni gongustavin, hurðin hjá fráboðandi handskanum gloppar, djúpt rørd og um at bresta útí at gráta, heilsar hon kosna konginum og fer inn í næsta rúm, einsamøll.
Eisini tey kongaligu kenna einsemi. Tað lesa vit av rygginum, sum nú fer út í annað rúm. Komi í tankar um gamla sjeytiáraslagaran hjá Pelle Karlsson När du går över floden går du ensam. Haldi, eg fari at spæla hann.
Við færri enn tveimum minuttum kundi hetta verið ein Geytavinnari. Aldarinnar Geytavinnari.