Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.
Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman, har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”.
At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein.
Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verður. Frálíkt støði.
Jógvan og Sára Magnusdóttir Tausen eru um okkum, vitandi og tænastusinnað í øllum smálutum, sum hoyra einum góðum borði til.
Fyrsta borðreiðing tekur støði í breyði, í skapi sum muffins, men gjørt úr súrdeiggi. Omaná og afturvið er ein plethora, ein rúgva, av smakkmettaðum ørindabitum. Garnatálgskrem við smakki av sinnoppi og grønari laimfrukt, krokettir við røstum fiski, og turrur fiskur, rørdur í smør, sum er brúnkað á pannu og borðreitt við sterkum karsa omaná.
Afturvið er Lustau sjerri av slagnum Manzanilla, sum er turt í smakki, men førir okkum beint til Jerez de la Frontera, syðst í Spania, har land og mentan nærum nemur við mauriska søgu. Her er høvuðsborgin hjá sjerri, og vit hava longu kagað inn um.
So fortelur Jógvan, ið er uppvaksin í grannalagnum í Tórsbyrgi, at fyri fyrstu ferð hevur hann hongt kjøt upp. Fyri matstovuna hevur hann keypt eina heila gongu, 41 seyðir, úr Sumba og hongt upp við sjóvarmálan í Hósvík. Kjøtið á borðinum, sum er frá í fjør og fyrrárinum, hevur á matlepanum í eina førinum frámerkið skerpikjøt úr Sumba, miso við rogni, og í hinum førinum Carpaccio-skerpikjøt við Vesterhavsosti.
Við myrkum og søtum portugisiskum Tawny Portvíni úr Douroudalinum, har longsta iberiska áin rennur heilt úr Spania, gjøgnum Portugal og út í Atlantshav, hava tey hjá Graham’s skapt og foredlað ivaleyst besta portvín til júst hetta norðuratlantiska høvið. Ein smakkeksplosión, tá kjøtið úr Sumba brestur undir gómanum. Hetta er toppurin á máltíðini. Vit sleppa at mixa á tallerkinum, so hann verður óruddiligur, men so mikið betri til smakk, sum úr munnholunum fer út í hvønn krók, her eg siti, innast í Áarstovu og eygleiði kvøldferðsluna á Áarvegnum.
So er tað ein djúpur japanskur ramen borðiskur við bláum eggi, sum Jógvan hevur gjørt, og førir meg aftur í náttúrugransking í skúlastovuni, har salt og reyðkál hoyra til royndina. Kanska tað mest ó-ramenska, sigur hann við einum skálkasmíli, sum eyðkennir ein kennara. Stuttligt. Afturvið er ein bolli við feitum ræstum rivi, og so eitt nýtt IPA-bryggj frá OY, við stuttliga heitinum Hanin Gali, sum í smakki er eins sprelskt og litirnir, reytt og gult, ein sitrus fagnaður, sum er enn betri enn Klikkheys, sum higartil hevur verið besta borðbjórið, men nú er, Hanin Gali tú meg, yvirhálað av einum instant klassikara til ræst kjøt og súpan. Transition, umskiftiligheit, tað er eyðkennið fyri føroyska køkin.
Høvuðsrætturin er klassiski bógvurin, sum Áarstova er kend fyri, men nú bara ræstur. Ein heilur lambsbógvur til tvey. Til ber at fáa restina í ein kassa ella doggy bag heim við. Knút Lambaa, hvørs bygningur í grannalagnum nú er komin til heiður og æru við høgum kjallara, gjørdi tað til eina natúrligheit á Hafnia eitt hanagleiv longur uppi. At fáa restirnar heimvið.
At royna smakkirnar út í odd og egg, verður umframt vanliga franska reyðvínið, frá økinum við Rhôneánna undir Ventouxfjallinum, og einum vælvaldum sjerriglasi, at merkja munin og taka persónliga støðu, hvat tær dámar best.
Sum um tað ikki var nóg mikið, fáa vit hin undurbært smakksterka Arla Unika ostin Drunken Dog við bromberi og sjerri afturvið, sum bæði taka tað søta fram, og so eina rúgvusmikla sjokulátudessert at leggja lok á, afturvið brandy, ein digestif, sum tey siga í Fraklandi. Betri verður tað ikki, tá John heilsar og skeinkir í glasið.
Í bókaskapinum, har eg siti, síggi eg, at alt savnið hjá doktor Lieberkind Dyrenes verden er á hillunum. Man kennir seg eygleiddin eftir hesa føroysku fjallaferð í fínari matgerðarlist, har ræst og sjerri verða bundin saman og forloyst undir tínum egna heimagóma.
Vit hava sitið manga staðni úti í stóru Verð, men heima í Havn er best. Eingin kosmopolitisk matstova í jazzblinkstrandi gigabýum, har alt er boygt í neon, slær hetta. Inni í krókinum í Áarstovu. Í eini tíð við transition loysa tey smakkir og binda í tað kosmopolitiska.