Tað sæst í kvøld, nú Norrøna kom fullfermd á Havnina við kampingvognum og bilum. Fleiri enn nakrantíð, eftir plássinum yviri við Strond at døma. Tað er í hvussu er fyrstu ferð, eg havi sæð útlendskar kampingbilar standa sunnanfyri grøna tjaldingarvøllin, tað er á gamla Bukkevald.
Tíðin á árinum er sum amen í kirkjuni eitt vælsignilsi hjá teim flestu, tí innvinningarárið er liðugt, og frítíðarlønin komin. Nú kann verkafólkið aftur ferðast í fólksliga andanum hjá Spies, um ikki betri stillaðir bólkar í samfelagnum, tað eru teir við hægstu lønarhækking, forkoma hesi smølu útrás, tí vandin fyri verkamannaútláti er í teirra optikki ovurhondsstórur.
Men í innskrivingarhøllini á flogvøllinum fekk eg herfyri at vita, at kollektivu Føroyar hava besta Ginital í verðini. Stættarsamfelagið er avlýst og vit eru javnasta skipan av øllum samfeløgum. Fløt sum pannukøkan. Tað sigur Ginitalið.
Heimildarfólkið dagførir súlubonusið, so samfelagið aftur kann verða javnt og álinju.
Hugsi við mær sjálvum, at hetta er einki annað enn bíbilska Matteuseffektin: ”Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.”
Soleiðis er lagað.
Í mínum huga er summarið einasta útrás úr tí gerandisliga. At ferðast er sum at eta H.C. Andersen. Fái eg ikki andan av einum søguligum stórbýi í gamla Evropa undir eygnalokini, so fái eg klaus. Føroyskt klaus.
Og nú køvdi hann av við heglingi.
Er summarið eitt vælsignilsi hjá teim vælbjargaðu, so er tað eisini eitt forbannilsi hjá øðrum, sum úti um landið vilja traðka á bremsuna og ikki vilja vita av ferðavinnuni á nakran sum helst hátt.
Áttanda heimsmál hjá ST, sømiligt arbeiði og búskaparvøkstur, sigur tó, at ”Ferðavinna er ein umráðandi inntøkukelda í nógvum londum og í veruleikannum er tíggjundahvørt starv í heiminum tengt at ferðavinnu. Um burðardygga ferðavinnan verður styrkt, fer tað at hjálpa til við at ansa betur eftir okkara náttúru, skapa arbeiði og styrkja burðardygga økismenning.”
Tað kann ikki verða betri.
At so verkfall verkamanna eftir altjóða arbeiðaradagin púra óforvarandi er komið á okkum og fremmandu ferðafólkini, tað gevur innvinningarárinum enn ein farra av tí ófrættakenda í tí enn ókomna. Ikki minst nú Suðuroyarleiðin við Smyrli avdúkar nýggjar veruleikar í okkara egnu miðlaskaptu fiktión. Hvat kann hin fremmandi bilurin ikki hava umborð, nú hann rullar inn um glintandi portrið, sum var ætlað at halda seyðinum burturi. Kanska bensinposar?
Um ikki grønur og nýsligin, er angin av summari í luftini. Ramur, í luftini.