Í kvøld komu tey bæði, Dagur og Vika, aftur úr summarfrí. Tað var eitt stórt frambrot, tá føroyska tíðindasendingin byrjaði, eftir at Sjónvarpið var komið í verðina hin fyrsta apríl í 1984. Frammanundan høvdu somu fólk sent donsku TV-avísina, sum kom við posti á U-matic bandi frá eini ónevndari keldu, helst einum vinmanni á Keypmannahavnarleiðini. Í Dimmu lovaðu lesarar kríggj, um danska TV-avísin ikki helt fram. Fólk hvørki ynsktu ella orkaðu eina føroyska TV-avís, sum tað róptist.
Um somu tíð var ein hampuliga stórur og íðin flokkur, sum savnaðist úti á Frælsinum í Kvøldskúlanum í Havn at granska hetta nýggja føroyska fyribrigdið, sjónvarpstíðindi. Góða tíðarritið Brá hevði eisini grein, har tey kannaðu tíggju føroyskar sendingar við sjónvarpstíðindum.
Fjøruti ár eru liðin. Enn hava vit ikki sjónvarpstíðindi hvørt kvøld, ítrótturin fyllir eins nógv og tíðindini, og sunnukvøld eru slettis ongi tíðindi, sjónvarpstíðindi, sum í teimum londum og miðlum eg oftast hyggi eftir, er høvuðskvøld í sjónvarpsvikuni. Og enn verri, um sumrarnar skal sparast bæði í útvarpi og sjónvarpi, so ta tíðina sæst lítið og einki av tíðindum. Serliga eftir at Útvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman, er blivi nakað berligt við nýskapandi tilfari, sum ætlast at koma um senukantin og út í summarrúmið. Tað er í vetrarskránni at seglini verða sett.
Og nú eru tey so aftur, Dagur og Vika, úthvíld og fresh, at fortelja okkum um tað dagsaktuella, ella í hvussu er tað, sum redaktiónin heldur, at vit ikki kunnu liva fyriuttan. Fyrst eitt langt, langt brot um arktiska gransking og granskarar haðani, sum hava funnið saman í Norðurlandahúsinum. Frálíkt. Men miðlaða tíðindaúrtøkan var, at tað er gott at møtast, serliga tá tú granskar tað sama, sum granskarin tú møtir. Tað er altíð ein góð útsøgn. Men bara hjá teimum.
Men so hendir nakað. Eftir átjan minuttum sleppur Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen at siga, at kvinnur, sum flyta av landinum og fara til Danmarkar, verða ítalusettar sum lívdjór. Hetta var ein setningur, sum vildi nakað og fekk meg upp úr stólinum. At kvinnur, sum flyta til Danmarkar verða mettar sum lívdjór. Men tá sløknar í redaktiónini og tey klippa. Eingin uppfylging, einki prát, ikki eingang frágreiðing um ársins orð, haldi eg, føroyska kvinnan sum lívdjór. Beint sum eg helt rekreeraðu og summarhvíldu redaktiónina verða vaknaða til ein drúgvan tíðindavetur. Mátti skonkja mær sterkt kaffi at koma yvir henda tíðindamissin og upplivingarskelkin, sum nú var íkomin innan heystfjøllini verða gingin og lat orðið lívdjór hanga í leysum hagfrøðilofti, óforloyst, meðan verturin uttan kobling fer til eitt annað evni. Púra uttan refleksión. Ítalusetan varð hetta so ikki.
Tá sendi eg langtandi tankar aftur til fýrsini, tá tað galt at knýta saman og skapa koblingar millum evnini, hvussu ymisk tey so kundu verða í hesum miðili, sum tá var nýggjur. Nú er hann bara blivin líkasælur, og eins langur og undirskipaða seráhugamálið hjá summum, ítrótturin. Meira refleksión á redaktiónini, tað ynski eg mær, nú vetrarskráin fer í gongd.