Møtti Lailu fríggjamorgunin í durinum á Landsjúkrahúsinum. Hon á veg inn og eg á veg út. Støðan hjá Óla Jákupi var álvarslig. Tá kom fram fyri meg tær góðu løtur, vit høvdu samfelagsfak í Hoydølum og skuldu gera eina veljarakanning úti um landið, hvør í sínum heimstaði. Vit fingu Norðureysturoy og gistu, tá liðugt var, í Søldarfirði. Minnist foreldrini og serliga abban, sum eftir útvarpsleikin um Baskervillehundin hetta leygarkvøld, livandi fortaldi um Immanuel og bønhúsið, og so alfredianararnar, sum í Bethania sungu hinar niður, so sterk var demarkasjónslinjan í Gøtu, har omma gekk og hevði broderað eitt skriftstað á veggin. Tað varð tikið niður, tá hon møttu abba, sum seks ár seinni fór at ganga í Filadelfia í Syðrugøtu. Hetta vikuskiftið skrivaðu vit um veljarakanningina og okkara upplivingar millum veggirnar í Funningi og við Gjógv, meðan Ívar, dollarin og yennurin gingu kykir millum veggja, sum eini setningurin segði. Veit ikki, hvar søgan er í dag, men væl lá fyri hjá Óla Jákupi at skriva og eygleiða. Og skal eg peika á eina einsamalla keldu og orsøk til, at mær dámar so væl at skriva, so er tað hann. Seinni sama ár fóru vit til Skotlands í bili við Smyrli. Myndin er tikin hetta skúlaárið inni hjá Andriásu og teimum við flyglið hjá beiggjanum Jóannesi S. Hansen. Nógv ár seinni møttust vit at skipa eina útvarpssending um bilar og ferðslu. Tá liðugt var, bjóðaði Ferðslutrygd til døgurða hjá Mouldi í miðbýnum. Burturúr spurdist ein yrking, hin einasta á prenti, um ein granna, ið sama dag varð borin út. Óla Jákup var inspiratiónskeldan, hvar hann so kom. Við hesum orðum fari eg at minnast Óla Jákup og lýsa samkenslu við tykkum, ið eftir sita. Takk fyri minnini.