Novembur er næstseinasti mánaður. Nú er hann, mánaðurin, sum sambært Henrik Nordbrandt ikki er ein, men fýra, so árið telur sekstan, komin at enda. Jólamánaðurin stundar til. Stress og keypiørska, blandað við kirkjugongd og dyrkan av tí guddómliga, men eisini alskinum til kórsang og sterkan solosang, sum Anna Sofía, Jasmin, Katrina, Dania og Marianna, siga í innlagda tekstheftinum.
Dania er fremsti tulkari á føroyska tónleikapallinum, ja eitt renessansumenniskja av Toftum mitt í Havn. Tað er hon, ið kemur á gátt við nýggju plátuni, Jólasoul, sum Tutl gevur út, við reyðari sloyfu.
Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj, sum myndirnar bera brá av. Men tað er bara teirra anarkistiska spæl fyri myndamanninum, har excesseses tykist vera eitt mynda- og atferðsspæl.
Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum. Nýggjastur í úttrykki, teksti og stíli er sangurin Jólastress. Svingar funk rappandi við innlagdari punktuerandi trompet við sangi hjá Jasmin Mote og Eyðfinn Lamhauge, sum eisini eiga orðini saman við Marius DC.
Hygg kavin hann er komin, jólasangurin hjá Flóvin Flekk, dulnevnið hjá Johannes Andreas Næs, er boogie-woogie Andrews Sisters teknifilmsuniversið, og so eitt gandakent dism av elgittaranum hjá Les Paul, tá hann spældi undir hjá konuni, Mary Ford, í fimtiárunum. Hetta er jólaævintýrið hjá SWAY, ein pandoraboks, sum markleys faldar seg út. Gittaran, sum vit bara fáa eina fyrijáttandi millimetur-ál av, eigur Ari Johannesen. Gittarljóðið, sum er vælinnpakkað í einum minimalistiskum jólapakka, er forsmakkur, ein forsjón, av sanginum, sum kemur seinni, Sleðurokk, hjá Regini D. Patursson.
Føgur er foldin er ein vøkur útseting av klassiska Grundtvig jólasálminum, sum Marianna W. Nagata og Ragnar Finsson syngja, intenst nær við mikrofonina, so at ektaða og inniliga jólakenslan hoyrist og tekur yvir í øllum sanginum, ið eisini fær framdrívandi trummuspælið at kenna okkum, sum vóru vit á eini tøkstøð, har jólatokið kemur til ásettu tíð, sum er einki annað enn jólaaftan.
Sangurin, røddin og tulkingin hjá gówa av Eg kom til at mussa jólamann er djúp og sensuell, sum tikin úr eini comic book traditión. Nýtt og spennandi.
Nissumamma, nissupápi er ein evergreen stuttligur jólasangur, lag omaná lag. Hetta krevur perfektión og røddir, sum kenna hvørja aðra og skapa perfekt samljóð. Ótrúligt.
Toppurin er gittarsoloin í Sleðurokk hjá Ara Johannesen, sum eg hugsi hevur skipað fyri tí mesta á allari jólaplátuni. Tað er flott, undirhaldandi og stuttligt. Tær flippa heilt út, og tað klæðir hesum sangi, sum er framførdur við leikandi Ævinýraferðini hjá Dánjali á Neystabø, innan vit flóta inn í Jólaklokkan aftur ringir hjá Jakob Jakobsen, við lagi hjá Hans Jacob Højgaard. Vakurt og nærverandi spennir ein lítillátin Dania yvir ein virðismiklan mentaskatt, vit eiga, Jólaklokkan aftur ringir. Tað er nakað hugtakandi við jólaklassikarum, sum verða framførdir undirspældir og lítillætnir, heldur enn sum hástemtar operaariur. Onkursvegna tiltalar tað meg. Kanska er tað Black Friday, sum fær meg at venda øllum brallandi jólaroksi bakið. Takk fyri tað.
Tað, ið dimt er er sangur hjá Katrini Olsen, Katari, sum nýskapandi og akustiskt elegant, tekur støði í skotsku fólkatónleikarahevdini, í hvussu er soleiðis, sum eg hoyra henda framúr góða og kryptiska sang, frá Pentangle og heilt upp til mín all time favoritt, Nick Drake. Hetta er tað mest óvæntaða hugvekjandi eg havi hoyrt av nýggjum føroyskum á plátu. Framúr. Lítla trompetin, ið hoyrist eitt lítið vet, klæðir sanginum og gevur hon eitt gott perspektiv.
At enda taka tær allar fimm í Jólasoul samanum við harmoniska jólasanginum Vátakavi og so í ellinta og seinasta sangi við rappi frá hinum altíð sniðfundiga undirspælandi Eyðfinn Lamhauge og sindur meira right on ágangandi Marius DC. Ein fín jólapláta, sum við nýggjum stemningsskapandi, men eisini brúkarakritiskum jólasangum í eygnahædd hjá teim framførandi, sum duga at konnekta og skapa eina nærveru, sum eingin annar á føroyska tónleikapallinum beint nú.
Góðar útsetingar, javnt og væl produserað pláta á høgum listarligum støði, kanska eina mest kring Ara Johannesen, sum eisini gevur plátuni tað søguliga lítla gandakenda tremolo elgittarljóðið frá Les Paul, sum í avmáldum skamti er tann reini gandur. Í mínum afturlítandi ljóðreferansum hoyri eg eisini amerikanska Greg Phillinganes og svenska Eric Gadd, lagaliga flótandi, men altíð við góðum funkriffum. Hetta er gott. Ordiliga gott til jól, har vit hava lyndi til at halda fast í tí siðbundna og afturvendandi. Men her vága tær allar eisini at syngja upp móti siðvenjunum, varisliga, sum í Jólastress hjá jazzygold og Ayphin, sum eru stílsikrar opinberingar. Takk.