Myndin er klipt frá BBC sending
Keypti mær elbil í gjár. Gott, tað ikki var ein Tesla. Henda heilsa hjá Teslamanninum hevði fingið meg at latið bilin innaftur.
Ótrúligt, at tað pengasterka bulvirkið, sum endurvaldi amerikanski forsetin, lagar uttan um seg, er so fátækt, at tað kann gera mest provokerandi heilsan í eina øld á allari klótuni. Gott hann vil fara til Mars, at seta Stars and stripes í tað lendið. Gott.
At man kann vera so ódannaður, at tú hvørki hevur sæð Chaplin og The Dictator ella Peter Sellers og Dr. Strangelove, er enn eitt dømi um avlærandi styrkina, sum ríkidømi ikki bara kann, men altíð førir við sær. Tú sært teg sum ein almáttugan Midas kong, tíðarleysur og maktfullkomin, blindaður á eini heilagari missión, ið er ein so stadnað standingsmynd, at hon er millum tínar fimm fingar og leysapartarnar, úrkynjaður og úrskeplaður. A degenerate. Five to One, baby, sum Jim Morrison syngur. Five to One. Og tað er annað uppistandsskemt enn dollars, vit tá tosa um.
Og tó, kanska er tað, eftir hátíðarhaldinum at døma, einki annað enn kávalótir, at fjala út yvir nógv ljótari ætlanir at økja um munin á fyrst og fremst rætttrúgvandi og vantrúgvandi, eftir sálmasangininum og messandi bønunum at døma, og síðan ríkum og fátøkum, í heimsins sterkasta landi, sum óskammað otar seg inn á okkara firðir.
Danski, Carsten Jensen, kallar heilsanina magtbrynde, sum orðabókin hjá Sprotanum týðir til: valdfýsni, valdgirnd, maktgirnd, valdsjúka. Í øllum fýra førum rætt og beinrakið.
Eg sigi bara: Gangið mars hiðanífrá!
Myndin er klipt frá BBC sending