Henny Dánialsdóttir, ráðgevi í handaverk og list, hevur hesa vikuna sett lærarum stevnu á Føroya Fólkaháskúla.
- Lærararnir, sum eru møttir til verkstovudagarnar, hava drúgvar royndir á praktiska og estetiska lærugreinaøkinum, sigur Henny í hurðini, nú hon bjóðar innum.
Men tá vit koma til samanumtøkuna hjá møttu lærarunum, sum sæst niðanfyri, er tónin og karga orðavalið nóg so atfinningarsamt, nú síðsta freist nærkast, at koma við broytingum nú Fólkaskúlalógin frá 1997 verður endurskoða.
- Ein heilur starvsfólkahópur kring alt landið er ónøgdur við sítt lærugreinaøki - tað kunnu vit ikki síggja burtur frá, siga møttu faklærararnir í samanumtøkuni hjá Henny.
- Á verkstovudøgunum hava vit viðgjørt núverandi fakligu og praktisku støðu í fólkaskúlanum. Vit hava eisini hugt frameftir, hugleitt og roynt at finna loysnir, og umrøtt, hvat er neyðugt at seta í verk, soleiðis at hesar lærugreinar fáast at virka fyri djúphugsni, at menna kreativa, innovativa og kritiska hugsan og menna samstarvsevnini hjá næmingunum, sigur Henny, tá hon bjóðar mær við at eygleiða og hoyra endaligu samanumtøkuna.
- Vit hava eisini opnað upp fyri lærutilgongdum, sum skulu virka fyri at kveikja skapandi og verkliga hugin hjá børnunum, og geva teimum møguleika at skilja seg sjálvan í heiminum, samstundis sum tey menna sína mentanarfatan, sigur Henny og vísur eitt dømi.
Fyri fimm árum síðan hevði eg samrøðu við Katrin Bech, sum tá kannaði og kortlegði lærugreinina handaverk og list í Føroyum og bar saman við støðuna í øðrum londum. - Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast, segði hon tá.
Orsøkin til kanningina av handaverki og list í føroyska skúlanum var at finna so frammalaga sum í politiska samgonguskjalinum, har sagt varð, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar. Ikki hissini útpurring.
Fara vit nøkur ár aftur, so tóku fólk í Undirvísingarverkinum í 2012 stig til at bjóða Anne Bamford úr Tasmania higar at kanna listaliga fakøkið í skúlum og barnagørðum í 2012. Hon kom alla ta longu leið higar, tí Norðurlendska Ráðharraráðið vildi kanna, hvussu list verður brúkt í norðurlendskum dagstovnum, fólkaskúlum og á miðnámi. Í august og september 2012 kannaði Anne Bamford 28 føroyskar stovnar og skúlar, og tosaði við 150 fakfólk. Kanningin varð løgd fram í Norðurlandahúsinum mánadagin 21. januar 2013.
Aftaná framløguna var kjak millum fakfólk.
Sum lærari í evning hefti eg meg við, at bert heilt fáir lærarar vóru møttir og landsins størsti skúli var als ikki umboðaður. Framløgan hjá Anne Bamford var eins siðulig og teksturin í kanningini. Hóast serstakliga bersøgin í innihaldi, hevur professarin duga væl at fáa fólk at opna seg, og greiða frá um hvussu list, kreativitetur og mentan verða brúkt, ella rættari forbígingin, í dagliga yrkinum. Tá søgdu orðini verða endurgivin í frágreiðingini kunnu tey stundum tykjast ágangandi og niðurgerandi. Men eg vil heldur siga, at gløgt er gestsins eygað og mæl til, at fakfólk taka í egnan barm og hækka um tilvitskuna, tá tað ræður um at brúka list, kreativitet og mentan á ein tilvitaðan hátt, sum er tilætlað mennandi og gevur meining í dagliga yrkinum og ikki innantóm dagdvølja, sum kanningin bendir á. Tí listin blómar – men bara ikki í skúlanum. Samanumtikið vil eg siga, at kanningin hjá Bamford er ein beint frammaná hjá serliga dagstovnum, men sanniliga eisini fólkaskúlanum. Á miðnámi er støðan nakað frægari, tí har eru fakfólk og karmarnir eru oftast góðir.
- Tað ræður um at skapa karmar, sum gera, at fólk innan ymsu økini í handaligu lærugreinunum koma í samband við hvørt annað, sigur Katrin Bech, og sigur, at Bamford vísir á, at allastaðni úti í heimi síggja vit miðstøð, deplar, og hon mælir til, at vit eisini eiga at gera hetta møguligt í Føroyum.
Í niðurstøðuni vísir Anne Bamford á sjey høvuðstilmæli. Í einum tilmæli verður víst á, at samstarv má setast í verk millum skúlarnar og ymisku feløgini og stovnarnar, sum arbeiða innan list og mentan.
Umframt kanningina hjá Anne Bamford, tekur Katrin eisini fram álitið “Føroyskur førleiki”, sum Mentamálaráðið tók stig til longu í 1999.
- At breiða út vitan og at skapa fortreytir fyri samstarvi, so vitanardeplar spyrjast burturúr, er ikki nakað nýtt fyribrigdi hjá okkum. Arbeitt varð við slíkari tankagongd í álitinum “Føroyskur førleiki“, sum viðger framtíðar útbúgving og granskingarpolitikk. Har verður mælt til at undirvísingarverkið eisini skipar vitanardeplar.
Katrin sigur, at óansæð hvønn leiklut vit hava í skúlaverkinum, kunnu vit øll hava eina varhuga av, at tær handaligu lærugreinarnar seinnu árini hava verið nógv niðurraðfestar.
- Tað kann kennast løgið at hava slíkar tankar ella sjónarmið í Føroyum anno 2020, tá listin í víðastu merking, uttanfyri skúlans gátt, tykist at verða í besta blóma í øllum samfelagnum, bara ikki í skúlanum, heldur Katrin fyri í samrøðuni, eg gjørdi við hana fyri fimm árum síðan.
Enn bendir alt á, at politiska skipanin og fyrisitingin av skúlaverkinum aldri hevur tikið kreativu fakini í álvara. Kanska er tað tí, at einki krav er um próvtøku í fakinum, um so varð at onkur valdi fakið, til dømis við høvuðsdenti á myndlist, varð tað tókt í hádeild. Men tá eru øll onnur fak neyðug at velja, skalt tú útbúgva teg víðari. Avbjóðing er, at sleppa burturúr hesari naggatódn og møðandi rillu, og geva handaverki og list eitt innihald, sum fullfloygt ber fram í tíðina og verður spennandi í okkara samfelag, har listin blómar. Bara ikki í skúlanum.
Takk fyri hugvekjandi innbjóðingina, Henny, og alt tað besta í tykkara góða stríði at bøta um korini hjá handaverki og list.



Comments