Í dag fekk eg triðju og nýggjastu fløguna hjá Vágabólkinum Blátt Gras til ummælis, Veðurmaðurin. Ein framúr traditións- og siðatrúgv bluegrassfløga við tíggju egnum heimagjørdum sangum í eini framúr væleydnaðari produktión frá amerikanska Crossroads Studios í Asheville í North Carolina, sum teir, væl upplagdir seks vágamenn, hava staðið fyri.
North Carolina er heimstaður hjá gamla plátufelagnum Sugar Hill og øllum bluegrassnøvnum, sum seinni blivu kend, Doc Watson og fram eftir. Og alt hatta við Trump lata vit liggja hesa løtu, tí eg hugsi, at frá føroyskari síðu varð alt gjørt innan hann kom til hesuferð
Fyrsta eg leggi til merkis er, at trummuspælarin Richard Johansen, eigur orðini til allar tíggju sangirnar. Fantastiskt. Løgini eiga antin Terje Johannesen ella Jóhan Mikkelsen, ella allir í bólkinum, sum umframt teir tríggjar nevndu eru Jarnhold Nattestad, Bjartur Fonsdal Johannesen og Ragnar Joensen.
Avrikið er týðuliga kollektivt og væl frágingið í eini tilvitað stuttligari modernistiskari bluegrasshevd við akustiskum ljóðførum og vælavstemmaðum røddum, sum The Louvin Brothers gjørdu kendar í fimti árunum og Everly Brothers seinni tóku upp og gjørdu kendar í popphøpi, tøttu røddirnar. Síðan hava vit fingið bluegrass superbólkar sum Chesapeake við manningini Jimmy Gaudreau, Mike Auldridge, T. Michael Coleman og Moondi Klein. Eri sannførdur um, at teir í Blátt Gras kenna til og byggja á í minsta lagi partar av hesi kjarnubakgrund.
Í fyrsta sangi er tað tó fiólin hjá David Johnson, sum gevur eitt rullandi framdrívandi tokdraiv í alment innbjóðandi titulsanginum Veðurmaðurin. Kaffi og breyð rímar uppá seyð, hetta er so deiliga stuttligt og gerandisligt og leggur støðið undir eina líkaso stuttliga fløgu og savn við sangum.
Í øðrum sangi, banjofunderaða Hvørt eitt strá, er nú greitt, at hetta er eitt gospelorkestur, uttan at nakað tó fer burturav sangi, stíli og framførslugleði av teirri orsøk í fatanarevnunum hjá okkum verðsligu, sum hvørki eru doypt ella fermd. Og tað er ein bedrift og eitt avrik, at megna at halda sangin og tónleikan so alment góðan og viðkomandi, hóast hann er gospel prædikandi. Framúr framdrift við banjo og fiól og allur tekstur úr føroyskum bøi og haga. Framúr.
Triði sangur, Góða mín, er ein klaverbaseraður kærleiksangur um hina einastu einu kosnu, við banjo og munnuhørpu, strektum harmoniium í niðurlagnum, og kontantu og presisu framførsluni, sum næstan ger hetta til ein Grand Prix vinnarasang. Deiligt.
Fjórði sangur, Um bygdagarð, hevur aftur framdrívandi tokrútmuna, fram eftir villu víddunum, sum løgdu støðið undir blue grass í amerikansku fyrndini, og tað riggar væl á føroyskum, har eg skoðið landið, undrandi. Góður plátuskaldskapur til høvið.
Fimti sangur, Kom við mær, er serliga spennandi, tí hann hevur orðini, ”mong í klikum skipa seg”, sum verða eitt slag av søgusigandi mantra, lykli og fatan. Ein empatiskur sangur, sum vinnur nógv stig, uttan at eg heilt veit fyri vist hví. Men tað er tað við sangi og tónleiki, at hesi bæði tilsamans definera ein felagsskap, sum gevur meining, tá hann verður sungin í felag. Ein sannleiki sum svensku Hoola Bandoola Band hildu fast um og kunngjørdu í sjeytiárunum.
Sætti sangur byrjar við banjojam sum hjá hillbillies í Appalakjunum og so eini fiól, og tættum kórusangi um meistaran, nú eru vit djúpt í skipaðu trúnni í kirkjuni, sum Blátt Gras hoyra til, og hava funnið frið í. Og tað er heilt okay og ikki á nakran hátt avmarkandi í fløgusavninum.
Sjeyndi sangur, Tó var ein, er heilt vist ein instant klassikari og evergreen í øllum meinigheitum, slow í siðvenjuni sum tá møti er kring oyggjarnar, væl, ja nærmast slick produserað, við nærverandi krúnararødd og kínandi fiól, gittara og steel. Hetta er eitt útvarpshitt, so tað stendur eftir í. Røddir og instrumentering framúr og second to none. Orð, tónar, røddir alt vundið um eina sneis, sum bara er so framúr vælsmakkandi, at eg má yvirgeva meg. Hetta er tað. Perfekt.
Áttandi sangur, 14B, er hin stuttligasti teksturin og søgan á allari fløguni. Trummuspælarin, Richard, eigur sum sagt teir allar, tekstirnar. Høvið er ein flogferð, sædd úr stólinum 14B, og hvussu alt kann eygleiðast haðani. Ein inspiratión til at altíð at skriva, hvussu einføld og gerandislig munnhørpusøgan og eygberingin er. Skriva. Og klæð so skrivaðu søguna í eina gittarsolo og so eina klaversolo afturat, so koyrir tað bara, borið fram sum bara Blátt Gras kunnu í besta, ja eg vil siga hjartastíli, so deiligir eru teir. Perfekt punktuerandi í sang- og spælistíli eisini, ikki ólíkir meistarunum Chesapeake.
Níggjundi sangur, Trý orð, er kærleikssangurin burturav á hesi fløguni, reinur og skarur, við eini framúr banjo solo og tølandi steel í bakgrundini.
Tíggjundi og seinasti sangur, Tað góða kemur nú, er ein stomping sangur, sum fer yvir í swing, og flytir seg úr tí ramasta kærleiksálvara yvir í music hall skemt, og sigur anakronistiskt, nú vit enda, at nú kemur tað, soleiðis kosmiskt í stóru verð, at finna leið í mótgongd sum í einum poppsangi í sjeytiárunum. Hetta er bara so stuttligt og hjartagott, harmoniskt og vælspælt við eini smittandi yvirflóð av pianospæligleði. Eg kann bara siga, at eg eri raktur, og vænti at nógv onnur eisini verða tað, rakt av spæligleðini hjá Blátt Gras.
Takk fyri sangirnar og lívskátu lurtingina í tíggju óbrotnum delikatessum.