Skip to main content

Várið kennist heilt niðan í Meksiko

Frá vinstru síggjast í køkinum í Húsagarð á fýrastjørnaða Hotel Brandan uppi í Meksiko: Mart, Sigurd, Tórur, Mogens, Florin og Bjørt. 

Mart Manuel er yvirtænari í Húsagarði, matstovuni á Hotel Brandan her uppi í Meksiko, tey rópa, tí aldargamli garðurin, tey fluttu av Húsabrúgv, var so langt burturi. Síðan hevur býurin vaksi seg stóran, langt út um býarpartar sum úti í Grønlandi, eins og tey hava býlinganøvn sum Kanada aðrastaðni í Føroyum.

Tað var í fjør, at eg fyrstu ferð møtti Mart, sum hevði arbeitt á fimmstjørnaðum hotelli í filipinska høvuðsstaðnum, Manila, hevði borðreitt fyri Imeldu Marcos, og ein vinmaður, sum hevði borðreitt fyri Frans páva, var í Føroyum og arbeiddi hjá Katrinu. Tí kom Mart higar og trívist væl, við soni og konu, hann úr norðara og hon úr syðra partinum av Filipsoyggjum.

- Vit eru í einum góðum stima, bæði í gisting og í matstovuni, sigur Virgar Enghamar, stjóri á fýrastjørnaða Hotel Brandan, her fáa vit fyrst fáa ein Daiquiri sum á Hemingwaystaðnum, El Floridita, í Havana, innan vit fara í svalliga vínkjallaran, Gilið. Í biografkenda upplivingarrúminum halda vit fram at tosa um filmin Conclave, Frans páva og katólsku kirkjuna, sum fyri vist er seinasta bastión við vón fyri byrða fólkslig bróst á karibisku revolutiónsoynni Kuba. Síðst eg var inni her var tað saman við danska rúmdarmanninum, Andreas Mogensen, ið nú er ein av sjey, sum í einum simulatori í Köln, skulu venja seg at liva, sum var tað á Mánanum.

Sveimandi Spaniaboblur fara í legglongu cavagløsini og afturvið fáa vit føroyskan laks við persillu á knasandi knekkbreyði, sum útloysir eina frískliga váruppliving.

Tórur Árnastein, sum eg fyrstu ferð møtti í 2017 á matstovuni Frumbita hjá Brent Morrow úr Coffs Harbour í Avstralia og Katrinu Mortensen úr Havn, serverar fyri okkum í kvøld. Tað er í hølunum hjá Frumbita, at okkara Michelinstjørnukokkur, Poul Andrias Ziska, nú hevur latið upp fine dining matstovuna við navnabókstavunum paz. 

Hann, Poul Andrias, avmyndaði eg fyrstu ferð í 2009 í matstovuni Gourmet hjá Leif Sørensen. Í 2017 gjørdi eg samrøðu fyri blaðið hjá Atlantic Airways við hann um fyrstu Michelinstjørnuna. Og nú eru danskir Michelinstjørnukokkara á vitjan hjá Ræst, so tað er røringur sum aldri áður í føroysku matstovuvinnuni, serliga úr Meksiko, semjast vit um, nú sita her uppi í hølunum við júst tí navninum, har Meksiko eisini verður brúkt til fundarhølini, Eystur- og Vesturmeksiko. Ein føroyskur køkur er ikki hin sami dag, sum fyri bara fáum árum síðan. Fínari føroysk matgerð, fyri ikki at siga matgerðarlist, er framúr at møta fremmandum impulsum og taka til sín í sjáldsomum serveringum á hægsta stigi.

Barbara, sum er úr Hoyvík, og arbeiðir her framíhjá á fjórða ári, skeinkir okkum Pinot Noir frá von Schloss í Eysturríki afturvið spennandi serveringini hjá Tóri, sum í matskránni er Paté en Croúte við Fois Gras, gásalivur í snerktum breyði við sviskum og pistasiunøtum. Meðan virksemið er av tí mesta virkna og kreativa, eg havi upplivað, kann ikki sigast tað sama um tey í almenna geiranum, ið hava lagt seg á at umsita okkara fólkanøvn. Fyrr bar lættliga til at síggja, hvussu mítt egna navn og nøvn sum Tórur bendist, men tað ber ikki til í dag. Sjáldsamt, at landið kann fara so illa við sínum egnum nøvnum og orðalistum. Har stendur einki til.

So kemur hin rái tartarur, av oksa, borðreiddur við aioli og fermeneraðum kipsi. Stuttligt og lagaliga vælsmakkandi at eta saman við einum glasi av frískliga hálvturrum alsassiskum Piont Gris, sum Barbara skeinkir.

So fara vit til havs og fáa jákupsskel, sterkt kryddaðar við meksikoeksotiskum jalapenjosmajonesi, heimligum romainsalati og tomatum. Gott prik undir gómanum, sum Nýsælendska hvítvínið skolar og reinsar. Framúr.

So kemur høvuðsrætturin. Hin mest delikati, mjúkt linligi og varisliga dampaði toskur av landgrunninum, sum Sjógæti í Norðskála, har stjørnukokkurin Jákup Sumberg arbeiðir, hevur útvegað. Afturvið skeinkir Matt vælparað franskt organiskt hvítvín, chardonnay. Tosið fellir niður á tjóðarflogfelagið, og hví tað ikki er undangonguskapandi við at borðreiða føroyskan tosk fyri ferðafólki, ístaðin fyri ein lutfalsliga turran og einkisigandi samlokubolla. Spyrjandi og kjakskapandi eftirlýsingin hongur darrandi eftir í luftini, ósvarað.

Omaná er panakotta við blóðappelsin, og søtum Riesling dessertvíni afturvið, ið er so eksotiskt, at tú kanst hóma kolangan av blýantstiftum, tá tú í fyrndini hevði tekning. So er lokandi kaffi og avec, sum er Drambuie og konjakk í sama glas.

Frá heimildarmanni úr miðstaðarøkinum havi eg fingið hesa søgu, ið stavar frá millumkrígsárunum, og helst kastar ljós á upprunan til navnið Meksiko her uppi í Gundadali:

Andrias  Djurhuus, kollfirðingurin, var giftur við bóndadóttur av Húsagarði. Húsagarður var á  Húsabrúgv aftan fyri Hotel Hafnia. Kollfirðingurin umsat sakarmálspengar, klientkonto, hjá tí almenna og konfiskeraði brennivín. Hann “lænti” við hvørt burtur av pengunum og megnaði ikki altíð at gjalda aftur. Hann “lænti” eisini embætismonnunum rúsdrekka. Teir gingu ofta á hann at fáa rúsdrekka, ikki minst tá okkurt festivitas skuldi vera, men tað gekk illa at fáa brennivínið aftur, tí var hann dømdur at fara niður at sita.

Ein ungur løgreglumaður, sum kanska lærdi til løgreglumann, fylgdi Andriasi niður við Tjaldrinum. Teir høvdu kamar saman. Tá tók tað trý døgn at sigla, og ungi politisturin var nokk ikki so garvaður innan tað váta sum kollfirðingurin. Tá teir nærkaðust Kronborg, stjól Andrias pappírini og lykilin til kamarið frá løgreglumanninum, ið lá og svav, og stongdi hann inni í kamarinum. Tá teir løgdu at, skundaði  Andrias sær niður gjøgnum landgangin og presenteraði seg sum politist fyri báðum løgreglumonnunum, sum skuldu taka ímóti. Hann gav teimum pappírini og lyklarnar til kamarið, og segði teimum, hvar kollfirðingurin lá og svav.

Og vekk var Andrias, kollfirðingurin. Hann var burtur í nøkur ár, og søgurnar gingu, at hann hevði verið í Meksiko. 

Nøkulunda svá minnist eg søguna, sigur heimildarmaðurin, og leggur afturat: Meðan vit eru í grannalagnum, kunnu vit nevna upprunan til navnið NABB, ella NAB. Ta søguna kennir tú sikkurt. Har var eitt fiskastykki, og felagið, ið stóð fyri fiskavirkingini, æt NABB, North Atlantic Bacalao.

Ein góð løta í góðum kørmum, nú várið kennist, heilt her uppi í Meksiko, er komin at enda.