Skip to main content

Rúmdarmaður í Føroyum

Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami Heinesen. 

Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði skrivað seg inn. Hotellstjórin, Virgar Onghamar, bjóðaði sjampanju, sum høvuðstænarin Mart Manuel úr Filipsoyggjum skonkti.

Vit skifta orð um film og tónleik, har rúmdin er tema. Víðagitni filmurin hjá Stanley Kubrick frá 1968, ”2001: A Space Odyssey” fær okkum at grunda yvir byrjanina, har ein av okkara forfedrum, ein apa, eftir bardaga kastar ein piðaðan lærlegg upp í loft, og tá hann kemur niður aftur, er tað í valstakt sum ein nútíðar rúmdarstøð. Hóast hetta er komprimeraða søgan um mannaættina, er hugvekjandi at grunda yvir, hvussu ørstutt henda alin er í okkara heildarsøgu. Eftir filmiska prátið tosa vit um kenslusamt inkluderandi poppsangin hjá Lobo frá 1975 um mannin "Armstrong", sum gekk á mánanum, meðan heimleys gingu í gøtunum í Chicago og Calcutta og áirnar dálkaðust. Mundi hann minnast Adam? 

Tað er saman við Danmarks Tekniske Universitet (DTU), sum er í Lyngby, Ballerup, Risø og Sisimiut í Grønlandi, at Andreas Mogensen er komin higar at varpa ljós á sonevndu STEM-útbúgvingarnar og rúmdarteknologi í Ríkisfelagsskapinum. STEM stavar úr enskum og stendur fyri science, technology, engineering og mathematics. Úr enskari siðvenju er STEM vorðið savnandi heiti fyri útbúgvingar innan náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði.

Umframt rúmdarmannin, Andreas Mogensen, eru hesir tríggir danir frá DTU við í ferðalagnum hesa vikuna: Per Lundahl Thomsen, til vinstru, Chefkonsulent DTU SPACE Institut for Rumforskning og Rumteknologi Geomagnetisme og Geospace, David Arge Klevang, til høgru, Lektor DTU SPACE Institut for Rumforskning og Rumteknologi, Måling og Instrumentering og Niels Andersen, niðanfyri, Senior Chief Consultant DTU SPACE Institut for Rumforskning og Rumteknologi, Geomagnetisme og Geospace. Niels Andersen, sum ofta hevur vitjað í Føroyum, er fegin um at málsøkið korttekning ar yvirtikið og verður umsitið av Umhvørvisstovuni. Hann hevur leingi arbeitt við korttekning fyri danskar myndugleikar í Føroyum.

Vitjanin er komin í lag av samstarvinum millum Føroya Tele og DTU Space, David Arge Klevang og Johan Mortensen, og evropeiska rúmdarsamstarvið, ESA, í París. Við hetlendskari fyrimynd, er ætlanin hvørki meir ella minni enn at kveikja áhuga fyri og at fara undir rúmdarvinnu her á landi, siga fyrireikararnir.

Fyrireikararnir siga, at í Løkshøll mánadagin og á Glasir týsdagin er ovurhondsstórur áhugi hjá skúlanæmingunum at hitta Andreas Mogensen, og hoyra hann siga frá úr rúmdini. Mánamorgunin er hann í morgunsendingini hjá Útvarpinum, 

“Endamálið við ferðini er at knýta tættari bond millum Danmark og Føroyar á rúmdragranskingarøkinum,” sigur Per Lundahl Thomsen, sjefkonsulentur og serkønur í rúmdartøkni á DTU.

Við campus í Sisimiut í Grønlandi er DTU eisini í Arktis. FASSIN er frámerkið á verkætlanin hjá DTU, sum skal breiða út kunnleikan um og áhugan fyri rúmdargransking í Føroyum og Grønlandi. Í fjør komu bæði føroysk og grønlendsk frímerki um rúmdarferðirnar.

Heimasíðan hjá DTU sigur, at vitjanin skal styrkja samstarvið millum Danmark og Føroyar, tá umræður rúmdragransking, nú Andreas Mogensen sást við lutum úr Grønlandi, Føroyum og Danmark. Úr Grønlandi sóust tupilakkar, og úr Danmark sóust pennurin hjá Karen Blixen og ein bóltur hjá harrahondbóltsliðnum.

Serfrøðingarnir frá DTU Space, Per Lundahl Thomsen og David Arge Klevang, fara eisini at siga frá um tann týdning, rúmdartøkni og gransking av henni hevur í nútímans samfelagnum, og hvussu vinnulívið kann brúka dátur og tænastur, sum við fylgisveinum fáast úr rúmdini.