Skip to main content

Í bestu siglandi matstovu


Lasse, sum er hotelleiðari umborð á Norrönu, bjóðar okkum kapteynsborðið í Munkastovu, ið er siglandi gourmet matstovan í Norðurhøvum. Fríggjadagin komu tey úr Íslandi og nú hava vit fýra tímar til tey aftur leggja frá landi.

- Hetta er ein av longstu siglingarrutum, sigur Pætur Trónd, sum er hotellstjóri á Hafnia, Brandan og Norrønu.

Tað er í sambindandi steðginum millum Seyðisfjörð og Hirtshals, at Pætur og Lasse skrivaðu okkum inn á farstøðini at sleppa umborð, síggja skipið og fáa ein bita. Eg fái beinanvegin ein varhuga av, at hetta er ikki bara ein skúlastudia, men ein ítøkilig uppliving av útvendum tænastuvirksemi.

Um Norðuratlantshav, og við Føroyum sum miðdepli, er farleiðin hin einasta, sum knýtir Evropa og Ísland saman. Tað letur upp fyri ævintýrum, sum á kjøli taka ta tíð, ið flogferðslan ikki hevur og skundferðafólkini tí velja. Umframt at geva sær tíð at borðreiða, og uppteinkja matskráir og vínparingar, ið skjóta avgreiðslan í luftini logistiskt ikki letur upp fyri, eru júst hesar siglandi matarhallir fyrsta samband við ferðafólk og ferðandi, tourists og passengers, sum koma til Føroya. First point of contact, sum tey siga á handilsskúlanum.

Eitt tað mest hugtakandi og samstundis nýhugsandi, tá tú definerar hin ferðandi og sjónliga hjúklar um ferðafólkið er, at gamla buldribarrin nú er vórðin friðsalt dvøljandi bókasavn, Undirhúsið. Uttan at barrin er tikin burtur. Hon hevur bara fingið nýtt fokus, nýggja innramming, at strekkja og halda fast í siglandi upplivingini, visuelt og rúmliga á ein óvantað fyrimyndarligan hátt.

Hóast tú einki lesur, er sýnið við bókunum hugtakandi, tí tað fær teg at gira niður og undrast yvir at verða fluttur á ein gamalkendan hátt, sum tekur seg fram, ta tíð tað tekur á bláu bylgjunum, men eisini við nýggjum grønum loysnum, sum Svein sigur okkum um, tá tey gera reint umborð. Sigling er ikki bara at bíða eftir næstu havn, men eisini ein uppliving, ið týðuliga tekur hond um hin ferðandi, hvar tú so setir teg.

Hesar fýra tímarnar, Norröna liggur við bryggju í Havn, eru 800 ferðafólk umborð. Eins nógvir bilar, áttahundrað, rúmast umborð, ella 130 treylarar, og tá hásummar og fullsett er, eru 1482 ferðafólk umborð.

Norröna, sum er bygd í 2003, gjørdist mest sum eitt nýtt skip í 2022, tá hon fekk tvey nýggj dekk, serliga hitt tíggjunda útsýnsdekkið, Laterna Magica, sum varð sett omaná, tretivu metrar yvir vatngangin. Vit fáa eitt sjampanjuglas í hondina, meðan maisólin skínur yvir Havnina, og síggja Skansan í nýggjum fríggjadagsvinkli.

Trýss nýggj kømur komu afturat, siga Pætur og Lasse, og vísa tvey av teim best umtóktu við útsýni, sum verða seld fyrst, tí fólk vilja hava eina ekslusiva og rúmsátta uppliving, tá tey sigla henda norðuratlantiska tein, kanska fyrstu ferð.

Lasse hevur verið tólv ár umborð, er føroyskt giftur og ættaður úr Hjørring. Hann bjóðar okkum kapteynsborðið, tá vit eru komin niðurundir, har tey í grannahølunum, Skansagarði, gera klárt til buffet og seta 300 til borðs, sum er størsti kapasitetur í Norðsjónum. 

- Vit kunnu eisini opna millum hølini og hava rúm fyri 400 sitandi matstovugestum, siga teir báðir, innan norðurjútska Kit tekur yvir. 

Hon er tænari og sommelier og leiðir okkum gjøgnum skránna. Fýra vikur úti og fýra vikur heima hóvar henni væl, og lukkutíð fyri okkum og skipið, er hon ikki bara vitandi og fryntliga kommunikativ um sítt fak, men eisini stuttliga stundislig, sum í hugtakinum prompte.

Kokkur í Munkastovu er Leivur Øregaard úr Klaksvík, sum hevur lært umborð. Matstovan hevur fingið tvær virðislønir frá Den Danske Spiseguide, eins og høvuðskokkurin í samtakinum, Janus Einar Sørensen, eisini hevur fingið virðisløn fyri sítt avrik í føroyska køkinum.

Fyrsti rættur frá Leivi eru kaldar grønar ertur, jákupsskel og tí svarta úr høgguslokki, sum fær soðið at fara sundur, ysta, tá vit tosa um mjólk. Afturvið er søtt umborðbakað breyð, og afturvið skeinkir Kit signaturølina, Katrina, bryggjað hjá Føroya Bjór, weissbier við smakkfarra av appelsin, sum í bláari fløsku reinsar góman og kompletterar grønertrasmakkin frá Leivi. Úr hátalurunum hoyrist klavertónleikur við einum snerti av jazzi, ongantíð ágangandi, men gjøgnumskygt lagaligur, sum skapar ein hugvekjandi karm. Fine dining par eksemplaris.   

Nú kemur Kit við eini søljugulari Riesling, Saarstein Grauschiefer, sum í súrleika spælir upp móti fermenteraða, ræsta, rættinum, sum nú er fráboðaður uttan úr køkinum.

Tað er pirog, sum er russiskt fyri dumpling, pasta fylt við ræstum kjøti, við bótarurt og bjarnarleykskapers at halda upp móti súrliga smakkinum, sum sóljugula vínið frá Kit skolar og skapar ein væl balanseraðan smakk burturúr.

Nú kemur fyrsta floks Premier Cru vín á borðið, Ballot Millot Meursault Perrieres, langtandi tropiskt í eftirsmakkinum, her í svalligu Havnini. Perlandi chardonnay at krøkja í pannustokta toskin við skúmandi hollandaise sós, rogni, löjrom sum sviiar siga, omaná, pesto úr grønu bótarurtini við blómkáli á botninum. Spennandi í vælsmakkandi løgum.

Nú kemur fyrsta reyðvínið, italskt, supertoscana, sum Kit sigur, um vínið Petrolo frá Chianti. Tað stendur væl móti ribeye, tað besta av neytahárygginum, elegant skorið fyri okkum, við várleyki á borðiskinum, men serliga hildin upp móti skorsonurót, ið er rullað í øsku, hvørki meir ella minni, nú tey komu úr Íslandi, og sæst longst til høgru, omanfyri.

Kit skeinkur nú søtt Eiswein, Schlossberg Traminer, sum í vælsmakki brestur á tunguni og faldar seg út undir gómanum. So hugtakandi, at tú hesa løtu ivast í, um betri smakkur finst. Men sum Hodja skalt tú blíva klókari um skamma stund. Omaná fáa vit nú tvær dessertir. Fyrra er ribskaviar sorbet við hvítari sjokulátu. So skeinkir hon siropstjúkt, svart Alvear dessertvín, bryggjað síðan 1910 í spanska sjerriøkinum, ið kastar ljós á teir tungu og døkku smakkirnar á tunguni, so sum blommu, svisku, dadlu, kaffi og karamell, ið tilkomnir menn elska. Var fyrra týska søtvínið gott, so varð hetta spanska enn betri, kanska best, tað velst um høvið og paringina. Alt, hon skonkti í gløsini, sæst á myndini omanfyri. Lokandi desertin var ikki grøn- men reyðkøka, kaffiísur og bláber í sukurlaka. Meðan reyðkøkan fer niður um, fer Arctic Voyager søkklæðin framvið í hinum borðinum. Útsýnið er frítt av gorumetmatstovuni umborð á Norrönu, Munkastovu. Ikki minst tá vit fara uppá í Laterna Magica enn einaferð at síggja Havnina.

Í funktiónsrættaðari stremban er hetta hugtakandi at uppliva og persónliga tilogna tær umborð á fremsta ferðamannaskipi í Norðuratlantshavi. Afturvið fært tú okkara siglingarsøgu meðan tú gongur umborð.

Nú tónin varð lagdur við Williami og bókunum, kennir tú teg sum Don Juan fra Tranhuset og fært hug at lata teg reka í fjørðinum eina løtu afturat. Og kanska loysa ferðaseðil út í verð, sum við hinum góðu fólkunum, ið eg hoyri tosa mál av Iberisku hálvoynni, Fríslandi, Íslandi og Amerika.

Gastronomiskt verður hjúklað um siglandi ferðafólkið til og úr Føroyum. Stundirnar, førleikarnir og tænastuviljin eru púra greitt til staðar. Og stuttligast er, at leiðandi persónarnir eru so útvendir. Takk fyri tað.