Skip to main content

Tvøroyrar skúli vitjar SALT

Skúlaárið er byrjað og týsdagin hin 19. august fóru 8. og 9. flokkarnir í Tvøroyar skúla saman við lærarunum Hildur, Alexandru, Wiviku og Elini at vitja søguligu framsýningina í mentanarhúsinum SALT.

- Har sæst, hvussu stóra og sermerkta saltgoymslan, ið vit í dag kenna sum okkara mentanarháborg SALT, ið stendur fyri Sound Art Live Theatre, bleiv til. Heitið á framsýningini er “1938”, ið er árið, tá bygningurin bleiv til eftir bara einum hálvum ári, siga næmingarnir í skrivi til birkblog, sum tey hava lisið.

Framsýningin hevur staðið uppi síðan á jóansøku og heilt fitt av fólki hava vitjað og víst henni áhuga. Hon er umfatandi við stórum og góðum svørthvítum fotomyndum, sum vístu alla gongdina, frá sprongt varð, fyri at planera og heilt til dekkaða veitsluborðið við franska víninum, tá stásiligi bygningurin stóð liðugur. Rói Einarson hevur við hepnari hond sett framsýningina upp.

- Myndirnar hanga í tiðarrøð, so lætt er at fylgja gongdini frá einum enda í annan. Miðskeiðis komin ígjøgnum framsýningina, var møguligt at seta seg, eini tjúgu fólk í senn, við høvuðtelefonum, og seta seg væl til rættis at fylgja stuttfilminum á stóra endavegginum, sum vísti spennandi myndir, meðan søgufróði Ólavur Rasmussen greiddi frá. Serstakir beinkir við bleytum seyðaskinni vóru eisini settir upp ymsa staðni, so góður møguleiki var at seta seg og hugsavna teg um ávísan part av framsýningi, ella at rinda møðina, meðan stillisligur klassikur tónleikur varisliga floymdi úr hátalarinum, siga lærararnir.

- Tað, sum flest øll løgdu til merkis, var, at frá tí at fyrsti spakin var settur í, til bygningurin varð handaður, gingu einans seks mánaðir, frá mai til novembur í 1938.

Lærararnir taka saman um og siga, at uppseting, framseting, serstøku stóru svørthvítu myndirnar, ljós og ljóð - alt rann saman í eina væleydnaða heild, har tú fekk kensluna av at koma inn í ein serligan tíðarlumma hesa løtuna. Vit komu øll út aftur við einari vitan og uppliving, sum vit vóru sera glað fyri.

Rói leggur afturat, at eftirsum sýningin “1938” hevur verið væl vitjað, ger tað tað enn meira spennandi at arbeiða við eini nýggjari framsýning, ið ber heitið “1941”, sum í stuttum fer at vera um SALT, ið bleiv bumbað. Hetta síggja vit fram til, siga Rói og lærarar í felag.

83 ára gamli Regin Rasmussen, ytst til vinstru, sum býr í Froðba, var gestalærari í 8. og 9. flokki eftir søguligu myndaframsýningina í Salt. Vit høvdu fingið uppspurt, at hann í fleiri ár í 1970’unum hevði arbeitt dagliga í Salt, siga næmingarnir.

- Regin greiddi frá, at tað ikki vóru so nógvir mans til arbeiðis í Salt í senn, tver og tveir ella fýra í senn, av og á var tó bert ein maður til arbeiðis, um ikki nógv virksemi var. Tá lossað og lastað bleiv, hjálptu fleiri unglingar til umborð á skipunum.

Hann minnist, at hann hevur arbeitt nógv saman við Egon Rasmussen, Óla Jákup Gudmundsson, Eyðálvi Mortensen og Hildebrand Olsen, sum var kranførari.

Regin fortaldi, at saltið, sum kom inn á goymsluna, kom beinleiðis av oynni Ibiza í Miðjarðarhavinum, og síðan komu skip úr øllum ættum eftir salti, áðrenn tey fóru saltfiskatúrar. Ofta vóru túrarnir langir og tí varð fiskurin saltaður, so góðskan á fiskinum enn var góð, sjálvt um túrarnir blivu drúgvir. Greitt er, at saltfiskur var høgt í metum og gav góðan prís, tá á døgum.

- Tá saltið bleiv lossað, var tað við einum krana á kaiini flutt yvir á eitt transportband, sum gekk heilt upp í tornið, ovast í norðara endanum. Harfrá fór saltið eftir transportbandinum, sum var ovast uppi undir takinum, sum førdi saltið heilt inn í høllina, har tað datt niður í rúgvur á gólvið.

Regin minnist, at bert tvær ferðir var saltgoymslan á tremur. 10.000 tons av salti passaði inn, tá fult var. Annars fingu teir javnan størri og minni lastir av Ibizasalti inn á gólvið, men skjótt varð saltið selt aftur, og varð lastað umborð á skipini, sum javnan komu eftir salti, áðrenn farið var ein nýggjan túr. Tá skip komu við saltinum, tók tað tvey-trý samdøgur at lossað hvørja ferð, og tá var nógv at gera og arbeitt bleiv í døgndrift í tólvtíma vaktum.

- Georg Thomsen var stjóri á saltgoymsluni og hann sat dagliga á skrivstovuni, sum var á galvinum norðureftir, har sum caféøkið er í dag.  Eisini arbeiddi Thomas Thomsen saman við Georg, og teir hildu skil á, hvussu nógv tons av salti komu inn og fór út. Vektir vórðu settar bæði við transportbandið, har saltið kom inn og fór útaftur, so lætt varð at halda skil á. Sostatt vistu teir altíð, hvussu nógv salt var á gólvinum. Eisini hildu teir sjálvsagt skil á arbeiðstímum og lønum hjá arbeiðsfólkunum.

Regin ristir á høvdið, tá næmingarnir spyrja, hvussu trygdin var á arbeiðsplássinum.

- Sjálvt um teir arbeiddu uppi í torninum, framvið transportbondunum ella í krananum, so kendu teir onki til trygdarhjálmar, trygdarskógvar, verjuskermar ella annað. Tað var ikki hugsað stórvegis um tílíkt tá á døgum, sigur Regin.

Hetta fekk tíverri eisini ólukkurligar avleiðingar.

Regin minnist væl tann dagin, tá ein ungur drongur fekk annan armin fastan í eitt transportband og armurin stóð tíverri ikki til at bjarga.

Sjálvur hevur Regin mist annan lítlafingurin, meðan hann arbeiddi har í húsinum, so tað hevur verið alt annað enn vandaleyst, siga næmingarnir.

- Hetta hava vit sera tórført við at skilja, tí nú á døgum er tíbetur Arbeiðseftirlitð sett í verðina, fyri júst at seta krøv til arbeiðspláss og verja tey, sum arbeiða, serliga á vandafullum arbeiðsplássum.

Í bólkum hava næmingarnir arbeitt við pørtum úr framsýningini. Andreas, Eiri, Tóti og Vic eru hugtiknir av at verða inni í bygninginum og síggja, hvussu alt varð bygt fyri nógvum árum síðan. - Vit lærdu eisini nógv nýtt við at hyggja eftir myndunum, millum annað teimum, sum vísa, at tað var franska skipið S/S Albi, sum kom við fyrstu lastini. Tað skipið bleiv bygt í Sutherland í Englandi í 1920. Við hesum bleiv ein vøkur sloyfa bundin um, tað franska, at tað var ein franskur arkitektur, sum hevði teknað Salt, tað fyrsta skipið, sum kom at lossa, og so tað franska vínið, sum kom á borðið tá Salt bygningurin var liðugur og stór veitsla varð hildin.

Boas, Hans Hendrik og Stefan hava hugt eftir myndunum, sum vísa eitt transportband ovast í saltsiluni. Tað flutti salt úr skipslastini inn í sjálva goymsluna. Seinni bleiv saltið transportera í neðra, tá ið skip komu at lasta. Á einu myndini sæst salt verða flutt frá einum skipi og upp í tornið, har tað so verður vigað, áðrenn tað á transportbaninum verður flutt longur inn í bygningin, og síðan stoytt niður í sjálva goymsluna.

Lukas, Fríða og Kristian hava leitað eftir franska arkitektinum. - Arkitekturin, sum teknaði saltbygningin var fransmaður, men okur vita tíverri ikki hvør tað var, sjálvt um nógv fólk hava kannað og spurt seg fyri. Fyrispurningurin um arkitektin er farin út um allan heimin í samband við at Saltbygningurin kom á frímerki fyri nøkrum árum síðan. Bygningurin hevur ein heilt serkendan stíl við elegantum bogum, ið hava skap sum parablar. Ætlanin var at byggja fleiri líknandi bygningar, men so kom seinni heimsbardagi og steðgaði øllum hesum ætlanum. Saltbygningurin í Føroyum er sostatt tann einasti av sínum slag í øllum heiminum. Í 1937, sum var árið fyri, at SALT bygningurin varð bygdur, var danski Hroar Sørensen til eina heimsframsýning í París. Hann skrivaði, at hann hitti fleiri franskar arkitektar, men tíverri hoyrir man ikki nakað um at teir hava havt samband millum Drelnes og París. Ongin ivi er tó um, at Hroar hevur fingið stóran og góða íblástur úr París. 1. septembur varð ein mynd tikin, sum vísir skapið á SALT, uttan klædning, bert bogarnir síggjast, sum eyðkenna SALT. Á myndini sæst lætta og vakra franska sniðið. Hetta er so serstakt og serligt. Ein fær eina kenslu av, at hetta er nógv meiri og størri, enn bara ein bygningur.

Rannva og Sofia hefta seg við fyrstu myndin, tær sóu, tá tær komu inn í bygningin. - Ein mynd av lidnu siloini, og tvær hondskrivaðar notur hjá sivilverkfrøðinginum. Hann var eisini maðurin, sum hevur tikið flestu, um ikki allar av myndunum, undir byggingini av siloini, sum nú er mentanarhús. Myndin vísir víddina á siloini, umframt prísin á verkætlanini og staðsetingarnar. 

- Tá vit komu til næstu myndina, vóru vit farin at fáa eina kenslu av staðnum. Beethoven spældi í bakgrundini, meðan vit hugdu eftir framsýningini. Stemningurin var róligur og tøgn skapti forvitni. Henda seinna myndin var av einum manni, sum súkklaði. Hetta er ungi verkfrøðingurin Hroar Sørensen, tikin sama dag, sum hann var liðugur við útbúgvingina. Hann sær glaður út, eftir øllum at døma var hann bara 24 ára gamal, tá hann átók sær ábyrgdina av stóru verkætlanini her.

Rebekka, Ida, Marius hava undir yvirskriftini ”Ein bogi er ikki bara ein bogi” funnið fram til, at meðan nógvar siloir, ella saltgoymslur, eru úti í heimi, sum minna um Salt, hevur ikki eydnast at finna eina, sum er akkurát líka. Sereyðkennið fyri Salt er parabulin. Vit halda at hetta er sera áhugavert, at eingin silo er just líka sum “okkara” SALT, siga tey trý.

- Hroar Sørensen hevur dokumenterað byggingina og byggigongdina á Drelnesi. Stálbetongbogarnir skuldu stoypast á staðnum, brick by brick. Í dag eru stoypingarnar sjónligar, og siga frá síni egnu søgu um gott handverk. Tað, sum ger hetta serliga áhugavert, er, hvussu byggingin ikki bert er ein teknisk verkætlan, men eisini ein søga um staðbundið arbeiði og dygdargott handverk.

Huglagið í Salt var serligt, sum í einum farnum tíðarlumma, myrkt og lítið ljós. Fólk vóru friðarlig og søgdu næstan onki, øll vóru so hugtikin av gomlu og søguligu myndunum av Salt, leggja tey afturat.

Smilla og Rebekka D hefta seg við eina mynd frá juni í 1938, har danski Hroar aftur sæst.

- Vit síggja, at teir planera økið. 24 ár gamli verkfrøðingurin Hroar skrivar, at “Fjeldet blev sprængt væk.” Vit síggja at nakrir arbeiðsmenn, sum standa og hyggja eftir økinum, meðan dreingir standa á molunum og fiska. Ein onnur mynd er tikin í juli. Fólk hava undrast yvir, um  blandimaskinur vóru brúktar á Drelnesi. Myndin svarar tí spurninginum. Vit síggja fyrsta betongblandingina, sum bleiv stoytt í einum trillibøru, siga tær báðar.

Femja, Finnur og Elin eru heilt óvfarin og hugtikin av, at Hroar, sum stóð fyri hesum stórarbeiði, bert var  24 ára gamal, og at hetta var fyrsta stóra byggiverkætlanin hjá unga manninum. Hann kom til Føroya í mai 1938, og fór beinleiðis aftur til Danmarkar 26. novembur sama ár, tá Saltbygningurin stóð liðugur. Hetta sigur okkum, at byggingin gekk ómetaliga skjótt. Einans eitt hálvt ár, siga tey trý, og vísa til eina mynd av Hroar á súklu, tá hann tók sveinaprógv. Myndin er frá apríl 1934.

Bert tveir mánaðir eftir at byggingin var byrjað, sæst longu skapið á bygninginum, bogin og tunnilin undir bygninginum, sum í dag enn verður brúkt til tøkni og sjóvarhita. Vit halda at hetta er sera spennandi, tí hattar var øðrvísi og man kundi síggja tunnilin, sum var gjørdur til at koyra salt út i gjøgnum, og sum í dag førur inn í bakrúmini. Myndir verða vístar sum ein stuttfilmur á stórskermi. Eisini ein góður og upplýsandi partur av framsýningini, tí Ólavur Rasmussen greiðir frá tí, vit har síggja.

Huglagið inni í Salt var heilt serligt. Tá vit komu inn um tungu og myrku gardinurnar, sum hanga millum forhøllina og sjálva stórhøllina, var tað sum vit komu inn í eina heilt aðra verð. Stillisligur tónleikur og nokk so myrkt, men risastóru svørthvítu fotomyndirnar verða upplýstar av serligum ljóskeldum. Vit hava hug at teska, tí tað leggur hetta stóra, dimma og hábærsliga rúmið upp til. Onki er tilvild. Her liggur eitt stórt arbeiða aftanfyri og framsýningin er ómetaliga væl uppsett og hongur væl saman, siga tey trý.

Emma D, Emma H og Talita siga, at tað at koma inn í Salt var sum altíð, sera hugnaligt. við dempaðum ljósi, so vit kunnu hugavna okkum.

- Eina myndin frá 20. oktober 1938 fangaði okkum, av tí at vit hildu tað var sera áhugavert og øðrvísi, enn vit síggja í dag. Stórur bygningur, nærum alt hondgjørt arbeiði, ið bert tók eitt hálvt ár at byggja. Teksturin lýsir, hvusssu sterkir betongbogarnir eru, av ti at teir eru armeraðir við stáli, og stálið er spent saman við jarnsløgum. Mennirnir, ið arbeiddu, vóru umleið 15 metrar uppi, og tað sær ikki út til á myndunum, at teir hava trygdarhjálm ella trygdarlínu. Hetta halda vit vera sera áhugavert og hava hesir menn verið sera raskir, sterkir og djarvir.

Lukas, Fríða og Kristian hefta seg eisini við spurningin um navnið á franska arkitektinum og um danska Hroar Sørensen, ið flestu meta sum eina avrikshetju, bara 24 ára gamal at fáa alt frá hondini eftir hálvum ári.