Í farnu viku, meðan øll gjørdu klárt til ólavsøku, komu hesi boð frá systkinabarninum, Ara, í Kvívík:
- Hey Birgir, nú var tíðin komin hjá pápa. Hann andaðist
gjáramorgunin á Mørkini 92 ára gamal. Ari.
Myndina av Viggo tók eg í Glæmuni í fjør, tá Kristjan fór
til gravar.
Viggo er hin einasti eg veit um, sum í okkara familju hevur
skrivað við tí endamáli at verða lisin. Javnt og samt skrivað, hóast kjølfestið
ikki var nær í námindi av tí akademiska, men heldur sum sjómaður, bilmekanikari
og postflutningsmaður. Og so yrkjari. Hetta við at halda fast um løtuna, eitt
ørstutt sekund, og halda visjónini, sum fer aftureftir og frameftir, men verður
pallsett í løtuni, onkuntíð visuelt sansaligani, og fella hana niður á pappír í
stevføstum hami, men onkuntíð eisini leysari og sveimandi frítt. Tað er ikki
hvørs mans føri.
Undir jarðarferðini varð yrkingin hjá Viggo ”Vit standa á
hellu, sum vikast ei kann” framførd í kórsatsi hjá Boga K. Mouritsen, eins og hon
so hátíðarliga var í Havnar kirkju fyri fýra árum síðan, tá Maria Jørðdal
Niclasen helt ólavsøkuprædikuna.
Tá var Ari Johanneson, sum á 90 ára degnum ognaði pápanum yrkingasavnið
”Nú tiga vindar”, við í kórinum. Tað er higartil einasta savn við yrkingum
eftir Viggo. Í dag sendi Maria mær kórsatsin hjá Boga, sum genturnar so
lívsfegnar hava pyntað. Vakurt.
Eftir at vit høvdu sungið seinna sálmin, teir vóru tveir eftir Viggo, nam Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur, við skaldsliga avrikið hjá honum, ið nú stendur undir børu og brátt skal verða borin út:
”Sálmaskaldið minnir okkum henda dag á, at vit ongantíð eru
einsamøll. Gud er um okkum og við okkum, hvar vit enn eru, hvussu vit so enn
liva okkara lív, og hvat lívið so enn man bjóða. Viggo hevur sjálvur staðfest
hetta sama í sálminum, vit júst hava sungið. Ørindi 3 sigur soleiðis:
Tað fóru um meg hvassir vindar
Á hesi fortu lívsins ferð
Tá illgongt var og gøtur blindar
Og skuggar fyltu mína verð
So hjarta tungt í brósti sló
Tá veitti Guð mær vón og ró
Boðskapurin her inni er altíð tann sami. Lívið verður sett
inn í ein samanhang sum er størri enn tann, vit sjálvi skulu skapa, og deyðin –
so endaligur og náðileysur hann er – er ongantíð tað síðsta, sum er at siga um
eitt menniskja. Vit sleppa at liva okkara lív uppá Guds góðu náði, sum í
lívsins ódnarveðrið kann veita okkum øllum vón og ró.”
Eftir inngangin og báðar sálmarnar hjá Viggo, fyrst ”Nú
blunda eygu døkk” og síðan ”Tað dagatal og skeið er runnið”, lýsti Maria, sum
umframt at vera sóknarprestur í Kvívik, eisini er ættað av Eiði, Viggo soleiðis:
”Viggo var føddur tann 22. juni, 1933 og borin til dópin her
í Kvívíkar kirkju tann 2. september, 1933 og fekk navnið Viggo Gudjón Arason
Johanneson. Foreldrini vóru Louisa Feodoróna Christiansen, ættað úr Kvívík og
Ari Johanneson, úr Ísafirði í Íslandi. Lívið setti tíðliga síni tungu spor í
lítla barnasinnið, tí longu sum 3 ára gamal misti Viggo mammu sína. Hann segði
seg tó minnast mammuna, tá hon, eftir eitt ár í Danmark á sjúkralegu, kom heim
aftur og hevði sagt: set Viggo upp á borðið, so eg kann síggja hvussu stórur
hann er blivin. Pápin flutti aftur til Íslands og Viggo kom tískil at vaksa upp
hjá ommuni og abbanum, Juliu og Christiani Christiansen, uppi í Trøð í Kvívík. Barnaárini
saman við ommuni og abbanum vóru góð. Og Helga, mammusystir Viggo, sum var
lærarinna í Gøtu, var eisini sum ein onnur mamma fyri hann. Abbin var deknur
her í kirkjuni, í 45 ár, og tók Viggo við sær. Ein stórur partur av
uppvøkstrinum var tí eisini at ganga í kirkju og fekk hann her eina djúpa trúgv
á tann góða Gud, sum verjir og er við, tá lívið leikar á. (…) Viggo hevði
eisini góð bóklig evnir, men hugurin var meir til bilar. Tíðliga byrjaði hann
at koyra bil og at skrúva uppá bilar og lærdi seinni til bilmekanikara. Hansara
lívsstarv bleiv at koyra post og tað gjørdi hann í 25 ár. Viggo vitjaði ofta
mammusystrina Helgu og tað var á einum av hesum túrum, at hann møtti Dagmar,
sum var ættað frá Gøtugjógv. Tey giftust í 1957 og hon flutti til Kvívíkar at
búgva. Dagmar átti Bodil tá, og saman fingu tey 4 børn, Kristjan, Gundur, Ari
og Lisa. Viggo var signaður við 12 abbabørnum, 8 langabbabørnum og 1
oldurabbabarni. Og tað vildi seg so, at dóttir Lisu, Dagmar, átti hansara áttanda
langabbabarn sama kvøld, sum hann andaðist.
Viggo var ein tonkjari og á mangan hátt ein einari. Hann var
skemtingarsamur, hugfarsligur uppá nógvar mátar, og dugdi væl at taka til. Hann
hevði eitt sindur av Charlie Chaplin yvir sær. Spældi eisini sjónleik, millum
annað Erasmus Montanus, og ummælini vóru góð. Og hann var ein meistari í at
halda røður. Hann var ein góður eygleiðari og skrivaði nógv og byrjaði ungur at
skriva og yrkja. Á hansara 90 ára føðingardegi kom yrkingsavnið “Nú tiga
vindar...” út, og tað var hann sera glaður um. Í sínum yrkingum vísur hann djúpar
kenslur og djúpar og vakrar tankar. Yrkingarnar eru kenslubornar og dyggi
botnurin í teimum er virðingin fyri lívinum og fyri øllum livandi, soleiðis sum
Jonhard Mikkelsen sigur um savnið. Gudstrúgvin sæst eisini aftur í yrkingunum
og sorgin um at missa tey, man elskar, verður fevnd av Guds tryggu hondum.
Nøkur ár eftir, at Dagmar og Viggo fóru frá hvørjum øðrum,
flutti Malena til Kvívíkar at búgva og livdu hon og Viggo saman uppi í Trøð í
góð 30 ár inntil hon andaðist í 2021. Hon var honum ein góður stuðul og vóru
tey ein gáva í lívinum hvør hjá øðrum.
Árið eftir fekk Viggo ein blóðtøpp og flutti í november í 22 norður á Mørkina at búgva. Har hevði hann tað gott og vóru hansara nærmastu glað um tað umsorgan hann fekk har norðuri. Viggo andaðist Ólavsøkuaftan, 92 ára gamal.
(…)
Tá Lisa, yngsta dóttir Viggo, doyði, einans 27 ára gomul,
yrkti hann yrkingina: ”Nú tiga vindar.” Eg fari at enda at lesa tvey ørindi úr
yrkingini:
Nú tiga vindar
Í míni veiku lund
Kvirt er um tindar
Og komin evsta stund
Ei bíða longur
Eg skuldi her í verð
Nú einglasongur
Mær fyri stavni er
Og ferð mín síðsta
Mót strondum lívsins ber.
Har skal eg finna
Ta lívd mær vantar her
Og tregan linna
Sum svárt mítt hjarta ber
Har vón av nýggjum
Í himli eg skal fá
Tey her eg elski
Eg aftur skal tey sjá
Tær dýru perlur
Sum eg nú flyti frá”
Hanus Joensen, á Kjalnesi, sum spældi undir, tá Gundur fór til gravar úr Ítróttarhøllini í Kollafirði í 2019, skrivaði soleiðis til Ara, nú deyðsboðini av Viggo bórust:
”Gjørdi mær ilt at hoyra, at pápi tín er farin. Satt at siga
setti eg meg til síðis í einingi við einari bjór og reflekteraði yvir
minniligar hugfarsligar løtur, har Viggo var snúningspunktið, flestu teirra
vóru á Kjalnesi, tá hann trúgvur sum trøllið kom inn á gólvið at vitja mammu
mína, sum var einkarvinkona mammu hansara, Pheodorónu, ið brádliga varð tikin
frá lítla soninum. Mær dámdi at hoyra mongu sera kenslusomu samrøðurnar teirra
millum, og tí fekk eg, hóast eg ikki gnagaði gátt hansara upp í nakka, serligan
alsk til hendan gávuríka mannin, sum mamma mín altíð tosaði so vakurt og
virðiliga um og kendi seg onkusvegna at vera í móðurstað mótvegis honum umenn
in absentia. Tað harmar meg almikið, at eg fái ikki høvi at fylgja hesum í
mínum hugaheimi kappa til evstu rond jarðar. Tær og tykkum tær djúpastu
samkenslur. Hvíl í friði, góði Viggo.”
Yrkingasavnið ”Nú tiga vindar…” viðger gamla álitið, sum var at hava kúgv í kjallaranum, at smíða í stáli, um lokalu hetjuna Jóan Petur uppi í Trøð og traumatiskt at uppliva Stella Argus í samtíðini.
Tíggju ár seinni, á páskum í 1967, minnst eg hann tosa um
Nólsoyar Páll, í mínum minni sum eina afturhorvandi frágreiðing um, og spegling
av, hvat mundi henda við fullfermda Stella Argus á sildaveiðu tíggju ár undan.
Skipari á Nólsoyar Pálli í 67 var skopuningurin, Luddi,
maður fastir mína. Ein dagin teir eftir aldarskiftið løgdu tún í Tórsbyrgi, kom
ein bygdamaður hansara, Jógvan Finnur Tungá, inn til ein kaffimunn og fortaldi
um, tá hann sum yngsti maður umborð - eitt tema, sum Viggo eisini brúkar - varð
sendur niður í lastina at lempa salt, so Nólsoyar Páll kundi reisa seg, eftir
at hon skeytst í einum brotasjógvi, lastin. Tað eydnaðist, og tí siti eg her í
dag, segði hann, nomin av guddómleika. Tá saknaði eg eitt kamera at goyma løtuna.
Standmynd av Stella Argus er síðan reist í gamla kirkjugarði í Kvívík, dygst við prestagarðin og kirkjuna. Men hvussu skal eg avmynda og innramma standmyndina, gróðursetta í tonkunum og tekstinum hjá Viggo? Hann hevur jú yrkt um gomlu kirkjuklokkuna, so tann vinklingin, kirkjan, má við, men sannasta innrammingin, hugsi eg henda dag, er lagaðu neystini og rustaðu takpláturnar. So eftir jarðarferðina velji eg báðar vinklar. Tvær myndir, ið báðar virða Viggo.
Tekjurnar og neystini eru beint framman fyri húsini hjá Müller, har Dagmar hongdi klæði á snórin, tá Jørgen Roos í 1961 gjørdi meistarliga filmin ”Føroyar” eftir handriti hjá William Heinesen um fimm mans, sum hvør úr sínari bygd møtast umborð á Brandi Sigmundarsyni, sum hetta árið fór til Nýfundlands.
Kvívík var ein lívlig bygd at vitja seinra partin í sekstiárunum. Í túninum hjá Valdemar og uppi hjá Jóhan Petur á Eystaru hellu og tá vit fóru í snúsposan frá Erling. Onkuntíð gekk eg í skúla hjá Rólant Lenvig, tá eg vildi steðga eitt sindur, og varð biðin um at tekna á talvuna. Minnist, hvussu vit studeraðu hekkuna á einum deksbáti úr Esbjerg og hvussu hon fekst á pappírið, hekkan.
Sama var í Gøtu, har familjan hjá Dagmar og mammu savnaðist,
tá skúlarnir høvdu frí og hoyggjast skuldi. Haldi, at Gøtu skúli dróg skúlaárið
longur út í juni, so har havi eg eisini gingið í skúla nakrar dagar innan
teirra skúlaár endaði. Úrslitið er, at tú møtir eini rúgvu av javnaldrum og
fert at rógva á Gøtuvík í stjolnum báti í ivaveðri, klintra í brøttu Gjónni og
taka skurðapisur uppi á Gráubrúgv, sum abbi segði um Eggina. Alt saman við
systkinabørnunum. Og so at síggja film um John Glenn í skúlakjallaranum og fara
umborð á ein russara at fáa Gagarin nál í troyggjuna og eina karamellu, sum
elvdi til mína fyrstu tannapínu. Russisk var hon, ikki suspekt, men tó vóru
eldri dreingir, ið hildu eyga við trossunum, um hann loysti, russarin. Á
nýggjárinum var øll Gøtuvík upplyst av russiskum rakettum frá sildabátum. Og í
Gøtutúni koyrdu bilar, nýggjastu amerikansku Rambler Ambassador, Rebel, Merlin
og Classic, ið við vit lítlingar memoriseraðu á brúnni: sjaffør, heimstað, nummarplátu
og modell. Sum tað stendur í Gøtubókini hjá Erlingi Isholm:
”Áhugin fyri bilum var stórur hjá fleiri av synunum hjá
Mariusi Berg, sum seinni funnu útav at liva av at koyra ella at fáast við bilar
á annan hátt. Ein skemtilig søga var um ein, sum helt fyri, at munur var á
vælstadinum eystanfyri og vestanfyri Tváttánna, tí allir dreingirnir hjá
Mariusi høvdu fínar bilar, meðan einasta akfarið eystanfyri ánna var ein
vánalig trillubøra.”
Nýggju tíðina upplivdi eg fyrst og fremst í Gøtu. Ikki bara
bilar og tøkni, men eisini plátur hjá Bodil og samkomulív í Filadelfia, sum tá
var í Syðrugøtu, har bøur er í dag, yvirav Sildamjølsfabrikkini, staðið, eg eri
sannførdur um, at Neil Diamond yrkir um, tá hann syngur ”And the grass won’t
pay no mind”.
Men tá fyrst omma, Benadikta, og síðan abbi, Marius, fullu
frá í 1971 og 1975, steðgaði alt í Gøtu. Bæði vóru tey fødd í 1894.
Minnist, at Viggo hevði eina bandupptøku, har hann av
spolabandi ofta lurtaði eftir teimum, sum talaðu, tá abbi fór til gravar. Hann
var millum teirra, ið stovnaðu Filadelfia í Syðrugøtu í 1934. Tá hevði
brøðrasamkoman helst verið virkin í økinum í tíggju ár.
Í 1973 búði Gundur hjá okkum á Eiði. Hann átti eina tunaða Yamaha og tað summarið keyptu vit báðir ein Corolla bil frá borgarstjóranum, Jógvani í Løðuni, og sproytlakeraðu hann við dustsúgvaranum hjá mammu í túninum. Og fyri bensinsølu í Auto keypti eg eitt myndatól, sum her er í brúki við køksvaskið, har Gundur, Ellindur og eg standa. Sama summar koyrdu Kristjan og Jógvan Páll á knallert norður til Eiðis eftir nýggju brúnni um Streymin at vitja okkum. Samanhaldið var gott.
Undir ervinum í Glæmuni kom eg sita saman við Jórun úr Syðrugøtu, sum nú býr í Kvívík og er gift okkara gamla granna av Eiði, Knud. Jórun varð síðsta barn, ið omma, sum bara gekk undir navninum jarðarmóðirin, tók í móti. Tað var í 1964 og sama ár fekk hon, sambært høvundanum av 100 ára bókini um Hellurnar, bræv frá borgarstjóranum í Fuglafirði, við kubbutu kravboðunum um, at vildi hon halda fram í starvinum sum jarðarmóðir, skuldi hon flyta til Fuglafjørð. Tað gjørdi hon, og eg fekk ein nýggjan stað at vitja. Men longu tá man tankin um stættarsamfelagið verða gróðursettur, meðan teir bankaðu dekksrust úti á fjørðinum og tað rungaði oman úr fjøllunum.
Viggo hevði yrkingar í bløðunum, Dimmu, Sosialinum og hinum, tá tey vóru stór og umboðaðu fólksliga almennið og føroyska kjakið. Frá 1982, tá Marius Johannesen var ritstjóri, og fram hevur hann eisini havt fleiri yrkingar í Varðanum.
Hann og Oskar Hermansen vóru vinmenn og síðst í sjeytiárunum,
varð ein av yrkingunum hjá Viggo, ”Ólavsøka”, lisin upp í Útvarpinum hetta
árið. Helst av somu ávum vóru tekstir hjá Viggo eisini í jólabløðunum.
Í 2013 setti Stanley Samuelsen lag til yrkingina hjá Viggo,
”Horvin kvøldmynd”, og Berg & Jacobsens Dansiorkestur gav yrkingina ”Smiðurin
og stálið" út á fløgu. Teir báðir Marnar og Árni Andreasen spældu sangin
um "Stella Argus" inn á kasettuband, eins og veitsluslagaran
"Petur kyll".
Havi spurt Svend og Oydis á Landsbókasavninum, ritstjóran Dorit
á Varðanum, og onnur við, men einki er til skjals um virkna yrkjaran, Viggo, og
heldur einki ummæli. Nú eru tvey bind av stóru føroysku bókmentasøguni komin og
tað triðja, sum fer at lýsa eftirkrígstíðina, er á veg. Kanska verður hann
nevndur har, hugfarsliga virkni arbeiðarayrkjarin, Viggo Johannesen, úr Kvívík.
Ærað verið hansara minni.