Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2025

Kristel var stjørnan

Kristel Lisberg var stjørnan á Nashville Nights í OY leygarkvøldið. Her sæst hon við sjeikinum, Shannon Forrest. Í Odense í Danmark hevur trídaga tiltakið Nashville Nights verið hildið í fimm ár. Innpískari, sum orðabókin kallar lurkalemjari , er hin bulmikli amerikanski speed snakkarin og sangarin, Blue Foley, ið sær til, at tú við góðum sangum og eini væltrimmaðari mannfólkarødd beinanvegin fær fatanina av, at tú ert á Broadway í Nashville, og nú ert stokkin inn á ein rúmligan ópretentiøsan spælistað, við servering. Hvørt settið telur tríggjar sangarar, sum við ongum øðrum enn rødd, mikrofon og akustiskum gittara leggja fram og syngja. Og hetta við at leggja fram, er ein inngrógvin partur av breiðu countrytraditiónini, sum í hvørjum sangi er ein søga, storytelling , ið myndar og ber sjangruna. Hvar ein vaks upp, fyrimyndir á heiðini, fyrsti kærleikin, ið ofta yvirhálar fyrsta bilin, og so kirkjan og barrin, sum restina av lívinum draga á bæði og generera sjangruna, millum barr og ...

Tit hava einki at gera í haganum!

Einaferð vit realskúlanæmingar vóru farnir at ganga, soleiðis uppá kvamsvís, niðan í hagan, tí ein okkara kendi gøtur og staðarnøvn, sum vit hildu vera stuttlig at vitja, renna vit okkum í ein bónda, sum roynir seg við skeljum og tøðum so langt vit síggja. Royndarbóndin brettir upp ermar, meðan hann boygdur stendur yvir bønum og blakar ymist til viks og fram fyri seg, sum hann telvar á jørðini at fáa tað besta upp. Meðan tað syngur í mastrarspennunum á Loranstøðini spyr hann, hvat vit hava at gera her uppi í haganum. Er hann illur, ella er hann ávarandi um at ganga á hesum leiðum, nú hann helst hevur gitt, at vit í tuflum og mest sum hvíttklødd ætla okkum niðan á hægsta tind. Áminningin kemur mær javnt til hugs, tá erpnir landsmenn avmynda seg sjálvar við vinum og fløggum á hægstu tindum nú fýrahundrað eru gingnir. Onkur meira enn eina fjallarundu. Undrist yvir, hvør djevul tað er, hesi friðleysu fólk renna undan. Úti í heimi hava vit marknaðarført okkum við at ganga á línu mil...

Øssur Winthereig (1958-2025)

  Hevur tú arbeitt í Útvarpinum, so hevur tú møtt Øssuri Winthereig (1958-2025). Fyrstu ferð var á Bryggjubakka í tíðini, tá ljósabláa Útvarpið víðkaði um arealið og flutti inn í gulu húsini hjá Poul Hansen. Studiokapasiteturin varð víðkaður og redaktiónshøli vórðu innrættað á loftinum. Seinni flutti Útvarpið niðan í Sortudíki, har nýggj hús vórðu bygd, takkað verið V4 spælinum, sum Niels Juel Arge fór undir fyrst í sjeytiárunum. Tað hendi so nógv í hesum árum. Studentaskúlin var kanska tað minst áhugaverda, tí niðri í býnum var Skansastova, har Øssur eisini var aktivur. Uppreistur var á Vaglinum, tá fúti, løgregla, halgidagslóg og ung ikki á nakran hátt kundu tosa saman um diskotek, hjá pengamonnum í Havn, og afturlatingartíðir hjá yvirvøldini á sama staði. Tá harðast leikaði á, drógu tey í Skansastovu leidningar niðan á Vaglið og settu hátalælarar til. So kundu vit øll síggja og hoyra, hvat málið snúði seg um, meðan politihundar goyðu og onkur í táragassroykinum nýtti høvið at se...