Hevur tú
arbeitt í Útvarpinum, so hevur tú møtt Øssuri Winthereig (1958-2025). Fyrstu
ferð var á Bryggjubakka í tíðini, tá ljósabláa Útvarpið víðkaði um arealið og
flutti inn í gulu húsini hjá Poul Hansen. Studiokapasiteturin varð víðkaður og
redaktiónshøli vórðu innrættað á loftinum. Seinni flutti Útvarpið niðan í
Sortudíki, har nýggj hús vórðu bygd, takkað verið V4 spælinum, sum Niels Juel
Arge fór undir fyrst í sjeytiárunum. Tað hendi so nógv í hesum árum.
Studentaskúlin var kanska tað minst áhugaverda, tí niðri í býnum var
Skansastova, har Øssur eisini var aktivur. Uppreistur var á Vaglinum, tá fúti,
løgregla, halgidagslóg og ung ikki á nakran hátt kundu tosa saman um diskotek,
hjá pengamonnum í Havn, og afturlatingartíðir hjá yvirvøldini á sama staði. Tá
harðast leikaði á, drógu tey í Skansastovu leidningar niðan á Vaglið og settu
hátalælarar til. So kundu vit øll síggja og hoyra, hvat málið snúði seg um,
meðan politihundar goyðu og onkur í táragassroykinum nýtti høvið at seta elda á
ein bil, har pylsuvognar stóðu. Vit vildu hoyra tónleik. At skera inn á bein og
leggja á blik, hvat hetta snýr seg um. Tað vóru analytisku evnini hjá Øssuri.
Hesi evni slapp eg at njóta gott av, tá eg fyri Skúlabókagrunnin eftir
aldarsskiftið skrivaði bókina Fjølmiðlar. Hann rættlas og ráðgav. Eini kapittulin
í skúlabókini hevði yvirskriftina Talufrælsi og sensur. Til minnis um Øssur
fari eg at seta tann kapittulin inn her niðriundir. Ærað verið minnið um Øssur
Winthereig.