Amerikansku Lara Chebotarev, Bryn Mortenson og Brookie Xia, sum saman við spanska læraranum Rodrigo Antonio Rieiro Diaz, eru í Havn at granska arkitektin Gunnar Hoydal. Í Tórsbyrgi, sum Gunnar Hoydal (1941-2021) teknaði, og fyrstu fólk fluttu inn í í 1976, eru í dag listalesandi Lara, sum hevur foreldur úr Sarajevo og Moskva, og tær báðar arkitekalesandi Bryn, sum er av skandinaviskari ætt, men býr í Pennsylvania, og Brookie, sum býr í California, men hevur foreldur úr Kina, komin á vitjan. Brookie hevur frá læraranum Rodrigo fingið til uppgávu at kanna Tórsbyrgi, Bryn Berjabrekku og Lara inni á Gøtu. Tær eru frá Danish Institute for Study Abroad, stytt DIS, ið er ein almannagagnligur grunnur til lestur uttanlands, stovnaður í 1959, sum bjóðar semestur-, lestrarár- og summarútbúgvingar, har undirvísingin er á enskum, í býunum Keypmannahavn og Stockholm. Seinastu tvey árini hevur spanski arkitektinum, Rodrigo Antonio Rieiro Diaz, undirvíst hjá DIS, og er nú í Føroyum við teimum...