Skip to main content

Stættarsamfelagið í skúlans skotmála

 

Mynd Breddin KVF 18. novembur 2025

Onkur vil stillisliga gjalda meira fyri tey, sum hava minni og halda, at trupulleikin við stættarsamfelagnum hvørvir sum stormur í einum tekoppi, gera vit tað.

Tað framgongur í Breddanum, flaggskipinum hjá Kringvarpinum, har Sigurjón Einarsson í dag er redaktørur, saman við Birgit Carinu Eliasen og Alvin Ellebye, teknikara.

Í sendingini hoyra vit í telefonini Regin Marnersson, stjóra í skúlanum úti á Fløtum, sum er hin størsti í landinum, og landstýrismannin Djóna Nolsøe Joensen við ábyrgd fyri økinum, ið hevur eina dóttir í hondbóltsflokkinum, sum ljós verður varpað á. Gestir í sendistovuni eru Hedvig Johansdóttir fyri Barnabata, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Lillian Bjarnadóttir Poulsen er foreldraumboð fyri skúlastýrið í Skúlanum við Løgmannabreyt fram til 2028.

Hetta er Breddin í Kringvarpinum í dag. Evnið er tann trupulleiki, sum hevur tikið seg upp við tað, at ein hondbóltsflokkur á skúlanum hevur tikið ta í mínum eygum margháttligu avgerða kollektivt at fara til týska býin Trier, at síggja føroyskar kvinnur spæla hondbólt har í býnum.

Komi í tankar um, tá Hans Holm plagdi at siga á Læraraskúlanum, at størsta eydna hjá einum ferðandi føroyingi, var at banka á hotellveggin á Mallorka og hoyra, at hinumegin búði eisini ein føroyingur. So var alt komið uppá pláss.

Er hetta ein psykosa, sum er vakna úr dvala? At fara út í onnur lond at síggja og uppliva okkum sjálvi sum hondbóltsføroyingar nú í øðrum potensi?

Stjórin, sum eisini er stuttligur skóti, er brúnasíður og tíðuliga tikin á bóli, nú tað er komið út, at henda 11-túsundskrónur ferðin til týska býin Trier skal gerast mitt í skúlaárinum og sum partur av undirvísingini í 9. flokkinum, ið hevur fingið høvið at velja hóndbóltin sum linju.

- Man spælir á stongdum Facebookbólkum, sigur hann, og Sigurjón, redaktørurin og journalisturin, noyðist okkara vegna at spyrja, um hann ikki hevur eina misfatan av foreldrunum, bara fyri at fáa svarið 'Tað blívur so keðiligt, tá vit arbeiða eftir skeivum fortreytum sum skúli.'

Kjakast verður í útvarpsstovuni um at vera innanfyri ella uttanfyri felagsskapin, og um fíggjarstøðan hjá foreldrunum skal gera av, hvat børnini sleppa.

Sligið verður fast, at Hondbóltsbreytin á skúlanum á Fløtum fer til Týsklands á hondbóltsnámsferð. Men stjórin veit einki um nýggju vendina, sum ger at málið verður sett á Breddan í Útvarpinum, og kann tí ikki fyrihalda seg til málið, hóast Kringvarpið hevur samband við foreldrið, ið hevur fýlst á dýru ætlanina.

Hóast ein fungerandi foreldrabólk, er tað hugskot frá 'onkrum' næmingi, ið fær Føroya størsta skúla at fara til Trier. Tað sigur stjórin í prátinum við Sigurjón. Eg eri málleysur, fyri at vera í eini ítróttakappingarterminologi.

Vit fáa at vita um leiðreglur fyri námsferðir, sum tykjasta greiðastar í skúlanum við Løgmannabreyt, har tey knýta seg at íslandsfarleiðini hjá Smyril Line til Íslands, í mesta lagi 2000 krónur, um námsferðin ikki kann gerast í egnum landi, so sum tey siga, tá Føroyar verða umrøddar. At ferðast í egnum landi.

Júst av hesi orsøk er gott, sera gott, at Breddin í Kringvarpinum tekur hetta upp, borgarans vegna, sum er grundsjónarmiðið í public service og allari brúkaraupplýsing.

- Tað er slett ikki í lagi, sigur landstýrismaðurin beint fram. Dóttir hansara gongur á somu breyt, ið ger ferðina. So lítið er stættarsamfelagið og so týdningarmikið er, at miðilin, Kringvarpið, er uppá vakt og tekur málið upp í einum breiðum, yvirskipaðum og skilvísum høpi, har ikki bara seráhugamál skúlans og ítróttarfelagskapsins eru talaði og umboðaði.

Vit fáa innlit í, hvat tey møttu siga og halda um námsferðir. Samanumtikið er tað at nema sær lærdóm og kunnleika í felags sosialum felagsskapi í nýggjum høpi, tá tú gongur í 9. flokki.

Fara vit aftur til Breddan í dag, so gongur fram, at Undirvísingarstýrið veit ikki um trupulleikarnar við ógvusliga kostnaðinum fyri námsferðina í skúlatíðini. Barnabati ger samstundis vart við, at børn og foreldur um alt landið hava ikki somu fíggjarvánir at ferðast og verða við í felagsskapinum, sum hann nú er blivin til. Umboðið fyri skúlan við Lømannabreyt upplýsir, at har verða avmarkingar settar á námsferðir, sum í dýrasta føri eiga at fylgja rutuni hjá Norrønu til Íslands, kunnu tær ikki vera innanlendis í Føroyum. Onkuntíð taka foreldrafundir avgerðina, sum umboðið fyri skúlan við Løgmannabreyt heldur vera skeivt. Semja er um, at tað er upplagt at ferðast í egnum landi, í mesta lagi at brúka 2000 krónur til minicruse við øllum til Íslands. Sagt verður, at øll rinda ein yvirprís, sum er 200 kr, so øll sleppa við á ein sosialan, anonyman og lagaligan hátt.

Tí skúlin skal vera ókeypis og fyri øll.

Prinsippið er, at tað er fyri øll og skal ikki kosta, so fíggjarligu korini hjá foreldrunum gera av, um næmingurin er við ella ikki. Gott kjak, sum við fermum verti og góðum avtalaðum spurningum, natúrliga flytir seg til evnið inklusjón.

Inklusjón, hvussu definera vit tað, spyr Barnabati retoriskt. Hvat definerar henda felagsskapin, vit skifta orð um. Breytin á skúlanum er upptikin av hondbólti, men hetta ber ikki til hjá øllum. Trýstið er ov stórt, at hetta skal bera til, sigur umboðið fyri Barnabata. Børn føla seg trýst og verða stúrin, einsemið verður størri og tey kenna seg ikki at hoyra til. Hevur mítt lív meining, tá eg ikki havi umstøður at vera við í kula felagsskapinum, spyrja børnini, sigur umboðið og spyr, hvat er tað tá, at inklusjón er og gongur út uppá? Hon sær ikki virðini, sum lýst í til dømis átakinum Betri Vinir, sum eg sjálvur síggi á heimasíðuni hjá Betri grunninum gevur skúlanum tvær milliónir í stuðuli við stuttliga samanfallandi navninum. Tað er eisini eitt slag av pengum, at sleppa at føra inn í fólkaskúlan, nú tað er evnið, pengar í skúlanum.

Undirvísingarstýrið verður spurt milliónaspurningin, hvussu tey tryggja inklusjónina í fólkaskúlanum. Svarið er, at einstaka dømið má ikki sleppa at verða ein glíðibreyt, tí úti á skúlunum er eitt stórt forstáilsi á hesum øki fyri seturskúlar. Tað eru so ymisk forhold, stórir skúlar og smáir skúlar og norðurlendskar skipanir. Í Skúlastýrunum liggur tað í góðum hondum. Tað hevur altíð verið nakað serligt at fara í onnur lond. Og ikki bara at ferðast í egnum landi, verður sagt.

Verturin heldur Barnarættindasáttmálan fram, og spyr, um tað er til barnsins besta at fara uttanlands, tá talan ikki er um eina javnbjóðis støðu, og tí neyvan kann vera í tráð við sáttmálan.

Niðurstøðan hjá gestunum er, at meginreglan hjá skúlanum er tó ikki ein lóg. Skúlastýrini eiga at taka hetta upp, heldur umboðið fyri Løgmannabreyt. Vit eru nokkso øvundsjúk, sigur hon, og nevnir Jante í eini roynd at virða ymiskleikan, so hann ikki kemur upp at blása, sum hent er.

Sum lurtari komi eg meir enn einaferð í tankar um hugtakið privilegiublindni, sum tey, ið vilja ráða og fyriskipa í ovfarakæti, tá hondbólturin eina stokkuta løtu gongur eftir vild, og skapa reina massapsykosu frá vøllinum og gjøgnum Kringvarpið út í alt landi og nú eisini í skúlanum. Neyðars tann, ið ikki er hondbóltsfjeppari tá.

Semja er við útvarpsborðið, at sosiali ójavnin eigur ikki at síggjast og ávirka í fólkaskúlanum, har øll eiga at hava javnar møguleikar at vaksa og vera.

Av royndum veit eg tó, at í stættarsamfelagnum, eru tað ofta tey múgvandi, ið sleppa at gera ravasju, meðan tey, sum ikki hava so nógv, ofta dugu væl at verja síni børn og eru sera skynsom við pengunum. So mikið størri er uppgávan

Landsstýrismaðurin upplýsir í telefonini, at hann fer tó einki at gera við málið, men leggur tað til skúlastýrini.

Undirvísingarstýrið kann taka evnið upp, verður sagt, so varisliga, at eg fati Stýrið sum fjart og lítið kjølfest í nútíðarliga stættarsamfelagnum.

Tá líður móti endanum, haldi eg fyri vist, at hetta er ein massapsykosa. Einki annað. Hondbóltsmassaspykosan, sum hevur fingið eina høll, endafíggjað við skattapengum úr kommununi, eg sjálvur búgvi í, við tí lyfti, at vit nú fingu heimsnøvn at upptraðka á ekstra stóra pallinum. Tað lyftið er ikki innfríðað enn. Uttan at gera eina sending um tað, bíði eg enn í tolni.

Hinvegin er tað blivið so dýrt, at flyta ein skúlaflokk frá eini bygd í aðra, ella til Havnar, at síggja og uppliva eitthvørt aktuelt á listarliga bógnum, at eg havi tvey dømi frá í ár, har lærarar hava avlýst slíka avmarkaða innlendis námsferð, tí hon var so dýr við flutningi, at onnur tiltøk í skúlaárinum ikki kundu haldast í sama skúla.

Eg láni útgangsorðini hjá Sólrun Michelsen í eini viðmerking um somu sending í dag: ”Takið tykkum saman fólk og geri okkurt, har øll kunnu varðveita sína virðiligheit og gleðast saman við børnunum.”

Útvarpsvirðisløn ella miðlavirðisløn eigur at verða innførd aftur, so vit verða mint á, hvat gott útvarpsarbeiði er. Og at miðlaverðin, tað, ið eftir er av henni, tá vit hyggja út um Kringvarpsgarðin, hvørt ár sleppur at varpa ljós á seg sjálva.

Takk fyri gott arbeiði, Sigurjón og tit, um eitt evni í Breddanum, eg ikki visti nógv um.

Comments