"Góða mamma" er heitið á heimildarfilmi um barsilsdeyða, sum Elin Mirjamsdóttir og Elin Dagbjartsdóttir júst eru lidnar at klippa, og sum verður sendur í Kringvarpinum hóskvøldið. Niðanfyri sita tær og gera sendingina klára.
Í filminum verða fýra húski lýst, trý fólk, hvørs mammur doyðu í barsilssong, og ein pápi og maður, sum misti konuna.
Sylvia Thomsen byrjar filmin í litríkum umhvørvi inni í stovuni, og eg kann beinanvegin siga og síggja, at “Mamma mín” er væl filmað, oftast við djúpum dýpdarfokus, væl ljóssett, sentrerað og vinklað. Einasta tekniska, eg havi hug at finnast at er, at føroyski himmalin yvir bygdir og býir er so ljóssterkur, at hann eigur at verða filtreraður og avmaskaður, skal hann ikki brenna ígjøgnum, men matsja við framúr upptøkurnar innandura.
Sylvia var fimm
dagar gomul, tá hon varð doypt og mamman jarða. Sama dag. So kargar eru umstøðurnar, vit fáa innlit í. Nú eru mótsetningarnir,
lív og deyði, strikaðir av i hesum róliga og tematiskt nýskapandi heimildarfilmi.
Uttan at tykjast
rótleys, hjá øðrum enn teimum, ið hoyra, flytir Sylvia aftur og fram, býr hjá
nonnunum í Havn, svevur í sovisali har, og sleppir ikki út um gyrðingina, og fer so
á Barnaheimið til pápin kemur heim. Sjálvur má eg hugsa og siga, at so grundleggjandi er stættarsamfelagið.
Familjan er alt,
sigur Sylvia við nógvum eftirkomarum.
Signar á Brúnni er annar at siga frá um, tá hann tríggjar dagar gamal missir mamuna, og tí einki minni hevur um hana, hóast uppvøksturin og næstraviðurskiftini verða av teim bestu. Søgan hjá Signari strekkir yvir langa tíð og skapar eitt væleydnað forstáilsi.
Triðja søgan er
um Asbjørg Jacobsen og mammuna. Eftir keisaraskurð kemur hol á tarmarnar, seymað verður
aftur, men tíggju dagar eftir seinastu skurðviðgerð, doyr mamman. Meir um hana niðanfyri.
Fjórða søgan er
um Hans Anders Jacobsen. Hann er seytjan og hon átjan tá tey møtast. Men eftir at hava bygt hús og fingið fýra børn, doyr
konan. Vit fáa innlit í bakgrund og bústaðarviðurskifti, og um huglagið í
familjuni nú.
Hugtakandi er at
síggja grøna vøksturin og harvið lívseiga lívið á Skálafjørðinum, meðan vit hoyra um deyða og eftirsitandi, sum nú eru vaksin børn kring
borðið.
Sterkt og litríkt,
tá umræður deyða, og ítøkiliga myndaevnið, sum er gróðrarkontrastin á einum
summarsligum kirkjugarði.
Deyðin er
í lendinum. Hetta er eitt av góðu visuellu søgufyribrigdunum í filminum.
Men so er tað Asbjørg, sum sigur frá um keisaraskurð, innan ella júst tá hon varð til, og um skuldarkensluna, at varð hon bara ikki fødd, so hevði mamman livað.
Hetta er sterkasti partur í heimildarfilminum um deyða í sambandi við barsil.
At hin eftirlivandi, dóttirin og nýføðingurin, tekur sær ábyrgdina av, at lívgevandi mamman, doyði, so hon, nýføðingurin, kjarnin og framsøgufólkið, varð sett í verðina, og nú sum vaksin, skuldartyngd, kortini kann siga okkum søguna um seg sjálva, húskið og ættarliðini. Var hon ikki, so var einki, at møta okkum. Men hinvegin, so livdi mamman og ikki Asbjørg.
Tað er nakað lívfrøðiliga sannførandi her, tí hetta er avgjørt sterkasti partur í filminum. Kanska tí hann er so nær at okkara tíð og tilveru, og tí hevur besta møguleika at skapa identifikatión hjá teim flestu, sum hyggja, meðan vit aldri gloyma, at deyðin er og verður í lendinum, innan og uttanfyri kirkjugarðin.
Hon sigur eisini, at menninir, páparnir, sluppu ikki uppí part, og vórðu tí fráverandi. Tað er so aftur nakað at hugsa um í kynsuppdeilda samfelagnum.
Heimildarfilmurin "Góða mamma" er eitt tíðardokument, eg ikki havi sæð fyrr, og sum á ein hátt fær meg at halda við kvinnuni,
sum jú er keldan til lív, ið er narrativið í filminum. Eisini tí, at kvinnurnar siga, at samfelagsliga, og í almenna rúminum var best, um eingin segði nakað. Tí er hesin filmur
ein roynd at geva hesi støðu og sannkenning, tagnarmentanini, orð, ljóð og ljós.
Kann verða
at kvinnuligu forteljararnir og redaktørarnir hava truplari at sleppa inn um og undir húðina á monnunum. Í hvussu er standa kvinnurnar mest sannførandi og
innlitsfullførar í mínum eygum í hesum filmi.
Vert er at gáa um, at Signar eisini greiðir frá um standmyndina "Karyatida" hjá Guðrið Poulsen, ið er reist
í grannalagnum í Fuglafirði sum minnismerki yvir kvinnur, ið doyðu í barsilssong.
Takk, Elin og Elin fyri hugvekjandi heimildarfilm um hetta lítið lýsta evnið, barsilsdeyða.







Comments