Við nýggjastu bókini “Food from the Sea: The Future of Seafood” er hetlendski rithøvundurin og ráðgevin í fiskivinnumálum, John Goodlad, í hesum døgum í Føroyum við dótturini, Hannah Mary Goodlad, sum stillar upp fyri the Scottish National Party til skotska parlamentsvalið í mai.
- A large part of her campaign will be based on island
autonomy, sigur pápin, ið er her saman við øðrum hetlendingum “looking at the
politics of home rule and how Faroe can be an example to Shetland.”
Fyri fullsettari høll á Havstovuni legði John Goodlad mikudagin
fram nakrar tankar við høvuðsdenti á fuzzy thinking - leysar pástandir - í
politiskum arbeiði, tiknir úr nýggjastu bókini, sum forlagið hjá Shetland Times
gevur út.
- It would be great to see you there if you can manage, sigur vinarligi hetlendingurin, ið eins og tey møttu, harmast um slitnaða ferðasambandið millum oyggjarnar og millum Føroyar og Skotland.
Úr staðbundnum vinkli lýsir bókin framtíðina hjá fiskivinnuni
eins og sjógætisframleiðslu á altjóða marknaðinum, tá hugsað verður um at geva
seg undir altjóða krøv, og í øllum liðum arbeiða við ásetingini um lægsta
carbon footprint, tá borið verður saman við aðrar matvørur, serliga neytakjøt
úr Suður- og Norðuramerika, men eisini um heilsugóðar fyrimunir við sjómati, og
vinnuligar avbjóðingar hjá smátjóðum, tá tú fært fremmandar stórmiðlar um
skrúvuna, tí teir síggja blóð í sjónum og onnur barbarisk viðurskifti, ið teir halda stressa fiskin. Og so hoyrdu vit um lívsseigar søgur og lovsangir hjá hetlendskum
fiskimonnum og alarum, serliga sangin “The Clearances Again” hjá Skipinnish,
sum varð viðgjørdur, og fekk meg at undrast, at hetlendska sambandið er so
púrasta dottið niðurfyri.
John Goodlad helt fast um, at vilt tú bjarga heimsins svongu munnum í 2050, tá 11 milliardir verða at metta, eigur tú at eta fisk, sum er veiddur á burðardyggan hátt: “If you want to save the planet eat sustainable fish.”
Tankarnir eru so viðkomandi hjá okkum, at eg fari at ilskast
um, at vit ikki hava havt javnt og gott samband og samstarv við Hetland, alt
síðan ferðina hjá Pløyen í 1839, á hesum øki. Tað høvdu vit fyri ikki so
langari tíð síðan, men nú er sambandið, mær vitandi, púra dottið burtur.
Fuzzy thinking byrjar við at einfaldar loysnir, ofta frá
áhugapørtum, hann rópar wine bar revolutionaries, sum einki vita um hands-on
viðurskifti í til dømis alivinnuni og at seta fiskikvotur á útjaðarastøðum, at
einfalda loysnin forkemur øllum loysnum, ið kundu verið brúktar, tí vandamálið,
sum onkur vildi loysa á einfaldan hátt, nettupp er so samansett og fjøltáttað,
ið eiga at sannføra allar partar, at simplar loysnir kunnu ikki brúkast at
svara kompleksum avbjóðingum.
Fødur í fiskivinnuætt, vaks John Goodlad upp í Hamnavoe í
Hetlandi. Han las á lærdum háskúla, mynstraði við fiskuskipum, arbeiddi hjá hetlendska
fiskimannafelagnum, Shetland Fishermen’s Association, fór at ala og gjørdist
eftir hetta ráðgevi hjá Prince Charles' International Sustainability Unit. Hann
er nú ráðgevi, expert advisor for two seafood investment funds.
Fyrsta bókin hjá John Goodlad var “The Cod Hunters” í 2018, “The Salt Roads: How Fish Made a Culture” í 2022, “Saltleiðirnar – hvussu fiskur skapti eina mentan”, sum Regin av Steinum týddi og Sprotin gav út í fjør. Nýggjasta bókin er “Food from the Sea: The Future of Seafood”, sum kom í summar og høvundurin er avmyndaður við omanfyri.
Nú fer hann at arbeiða við samstarvinum millum Hetland og Føroyar, tá mongu hetlandssluppirnar vóru her og fiskaðu. Seinasta hetlandssluppin, sum fiskaði undir Føroyum, var William Martin. Tað var í 1908.




Comments