Jólini eru tíðin, tá tú gert upp, hvat var best í árinum, sum fór. Hyggja vit at filmi, so er ikki óvanligt, at tú sært listar í miðlunum, sum hondfast staðfesta, hvat eru bestu jólafilmar, og hvørjir filmar skulu síggjast á jólum. Binge watching, tey kalla.
Sum jólini ganga, gongur upp fyri mær, at ávísir filmar eru skrásettir
sum ómissandi jólafilmar, uttan at eg visti av tí, og ofta uttan at filmurin
hevur nakað stórvegis, kanska slettis einki, við jólini at gera, men er blivin
ein partur av tí konsumi, fyrilitsleysari ovurnýtslu, sum jólini eru.
Ein filmisk brúkarafest.
Ein morgun undan jólum síggi eg, at Home Alone frá 1990
verður sýndur á donsku public service rásini DR1. Ein góð søga sett saman við
spenningi og filmiskum frásøgusnildi av eini aðrari verð, sum ikki bara setir
barnið í focus, tá tað forskansar seg í stóra ríkmannaheiminum, men eisini
loftar tankum um familju og einsemi á jólum. Kjarnuboðskapurin kemur fram, tá
høvuðsleikarin, Kevin (Macaulay Culkin), møtir grannanum, Marley (Roberts
Blossom) í kirkjuni. Ein nýklassikari.
So koma minst fimm profittmaksimerandi konsumfilmar við sama heiti. At eydnast
kann blíva títt egna forbannilsi. Eisini við Home Alone.
Hyggja vit við hesum frágerða jólafilmsklassikara, Home
Alone (1990), sum støði eftir hinum filmunum, sum almennu sjónvarpsrásirnar í
øllum okkara grannalondum eisini seta á skrá, síggja vit eitt annað slag av filmum,
sum eg uttan at himprast vil kalla heiladeyðar heilfluktarar sum Die Hard (Doyggj
við stívum), fimm ymsir filmar við Bruce Willis, sum byrjaðu í 1988, og Lethal
Weapon (Drepandi vápn), fýra ymsir filmar við Mel Gibson, sum byrjaðu í 1987,
og skapti spin off søluvørur sum sjónvarpsrøðir og telduspøl.
Gjøgnum árini verður tað ein siðvenja og savningarmentan hjá
ungfólki á jólum at síggja hesar filmar og drekka øl afturvið. Filmiska
konsummentanin hevur lukkast at skapa eina nýggja hill fyri tí totala
jólakonsumi. Og public service rásirnar ganga undan at føða hetta sovandi dýr,
ið eitir profittmaksimering. Við fjarstýringini í hondini, undrist eg.
Einasta blíðkandi innfall, eg kann finna at rósa vónleysa
vøddamanninum Mel Gibson er, tá hann í Lethal Weapon 2 (1989) eirindaleyst
leggur eftir suðurafrikanskum diplomatum og teirra immuniteti. Apartheidstýrið fær so turt uppá, sum
eg aldri havi sæð á filmi áður. Tað er í sær sjálvum eitt avrik, um enn lagghalt.
Eftir at
hava undrast eina løtu yvir allar hesar filmar, ið fábroyttir, mest sum eintáttaðir,
lýsa arbeiðandi verkamenn í trongum støðum, har teir í leysum lofti skulu
bjarga innibyrgdum borgaraskapi í einum japanskum háhúsum í Amerika undan týskum
yvirgangskroppum, ið eita tað sama sum mentað tónaskøld á jólum, Gruber, komi
eg eftir, at leisturin er hin sami sum í barnasendingum á jólum. At bjarga
jólunum, nú hin óndi fór við teimum.
Ummælarin
hjá søguríka tíðarritinum, Rolling Stone, Peter Travers, er ikki ósamdur við
mær, tá hann slaktar triðja jólafilm hjá Gibson, og á einum skala frá null til
hundrað gevur flatt null.
Null til
Mel.
Kundi
ikki verið meira samdur, tá umræður filmar, sum public service rásir velja at
vísa okkum um høgtíðina.
Framhaldandi
gott ár, hvar tú so velur at síggja tínar filmar.


Comments