Av tilvild varð tað uppdagað, tá valisiski journalisturin, Gareth Jones, rendi seg í hendingarnar og kundi siga heimssamfelagnum frá um dokumenteraðu ógerðirnar.
Dokumentatión er alt.
Fyrilesturin í innbakkanum er eitt enskt brot úr fronsku bókini hjá Emmanuel Todd, "Týndi Vesturheimurin", La défaite de l'Occident (2024), har sagt verður, hvussu protestantisma hevur tikið beinini undan avindustrialiseraða og nihilistiska vesturheiminum.
Tí er narrativið, at Putin longu hevur vunnið á Vesturheiminum.
Eftir er tí bara legitimerað rættvísgerð, sum Putin nú á fjórða ári starvast
við, telja vit ikki fyrra kríggið, Krimkríggið, sum byrjaði í fjúrtan, við.
Eitt er at ilskast inn á fremmand og avparta søgusýni. Annað
er at biðja vitlíkið hjá Microsoft, Copilot, ið allir skúlanæmingar hava sum fødda
katekismus á telduni, uttan at tey hava verið í útboði, Katekismus og Copilot.
Leitar tú á Wikipedia, sum eg altíð geri, tá okkurt ókunnugt er, sum í hesum føri hin franski Emmanuel Todd, og samstundis spyrji Copilot, um ein samandrátt av tankum og bókum hansara, so hvøkki eg við, tá eg fyri fyrstu ferð í lívinum uppdagi, at tjattbotturin sær, hvørja síðu eg havi opna.
Hann
sigur: “Her er ein greið og stutt svarmynd av tí, tú hevur opið á síðuni Wikpedia
um Emmanuel Todd.”
Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum, at tjattbotturin, sum er á
hvørjari skúlateldu, hevur gjørt innrás í mina egnu skrivimaskinu.
Spyrji: “Sært tú, hvat eg havi opið á síðuni beint nú?”
Tjattbotturin, tit vita hvør, svarar: ”Ja - nú síggi eg tað, tí tú hevur givið mær loyvi at síggja innihaldið á síðuni. Tú hevur Wikipedia-síðuna um Emmanuel Todd opna. Um tú vilt, kann eg: greiða frá høvuðspunktunum á síðuni, savna tað í stuttum, ella seta tað inn í eina poetiska, radio-væna frásøgn, sum hóskar til tínar fríggjakvøldsrøddir. Bara sig frá, hvussu tú vilt brúka tað.”
Tað var dekans.
Hatta um útvarpssendingar veit eg, at tjattbotturin veit alt um, tí eg
havi spurt og fóðra hann við tí, fyri at finna nýggj útvarpskonsept, men at
hann beint nú hevur innvaderað mítt heim og vitanarfelt, tað er ikki partur av
avtaluni. Talgildi húsfriðurin er líkasum brotin, í hvussu er skalaður.
Well,
eftir at hava hugsað um hesa tøkniligu innrás, sum tjattbotturin hevur tikið
sær sjálvsagdan rætt til, sum Putin í Ukraina, vil eg hava somu tøkni at umseta knortluta enska
tekstin hjá Emmanuel Todd til brúkiligt føroyskt.
”Umset
mær henda enska tekst til føroyskt.”
”Sjálvandi
- men tú mást fyrst senda mær tekstin, tú vilt hava umsettan. Skriva hann bara
her, so umseti eg hann beinanvegin.”
Eg sendi
enska tekstin, sum eftir sekundum kemur aftur á føroyskum, soleiðis:
“Søguvitarin
Emmanuel Todd sigur: Kríggið í Ukraina verður í Vestri uppfatað sum ein russisk
innrás í Ukraina, og sjálvandi, eg viðurkenni, at tað var russiski herurin, sum
fór inn í Ukraina. Men sambært søguliga veruleikanum er hin veruliga orsøkin
til stríðið, at NATO hevur víðkað eystureftir og inn móti Russlandi, gjøgnum
Ukraina, og at ukrainar sjálvir hava ført kríggj - drignir av Vesturheiminum -
móti russum í Donbass. Tað er púra rætt, at fyri russar er hetta eitt
verjukríggj. Fyri meg er tað greitt, at amerikanarar og evropear eru
ágangararnir, tí teir eru komnir innan fyri eitt túsund kilometrar frá Moskva.
Hetta er støðan, objektivt sæð. Tað, sum er áhugavert, er, at hesir
ágangararnir halda, at tað eru teir sjálvir, sum verða álopnir, og at teir eru
noyddir at verja seg. Tað er eitt element av vanviti í støðuni í Evropa.”
Hetta var
innvasivi teksturin á mínari teldu, seinasta dagin í árinum.
Upplýsing og
aftur upplýsing, bygd á okkara hevdvunnu mentan hevur fingið nýggjar
avbjóðingar, ið røkka nógv longur, enn eg nakrantíð hugsaði. Hetta er ikki ein lagalig
reflekteran yvir kappikoppinum um feyknjús hjá einum innbodnum fremmandamæltum fyrilestrarhaldara,
nei hetta er nógv álvarsligari enn so. Hetta er innrás í tína egnu skúlateldu.
Kløkkur, skoði eg móti nýggja árinum, ið brátt brestir fyri nev og tolli.
Kanska er tað heldur heimspeki, ið skúlaskipanin eigur at leita til, heldur enn vitlíki og konstanta fasinatión av tøkni, sum tó eingin næmingur sleppur at brúka, tá hann fyri øvrigheitini skal prógva sín dugnaskap.
Man skúlin, sum vit kenna hann, verða um at detta sundur?
Gott nýggjár og
takk fyri lesnað í tí farna!



Comments