Skip to main content

Glitrandi góður

 

Sjáldsamt at lesa so góðan tekst, sum henda hjá Trygva Danielsen Bríksl, krím og spentar spengur í Oslo, sum undir frámerkinum hugleiðing er í Sosialinum í Vikuskiftinum, sum ískoytisblaðið eitir. Glitrandi góður.

Trygvi eygleiðir tveir av hondbóltsdystunum hjá føroyingum í Oslo, har hann sjálvur býr. Fyrra eygleiðing er munandi sterkari og ber boð um, at hin seinna helst er stytt, fyri at passa á tvær opnur, sum í avísformi er rættuliga vítt.

Í einum føroyskt miðlaðum gerandisdegi - har tú neyvan fært samanhang í útvarpstíðindini, tí tey eru so út av lagið illa lisini; gudviti, hvussu tey eru skrivaði, men til upplestur rigga tey ikki, tí tey verða tað bera kønk - er tað ein rár hending, at tú sum lesari, lurtari ella hyggjari kennir teg virðismettan, og kanst fara mettur frá at hava konsumerað eitt miðlaprodukt.

Tað hendi í hesum føri. Eg bleiv enntá svangur eftir meir. Tí hetta er ein rundferð í Oslo, har vit renna okkum í snávingarsteinar, sum skrivarin hegnisliga og tíðarrætt knýtir til holocaustdagin, sum sjónligur sæst í norsku gøtumyndini. Herheima er hann ikki so ítøkiligur. Vit fáa orð um tjóðskaparkensluna og euforiina at verða drigin inn í larmandi høllina at hoyra enn meira larmandi tónleik akkurát sum heima. Hvat er hetta, verður sjálvrannsakandi spurt.

Banniorð koma fyri, nøkur fá, sum fáa meg at hugsa um markleysa gonzo stílin hjá Hunter S. Thompson, men tá skal meira uppí, vil Trygvi dyrka tann stílin. Minnist eina grein, sum livdi upp til gonzostílin. Tað var í Vikublaðnum, tá ein ungur havnarmaður var sendur á handverkaramessu í Jútlandi og hevði mist telduna burtur. Tí varð seinkaða greinin ein vælsignað burturforkláring, sum á ongan hátt gav arbeiðsgevaranum rætt í at siga briljanta skrivaran upp. Helt skrivarin. Sjáldsama góð, sum í fyrilitarleys, grein.

Journalistiska greinin hjá Trygva er varisligari vitborin, tí hóast hon hevur Oslo sum karm, so verður so nógv fylt inn í karmin, at lesnaðurin verður ein tilvitskustreymur, har pennurin aldri er í uppisetri, men skapar svongd og forvitni, ið leiður teg frá staði til stað, sekvensi til sekvens, sum er tað ein ljóslivandi filmur millum føroyingar í Hondbóltsoslo. Nærverandi og livandi. Tú verður informatiónsmettaður og kennur teg frá fyrsta setningi virdan sum lesara og miðlabrúkara. Tað er ov langt ímillum ta kensluna í miðlunum. Alt ov langt.

Tí var hetta eitt gott átak hjá Sosialinum at fáa Trygva ikki bara at skriva, men kava út og niður í hondbóltseuforiska Oslo. On the spot. Og júst euforiin var orsøkin til, at Suni Merkistein bar seg undan at fara til Oslo. Hann vildi ikki euforiina. Tað segði hann í útvarpinum. Tá er stuttligt at sleppa inn í sjónareygað hjá Trygva, sum ikki aftrar seg at skriva til okkara í júst teimum ørindum. Framúr.

Eg havi sagt tað fyrr, at ítróttajournalistar hava munin, og tað stóran, í skrivandi journalistikki á móðurmálinum. Tað er framúr, men er samstundis ein áheitin á aðrar skrivandi journalistar, ikki minst upplesarar av skrivaðum teksti í útvarpinum, um at skerpa seg og taka seg saman. Úrslitið er, at lítið journalistiskir populistar býttisliga vælnøgdir fara avstað við málum, sum teir við lægsta felagsnevnara skapa og fáa at verða fataði sum uppi í tíðini. Soleiðis skapa vit fólkaforførarar. Allur bakveggur í almenna rúminum verður burtur. Tað kunnu vit ikki vera bekent. Tí er hetta eitt týdningarmikið íkast hjá fjórða statsvaldinum. Ja, hatta gamla orðið statsvaldið, hevur enn týdning, men aldri meira vald enn pressan sjálv gevur orðinum og blæsir í tað. 

Sum lítið ítróttahugaður, men tó íðin lesari, má eg siga stóra tøkk til útgevaran, Sosialin, og skrivaran, Trygva, fyri greinina og átakið. Bravo!

Comments