Skip to main content

Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?

Í dag er holocaustdagur, altjóða dagur til minnis um, at henda dag í 1945 fann og fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk, sum enn vóru á lívi í Auschwitzleguni.

Norska minnistalvan sigur, at bara á hesum stað varð hálv onnur millión dripin. Skrivað stendur: «Altid la dette sted vare et rop av fortvilelse og et varsel til menneskeheten, hvor nazistene myrdet omkring halvannen million menn, kvinner og barn, hovedsalig jøder fra flere land i Europa. Auschwitz-Birkenau 1940-1945.»

Krígsárini varð ein triðingur av jødiska fólkinum í okkara heimsparti, seks milliónir - og onnur ótald, sum eisini vórðu forfylgd - strikað, tileinkisgjørd, týnd og útruddað, ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt, men fyri nakað tey vóru.


Myndirnar tók eg í Auschwitz á sumri í 2023, har munkar, lesandi og heilt vanlig ferðafólk møttust í tí, sum eftir er av miðevropeiska villfarilsinum at rudda út tey, ið ikki hóskaðu inn í røttu myndina, sum tá var, av etableraðum dannilsi í komandi ríkinum, tí triðja. Ikki at byggja land, sum vit siga, men potensierandi at ala upp og skapa eitt nýtt fólk, sum er lýtaleyst í samtíðar granskarahondum. Nógv uppsløg eru á hesum bloggi, ið knýta seg at holocaust.


Ein fronsk mynd er eisini. Hon er frá Île de la Cité í París, eitt áminnandi motiv, sum eg ikki gangi framvið, eri eg har í býnum, uttan at hugsa, um hermenninir mundu rópa Heraus ella Sortir, tá fjøruti børn vórðu rikin úr bakgarðinum, ikki fyri nakað tey høvdu gjørt, men fyri nakað tey vóru. Saman við øllum hinum, sum minnistalvan yvir núverandi bakarínum sigur.


Var saman við seytjan væl upplagdum fólkum á einum skriviskeiði á Setrinum í tríggjar dagar, har frálíki lærarin, Rúni, fór í eina Gaza troyggju við nummari á, sum var tað eitt fótbóltslið, tá vit seinasta kvøldið skuldu lesa upp, og gera eina roynd at finna okkara egnu javnvigaðu rødd í einum kakofoniskt svikaligum heimi, har alt firmament er mest sum viskað út.

Súsanna og eg samstarvaðu um tekstir og tosaðu um dagar í Kvívík, hon læs upp fyri meg, og eg tendraði tónleik fyri hana. Alt samalt á skeiðnum, sum Lív vardi av undir útbúgvingini í listaligum arbeiði á Setrinum Vit skriva - hvussu verða vit lisin?

Men aftur til troyggjuna hjá Rúna, sum hugtók meg so mikið hetta endakvøldið, at eg fór at sakna holocaust tiltøkini í skúlanum, seinastu sjey árini.

Við eitt er miðlandi dialoghøvið og undirvísingarumhvørvið tikið frá okkum og skúgva burtur, tí skúlaskipanin fór at ganga partapolitisk heimaørindi at verja landstýrismannin, so hann ikki fall, nevndu vit Gaza saman við Ísrael á holocaustdegnum. Fyri ikki um at tala at lata mest lisna høvund í skúlanum, Marjun, sleppa at lesa um kibbuts og Gaza við egnum orðum og á nútíðarføroyskum. So fellir landstýrismaðurin og vit mugu verja hann. Soleiðis varð sagt, hóast eg enn ikki skilji henda fráboðaða veikleika, so kubbut og ósemjulig vóru umsorganarleysu harraboðini í fjør. Leiðslurætturin, varð seinasti trumfur.

Helt, at nú varð lok lagt á hatta ársgamla málið, men nú verður tað enn verri.

Eftir observanta og tíðarrætta prátið millum Poul og Bárð í Vikusendingini hjá Inga leygarmorgunin, takk fyri tað, Ingi, sitið eg eftir við undranarspurninginum, sum er ein hin týdningarmesta orðing í skúlaverkinum, undranarspurningur:

- Hvat um trúarfrælsi ikki varð praktiserað, tá Sloan kom til Føroya?

Í dag er úrslitið helst, at úr somu keldu sprettir fremmandaóttin, sum nú gevur Føroya størsta politiska flokki minst tvey nýggj fólk á ting. Kanska trý.

Seinastu mongu árini hevur verið sólarklárt, hvussu stórur fólksligi áhugin er fyri hesum sama degi, hvør miðilin og avsendarin so er. Tað er sum bundinskapur, at halla og bekenna seg til annan partin einans og ikki hin, sum avgjørt verður dømdur úti. Tí fekk eg sum vátan vøtt, tá eg eina viku undan altjóða holocaustdegnum fekk at vita frá námsfrøðiliga starvsfólkinum og webstjóranum, at í ár verður einki tiltak. Sum í nihilistiska einki. Eingin dialogskapandi minnisdagur um holocaust og onnur fólkadráp, hóast løgtingssamtyktina í 2019, sum nágreinar, hvør skal umsita hesa árligu upplýsandi uppgávu, og hvønn týdning hon hevur í skúlanum júst henda minnisdag. Í ár er tiltakið tikið burtur og lagt niður. Sum í svenska förintelse. Einki holocausttiltak í føroyska skúlanum. Kumpasin er slept og tiltakið er gjørt til einkis. Larmurin og gruggið fara at vaksa.

Gjøgnum ósensureraðar sýningarskráir mikukvøld í Havnar Bio, ber til, alt árið í kring, at hefta seg við ta undirtøku og tann áhuga, hesin døkki og í dag sjónliga vandamikli kapitil í heimssøguni, förintelsen, hevur millum fólk, ið støðugt vilja síggja nýggjastu filmar og útleggingar av einum tematikki, sum aldri fer at missa aktualitet og enn minni eina hugbindandi fasinatión, tí flestu hava skilt, at hann festir rót og verður nørdur onga aðrastaðni enn í banala føroyska gerandisdegnum og alla aðrastaðni í verðini. Hanna Arendt, sum eisini er gjørd til týskan spælifilm, lærdi okkum alt um tað. Og í einum meira námsfrøðiligum framgangsmáta, sum í teim tíggju skúlaboðunum hjá Luther, lærdi Gregory Stanton okkum tað sama, bara í tíggju einfaldum stigum. Frá at happa og eyðmerkja, til at polarisera og skipa fyri praktiskari útrudding. Og at enda avnokta alt.


Fara vit aftur í biografin, kunnu vit úr skránni lata filmar sum The Zone of Interest, Sonur Saul, Tímar í persiskum, Hvar er Anna Frank og Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina fara tølandi eftir stóra løriftinum, men eisini ísraelsku friðarfilmarnar, Foxtrot og Innocence, palestinsku No Other Land og Palestina 36, og tunesiska Gazafilmin Røddin á Hind Rajab. Í biografinum eru lukkutíð hvørt ár nýggir filmar um hetta torskilda og ofta órannsakiliga evni, sum holocaust og avleidd vandamál eru, og sum eingin kann lýsa sum filmur í sínum rætta upplivingarrúmi, biografinum. Staðurin, Roger Ebert kallaði perfekta empatimaskinan, at skilja og fáa innlit í óskiljandi mál, serliga hjá skúlanæmingum. 

Tí óttist eg eins nógv, og eg óttist fremsta banalitetsmeistara í okkara tíð, dramblætisforsetan Trump, at hesin bundni minnisdagur í føroyska skúlaálmanakkanum nú verður lopin um, sleptur, tilsíðissettur og forbígingin.

Er tað eitt tekin í tíðini?


Comments