Mikudagin var Rúni Nielsen á vitjan í køkinum við tveimum mikrofonum frá Harrapoddinum. Tær eru smærri enn rullupylsurnar, ið vanliga verða settar á borðið hjá poddkastarum, sum vóru vit til altars hjá Al Capone og Marconi í tretivunum.
Hesar hjá Rúna eru frá avstralska Røde og mest sum ósjónligar og gloymdar, tá tær verða klipsaðar á flippuna.
Upptakarin er fartelefonin, og so starta vit og verða avbrotnir, tá kaffimaskinan larmar við boðum um, at nú eru tveir tímar farnir, og hon lukkar demonstrativt. Uttan at vit nakra løtu tendraðu ella kannaðu eftir í teldu og telefon, tí tær eru slettis við í borðprátinum um Náttarravnar, Bankatosk í Áarstovu, Whiskysmakking í gamla Seglhúsinum og tað undarliga, at tíma at geva seg undir arbeiði hjá øðrum, alt meðan fjørðurin reisir seg og regnið setir niður og dukar á gluggan.
Stikkorðini, Rúni hevur sent mær í messenger, eru: gastronomi, náttarravnar, filmur, at ferðast, at smakka uppá orðini…poddkastmentan + bloggamentan. Formatið er rátt og óklipt, vanligt prát, næstan, skrivar Rúni, sum lurtar nógv eftir poddum og ljóðbókum.
Ein freistandi tanki, at fara tann vegin.
Ljóðbøkur og poddar at fáa nýtt innlit og lita tilveruna við.
Takk fyri vitjan!



Comments