Skip to main content

Samanhangandi lesing


Hyggja vit á heimasíðurnar hjá størstu skúlum í Føroyum, so finna vit rímiligvís frágreiðingar um lesing sum miðlandi fatan av tí, ið lisið verður, hvørt tað so er innaní til sín sjálvs, ella til almenningin at fata og fáa samanhangir eftir upplesturin.

Henda gongd er í mínum oyrum farin at plága Útvarpið hjá Kringvarpinum.

Ikki tí, knortlut mál er ein væl dyrkað disiplin og siðvenja í skriviborðsføroyskum, sum bókmentunarliga varð tikið fram í sendingini Orðavali í morgun við tveimum rithøvundum sum dømi. Kanska eitt sindur stirvin sending, sum manglar tað flow, ið fyrr var, tá Elin Henriksen var tann, sum fekk mikrofonina og tí gjørdist miðlandi miðdepilin. Men ikki so stereotypt tilgjørt, sum hjá Jóhan Hendrikki í fyrndini, ið nú verður brúktur sum eitt fornrelikt, serliga við talskipanini. Røvarasprog kunnu øll skapa, vilja tey halda onnur burtur.

Størsti skúli, Glasir, hevur vanligu drúgvu frágreiðingarnar, ið eyðkendar eru úr skúlaverkinum, um allar lærurgreinar frá byrjan til enda.

Og nú er nóg mikið gingið og malið um tað, sum Orðabókin sigur um at tala nógv, sussa og meyla, um tað vit vanliga kalla at mala um heitan greyt.

Fremsti føroyski mentanarberi, Útvarpið hjá Kringvarpinum, má gera nakað við upplesturin, so hann í minsta lagi kann fatast um samanhangandi, og so mikið meiningsskapandi, at vit fata, hvat upplesarin, maður ella kvinna, ungur ella gamal, vil siga, frá morgni til myrkurs, til gerandis og heilagt.

Hyggja vit á heimasíðuna hjá størsta fólkaskúla, sum helst er Skúlin á Fløtum, so síggja vit eitt greitt yvirlit um samansettu prosessina, ið lesing er.

Í triðja petti stendur: ”Tað hevur týdning, hvussu rætt og skjótt vit lesa. Gongur striltið at avkoda, og lesingin er ósamanhangandi við nógvum villum, ávirkar hetta fatanina.”

Hetta var gullkornið, ið forloysandi kom til mín í morgun, eftir at eg í heilt drúgva tíð havi undrast og onkuntíð ilskast inn á, at Føroya fremsti miðla- og mentastovnur ger so lítið við upplestur, at stundum, í týdninginum ofta, hevur tú ilt við at avkoda, hvat upplesarin, maður ella kvinna, meinti við og vildi hava fram innan farið verður víðari. Í skundi. Ella tí upplesarin er ilskur og ikki far mikrofon, teldu, skíggja ella prentara at fungera og skal siga okkum frá um tað.

Har var vegleiðandi uppskriftin, hvussu vit tryggja fatanina av tí upplisna. ”Tað hevur týdning, hvussu rætt og skjótt vit lesa. Gongur striltið at avkoda, og lesingin er ósamanhangandi við nógvum villum, ávirkar hetta fatanina.”

Tað er líkasum tað. Skúlin sigur tað sjálvur. Restin er roks. Cut it out.

Comments