Worldclass er enska orðið eg velji at brúka, tá Sophilia í triðju sending úr Hoydølum í kvøld valdi ein sang hjá Eivør frá Clickhaze-tíðini, "Wall of Silence".
Bólkurin, sum tríggir skrivandi menn kallaðu Føroya størsta aliring á Gøtuvík, tí burturúr honum var komin so nógv tónleikasøga, sum í ongum øðrum føri.
Í trý ár savnaðu og skrivaðu vit um tónleikasøgu frá Jazzband Triumph og fram til tíðina, sum tá var, fyri tjúgu árum síðan. Umframt Clickhaze var spennandi at skriva um tíðina við Teimum av Kamarinum, tá Útvarpið var nýbyrjað, og pionérandin lá yvir skiftandi streymunum í Norðuratlantshavi, ikki bara við nýuppfunnum transistorradio, men eisini nýdefineraðum samfelagsbólki, ungdómi, ið forvann sínar egnu pengar, og gjørdist seismografur, sum við dansiviðurskiftum kundi máta, síggja og skapa samfelagslig nýbrot.
Við rópara í hondini, síggi eg Sophiliu sum ein frontrunner
og kyndilsbera fyri hesi funktión, sum ungdómur átekur sær í eftirkrígstíðini í
nýggju Føroyum.
Bravo.
Ein framførsla sum er hundrað prosent egin, men í mínum
steroanleggi hvílir á souldrotningini, Arethu Franklin, og tekur okkum fram til Lauryn Hill og Amy Winehouse alt samalt í eini Eivør-tulking. Egið, sum í unikt.
Sama nýfunna støðið finni eg í tulkingini hjá Onnu Lovisu, tá hon velur sangin hjá Eivør, “Røttu skógvarnir”. Meðan kamera fer eftir og fangar eyðkendu plateau skógvarnar hjá Eivør, ber Anna Lovisa, við ikki bara framúr góðari sangrødd, men eisini ekspressivt góðari artikulatión, henda bæði ítøkiliga og abstrakta sang, um at finna lívsins stev, fram, av pallinum í Hoydølum, meðan vit øll halda ondini. Ein framúr sangur, tulkaður av eini ikki minni framúr ungdómsrødd.
Hetta vóru spírarnir, sum hugtóku meg mest í kvøld. Ikki tí, heilt frá fyrsta sangi hjá Jóhonnu, “Mín móðir”, um universellan móðirskap og persónligan sakn, var sendingin meira hugtakandi enn hinar fyrru, eisini tí eg helt, at pallsettir klædnabúnar í svørtum, sminka og hár, ikki minst hjá Paula, vóru so gjøgnumarbeitt, at saman við ljósseting, elvdi hetta til enn betri senugrafi.
Og í svarta klædnastílinum riggaði tað væl, at Anna Lovisa var berføtt í litríkum kjóla, sum bar brá av uppruna Amerika, og Vár, sum untouchable leiddi og pískaði okkum fram frá ljóðmynd til ljóðmynd, har kapellmeistarin Kim og stoiski bassurin hjá Jóhannus eru bakveggirnir í tryggu ljóðmyndini.
Emma valdi krevjandi sangin “Verð mín”, sum við orðum hjá Marjun gongur langt upp og langt niður, og Filip velur at tulka kendasta sangin, hann um systrarnar hjá Eivør, ”Elisabeth og Elinborg”, sum vit syngja á ólavsøku.
Vit fingu meir at vita um hvønn einstaka sangspíra, og samrøðan við Føroya fremstu stjørnu, Eivør, bleiv so hvørt bæði eitt statement um at tora at ganga egnar leiðir, men eisini at halda á og ikki gevast á hondum. Fyrimyndarliga framúr, eisini við adressu til pápaleiklutir, sum næstan ikki síggjast í nútíðar føroyskari framseting, og tað totalt serliga í skúlanum, ið vit her tó sluppu at síggja í førunum hjá Jóhonnu og Bjarka, ið aftur brilliérar við at vera hin yngsti hesuferð við "Hugsi bert um teg". Sum ein nýggjan bita, fingu vit eisini innlit í ræddarvenjingar við Súsonnu í fimleikahøllini.
Enn ein frálík spírasending úr Hoydølum, hesuferð drivin og borin fram av einum ríkari kensluregistari enn áður. Framúr avrik, sum leggur seg í kjalarvørrin á tankanum hjá amerikanska ummælaranum, Roger Ebert, um film sum fremstu empatimaskinu. So var liðugt og drúgva endaskeltið kann aftur avdúka, hvussu mong hava medvirkað í og lagt navn til upprunaføroysku framleiðsluna Hoydalar. Fin Ende Slut Liðugt.







Comments