Fyrsta eg hugsi, tá knappi vikutímin úr Hoydølum rennur undan er, at hetta er so gott, at man burdi drýggja tað. Lagt eina víku ímillum og endursent hina fyrru, ella okkurt annað. Hetta fer alt ov skjótt at verða burtur og liðugt, er mín fyrsti tanki, tá klokkan slær og eg síggi, at onnur sending er komin at endanum.
Eyðun Nolsøe var plátuskaldið og absolutti miðdepilin hjá ikki bara teim seks spírunum og sangstjørnunum, men eisini gittarleikaranum, Paula Reinert Poulsen, sum ordiliga traðkaði í karakter, og trummuleikaranum Vár Miðberg, sum eg frá sanginum hjá Filip um Trýssini í fyrstu sendingini enn eri púra bitin av. Nú slapp Pauli at kasta seg út í gittarljóð, sum púra egin í eina førinum nam við ótilgjørdu cool presisiónina hjá Robert Cray og í hinum førinum til spirituella latino spælið hjá Santana. Beint til okkara av nakna pallinum við heita ljósinum í Hoydølum.
Sangúrvalið, prátið millum tey og Eyðun, lýsandi portrettbrotini, ið kunnandi traðka burturúr, og so framhaldandi og sambindandi skiftini, sum bera okkum fram í skúlaskálanum, og eg longu nú í náðileysu framdriftini veit, fer at leiða til eitt óunniligt úrvalsavrik, sum plátuskaldið ikki sleppir undan at peika á. Júst hetta moment og avdúkandi forhondsumrøðan, hvør kjarnin og plátuskaldið er, hann ella hon, er tað prikið, ið fær plátuspælarin at snurra og gera seg út til í kvøld, at leggja sangir undir nálina.
Við plátuni
í búmerkinum ferðast vit gjøgnum tíð og rum at lenda á hesum palli, sum alt ov
leingi hevur staðið tómur og óbrúktur, og nú nærkast endanum á aðru sending av
fimm.
Man átti
at drýggja løtuna. Fyri alt í verðini drýggja upplivingina í Hoydølum. Tað man vera tekin um, at hava verða rivin við í hesi løtu, sending og framførslu, og nomið
við nakað guddómligt, sum bleiv elskað fram í rúminum, forloyst, og sent út til
okkara.
So nógvir
konstruktiónstankar um at ríva niður og byggja nýtt hava verið í umfari á hesum
stað, at eg má í ensku orðabókina at sláa upp eitt ítøkiliga byggjandi orð
fyri pillar, sum í berandi samleika, og finni súlu, stólpa og steyra.
Tað er
tað, henda onnur sending í røðini úr Hoydølum varð. Ein súla, stólpi og steyri
í konstruktiónini av tí heimliga miðlatilboðnum, sum bara er okkara, tá vit tendra fyri
Kringvarpinum. Og tað er ikki nothing. Takk fyri tað.
Varisliga
fyriboðanin um plátuskaldið í triðju sending var í føroyskum búnað, og Emma
nevndi avbjóðingina at raka hægstu tónarnar. Kanska er tað ein kvinna. Hetta
er spennandi sum ein krimirøð beint her hjá okkum.


Comments