Í morgun frættist í tíðindunum í Útvarpinum, at bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Marta Marta, er í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum er hin størsta á okkara leiðum. Til lukku við tí.
Lítið meir enn eitt ár er umliðið, síðan ein mentastovnur
bannaði hesa bók niður og norður, og føroyska deildin av einum tíggju millióna
felagsskapi klagaði avgerðina til avvarandi landstýrismann.
Hóast eg ikki veit, hvat bókmentunarliga úrvalsfólkið hevði
at velja í, má eg bara siga, at onkuntíð kemur útlandið okkum til hjálpar.
Ikki minst tá vit fara í biograf og síggja, hvør hevur stuðlað
filmsgerðini, so hon náddi fram til tín í seinasta biografinum í landinum. Ja,
seinasta biografinum í landinum.
Mentanarliga hongur ikki saman í hesum landinum.
Vit eru í einum valdysti til heimliga parlamentið, ja og tað
danska eisini, men enn havi eg ikki hoyrt mentan tikna uppá tungu nakra staðni.
Er tað trupult at skilja, so er at fara í biograf, og síggja
hvussu niðarlaga og smáar Føroyar eru, tá nøvnini á teimum, ið stuðla føroyskari
filmsgerð, koma fyri. Og aftur her hava vit fingið stóra útlendska virðisløn,
eins stóra og bókmentavirðislønin, sum, útlendsk, forstås, kom higar í fjør.
Størsti filmstuðul kemur úr landinum, vit vilja loysa okkum
frá, í hesum føri FilmFyn, og síðan frá Evropeiska Samveldinum, Creative
Europe, har vit ikki eru limir og aldri ætla at verða tað. Og føroyska
mentanarnevndin á tingi hevði herfyri ta margháttliga arrogantu avgerð, at
strika orðið biografur úr føroyskum lógarsmíði.
Lukkutíð hava vit Sjúrð, ið sum úlvur á skóg arbeiðir fyri
at fáa stuðul til film og annað mangt, sum ikki so mikið fæst til kjak hjá
politikarum her heima. Hann fær peningaliga stuðulin úr landinum, sum er
hundrað ferðir størri enn vit. Hundraðlandinum.
So leingi ongin annar her á landi ger hansara stríð óneyðugt, eri eg á hansara
síðu. Men listafólk skulu eisini fáa til dagin og vegin. Herheima.
Vónandi
eri tað ikki bara eg, ið havi ta fatan, at her hongur ikki saman á føroyska mentanarliga
økinum.

Comments