Komin aftur av feriu á okkara nýggju kanarisku suðurhavsoyggjum, har eg hoyrdi eitt norskt húski syngja arbeiðaraskaldið Aasen, sum Kurt Foss og Reidar Bøe gjørdu til útvarpsplátuna De nære ting í 1950, og Tummas Mikal Smith týddi til Nánd, mátti eg sanna, at her við ósan á Eystaruvág, savnast allir norðuratlantiskir havstreymar á borðinum í Roks.
Nú vetrarstongsulin er av, hevur Karin Visth, matstovuleiðari og sommelier í Roks og grannhúsinum Ræst, gjørt og sett saman ta nýggju skránna, ið hon serverar saman við Gretu úr Meksiko og Romano úr Filipsoyggjum.
Alt samalt borðreitt við grafiskum stíli hjá Tóroddi, ið vit síggja á matkorti, vínetikettum og í glas og rammu á søguligu bróstunum í Fútastovu, har niðurlendskar flísar í 350 ár hava prýtt kakkulovnin og verið karmur um elstu stovur og savningarmentan, vit enn kunnu njóta í høvuðsstaðnum, beint her heima í Havn.
- Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond, enn síggja tað vakra, sum er í nánd?
Fyrst kemur Greta við einum meksikanskum lingonberry kokkteyl, vínbláber, við heimligum grannsprota í glasinum, sum hevur eksotiskt sterkan krúddkant. Ein frálíkur boðberi um eina máltíð, sum á miðjari leið aftur fer at bera okkum heita angan av granni eitt hóskvøld úr Plantasjuni. Jú, sanniliga, vit eru heima, heima í Havn.
Á borðið kemur nú klassiski kipsrætturin úr heimligari toskaskræðu, broyskin, so tað knasar upp í heilan, og tú kanst dippa í bagna càuda kremið úr norðuritalska fjallalandinum. Afturvið er brúsandi sjampanja við spælandi fjallanavninum Enfant de la Montagne. Fjøllini reisa seg, perlandi, gresjandi, heimligt og samstundis eksotisk heilt út í havsbrúnna.
Romano, sum kom higar úr Filipsoyggjum í august, kemur inn við einum shellfish platter, borðiski við igulkeri við radisu, sum er súltað heilt úr Kina, ið fær meg at hugsa um kistuna úr kamfertræ, sum stendur í grannahúsinum, langskel við hvonn, ráum rækjum við sýru og heimligum sprotaspírum og jákupskel í brúnkaðum smørskúmi, so er klokkan komin runt. Vælsmakkandi og vakurt borðreitt, ella rættari pallsett og sett í senu, afturvið Riesling víni hjá Roks úr Württemberg, við markant reyðu etikettini hjá Tóroddi, sum ikki bara kínir gómanum, men eisini innandura grafikkinum. Himmalskt og heimligt.
Nú kemur torførasta orðið í skránni, chawanmushi, sum er japanskt og sipar til dampaðan eggjarætt undir loki í postalínskoppi, við brosknum turkaðum tara í øðu afturvið. Grafiskt flott, smakkfult, ein umamibumba, sum Karin av røttum sigur, og tá eg nevn, at nú hevði ein mildur snapsur verið góðar, er ikki meir enn hálvt talað orð, so stendur hann á borðinum, norðuratlantiskt akvavit úr hvonn og tara, frá Dániali og Boga í Vestmanna.
Kalvi er næstur á borðinum. Ráur, skorin í tunnar álir, mest sum gjøgnumskygdur, tá tú tekur hann upp á gaffilin, marineraður í rabarbuedikki, sum hevur ligið í tunnu síðan fyrrárið, og nú borðreiddur við bókhveiti, buckwheat, og ikki minst eysturríkskum rósuvíni við stuttliga navninum Kolfok. Leskiliga yndisligt og væl balanserað í øllum smakkholum, súrum og søtum, og eiggiligum grafiskum strukturi, nærmast filmiskum, tá tú hyggur gjøgnum kalvastykkini, og bráddliga verður smakksavbrotin av sterku meksikansku jalapenjos, ið liggja ovast omaná. Framúr smakkroynd og paring við rósuvíni.
Dampandi undir postalínsloki kemur Karin við hala av hummara, og anga uppvið av heitum granni, sum ein heitur plantasjusproti elvir til. Ein myrkabláur, samanrullaður lappi kemur háborðsliga inn á borðið, so nú skilst at fingrarnir skulu brúkast. Afturvið er albariño, galisiskt hvítvín.
Nú koma tengur og blonk potiamboð, so kirurgiski leikluturin við snjókrabba stendur fyri durum. Tað eydnast væl afturvið brioche breyði í karameliseraðum leyksmøri. Framúr at pota og bróta. Stuttligt at vera konkret operationellur, sum námsfrøðingarnir siga, og eta so fínan mat.
Aftaná hesa stuttilgu og ikki sørt familiéru felagsroynd í matstovuni, kemur ein nýggj koreansk avbjóðing, sum byggir á nakað so heimligt og heimkært sum visnaðan tosk, við grønkálskimchi av Sandi, salati úr Sandavági og sterkum gochugang, koreanskum kilikrúddi, sum ein nýggjur garnatálgsvariantur. At umseta og flyta garnatálg til altjóða marknaðin er ikki so lítið. Við útsikt til Kongabrúnna havi eg hug at rópa hurrá. Afturvið visnaða føroyska toskinum verður galisiskt hvítvín skonkt. So eru millum Biskaia og Finisterre.
Greta kemur nú
við pasta hon hevur gjørt, orecchiette, oyraformað pasta, við spennandi heimgjørdari
sós, rørd úr fiski og rækjum. Góð harmoni eftir visnaða toskin. Nú er vínið reytt og úr Bourgogne.
So er dessert við heimagjørdum kaffilikøri.
Karin
bjóðar niðurundir í søguliga vinkjallarin, har 2600 fløskur av besta slag,
summar við ómetaligum virði, eru. Nakað er frá Koks tíðini í 2008 og síðan frá,
tá Karin tók við í 2013. Kjallarin er millum bestu í Evropa við víni úr okkara
heimsparti, og helst er hetta størsta norðurevropeiska savn av sveisiskum víni,
sigur Karin, sum er hagani, men býr á Velbastað. Vit hava beinleiðis sambond
við vínbøndir, og ein teirra hevur skonkt hjá okkum, og systir hansara hevur
verið tænari hjá okkum. Og so eru vit umboð fyri Château d'Yquem.
Eg takki
fyri, ikki minst Rodmundi og Eyð, sum við grannaborðið gjørdi okkum løtuna
hugvekjandi stuttliga. Tað er sum í endasetningin í Casablanca, tá Humphrey
Bogart sum Rick Blaine sigur við Louis: "I think this is the beginning of
a beautiful friendship".
So er. Bráðið og brosið er allur munurin. Manga takk.
Og nú ljóðar Nánd aftur í tí fjara við ósan heima í Havn.




















Comments