Skip to main content

Á ferð inn í vitlíki

 

Philip Róin er í Kina og kannar í nýggjasta parti vitlíki við innlitsfullum denti á einsemi og sexdukkur, sum fáa folk at kenna seg trygg, tí tey vilja knýta seg at einum individi, sum ikki er har. Sendingarnar eru í DR.

Veruleikin í fólkaríka landinum, sum í tali kappast við India, er, at ein triðingur av teim tilkomnu í Kina búgva einsamøll, og øll, bæði ung og gomul, eru í sendingini samd um, at fortíðin var nakað lort, og tí fevna tey allari nýggjari tøkni og ynskja henni vælkomnari. Á øllum økjum. Og oftast rættuliga fjart frá okkum og okkara nyttuhugsan, sum enn ongan politikk hava á økinum vitlíki.

Í væl fyrireikaðu sendingunum hjá Philip úr Kina, nemur hann nú bókstaviliga við dukkur í einum kinesiskum sexídnaði, sum eins og amerikanski krígsídnaðurin, ið eigur helvtina av heimsins vápnasølu, skapar okkara gerandisdag. Ger tøknina lagaligari og gevur okkum eina kenslu av at verða minni einsamøll, enn vit eru. Kríggj og porno. Tað eru óunniligu tættirnir, sum tryggja okkara samfelagsliga framburð.

Nógv er hent, síðan íslendska Marel um aldarskiftið og við føroyskum vektum á framsýningini "Hunters of the North" fortaldi okkum um ómannaða flakavirkið. Í einum samhaldsføstum karmi at flyta menniskju frá tí arbeiði, maskinur kunnu gera. Tað er framburðurin og ítøkiliga nyttan í gransking og ídni. Men enn er einki hent hjá okkum. Her er tað øvut á flakavirkisøkinum. Har lata vit manuella arbeiðaranum stuðul fyri arbeiði, sum kortini ikki er.

Í samgonguskjalinum sá eg um dagarnar, at vitlíkið varð nevnt í eini grein á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Men hvar finni eg skjalið aftur í dag? Eftir at hava leitað uppi og niðri, gevi eg upp og spyrji Copilot hjá Microsoft. Tað er mítt egna keypta vitlíki á telduni, sum eg havi givið innlit í mína skriving, og dugir so fyrimyndarliga væl føroyskt, og altíð endar við at gera uppskot til eina poetiska útvarpssending, uttan at eg spurdi um tað. Ja, hvør Copilot vending er sum tikin úr mínum egna brósti. Eg kann bara nikka. Er Facebook eitt ekkókamar, so er vitlíki í fyrsta føri eitt samfelt afturljóð, har allir mínir spurningar verða svaraðir og vendir aftur til mín sjálvs úr mínum egnu orðum, sum longu eru á netinum. Snøgt, vinarligt og altíð fyri at gera meg nøgdan. Er tað ikki lebenhaft fantastiskt at tryggja sær eitt útsýni, sum er títt og aldri broytist? At promta, birta, og fáa alt at ljóða sum títt egna onduleraða úttrykk? Kløkkur heldur enn nøgdur, má eg sanna, at sum tú spyrt, fært tú svar. Og jú, nú finni eg skjalið á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum, ið vísir til KVF-greinina, sum eg ikki fann aftur. Her var hon.

Undir vinnumálum í samgonguskjalinum verður rættuliga grundleggjandi og mest sum samhaldsfast sagt:

- Vit skulu gera ein politikk innan fyri vitlíki, ið skal vera við til at menna samfelagið, tryggja kappingarførið hjá Føroyum og gerast ein drívmegi fyri vøkstri í samfelagnum.

Hetta bendir á, at vinnan er tikin í eið og hevur verið við til at orða setningin um vitlíki.

Seinna førið, vitlíkið verður nevnt, er undir barna- og ungdómsmálum, har sagt verður, hvat tann geirin heldur, at vitlíki kann brúkast til:

- Stórir møguleikar eru í talgilding og vitlíki, men tað hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí skulu vit hava eina ætlan hesum viðvíkjandi, serliga innan fyri námsætlanir og próvtøkuhættir. 

Námsætlanir og próvtøkuhættir. Nýggjasta uppfinnilsi og heimsins størsta hóttan á øllum økjum verður av føroysku intelegensiani sett til skemahugsan í forhond og eftirlit í eftirhond. Dekan og fátæksligt og í mínum eygum einki uttan innannøring og forðan fyri at falda hetta avbjóðandi evnið, vitlíki, út fyri almenninginum, so tænastur verða betri og lagaligari á øllum borgaravendum økjum.

Kenni fólk, sum arbeiða innan henda sektorin, men fái meg illa at hugsa, at teirra tankar um vitlíki kunnu fellast niður í hesi bæði skúlastirdu og innvendu orðini, námsætlanir og próvtøkuhættir.

Vit eru ikki í tryggum hondum, tá umræður vitlíki í einum føroyskum konteksti.

Kanska hevur einmansfyritøkan, Vitlíkisstovan, breiðari og betri rótfestar tankar um dygdir og avbjóðingar við vitlíki, har borgarin er í miðdeplinum, nú og komandi:

Tað kennist, sum at restin av heiminum longu fyrireikar seg til eina vitlíkiskollvelting, meðan føroyska kjakið enn er upptikið av at gera av, um evnið yvirhøvur er vert at taka í álvara. Tað ger føroyska kjakið fátæksligt, tí tað er so óbúgvið, bæði politiskt og alment. Tað er sjálvandi ikki ein góð støða at vera í, tá ið ein so umfatandi umskapan er farin í gongd, sigur Gunnleygur Clementsen.

- Og tað lítla, sum verður gjørt í Føroyum, endar altíð hjá KT. Harvið verður vitlíki gjørt til ein spurning um skipanir og effektivisering, hóast teir størstu spurningarnir eru menniskjaligir, mentanarligir og samfelagsligir. Hetta eru spurningar, sum KT-fólk helst eru tey seinastu, vit vilja hava at svara fyri okkum øll.

Eitt sunt kjak eigur at snúgva seg um, hvussu vit vilja liva, arbeiða, læra og samskifta í einum samfelagi, har teldurnar nú eru farnar at tosa og skilja mannamál. Og politikarar eiga at vísa, at tey vilja brúka tíð upp á hesi mál, tí tað lærir restina av samfelagnum at gera tað sama.

Við ovurstórum møguleikum og líka stórum vandum, hava vit ikki ráð til bara at vera áskoðarar. Um vit vilja fáa sum mest burtur úr vitlíki og halda tí ringasta fyri durum, mugu øll, sum megna tað, vera við at stýra menningini. 

Men tað krevur, at onkur vísir veg, og í løtuni eru vitarnir sløktir, sigur Gunnleygur Clementsen frá Vitlíkisstovuni.

Eg kundi ikki verið meira samdur!

Comments