Sangarin, Pete Parkkonen, og klassiski violinspælarin, Linda Lampenius, umboða Finnland í Eurovision sangkappingini í ár við sanginum 'Liekinheitin', sum merkir eldvarpari
Árliga Eurovision Song Contest, sum hesuferð er í
eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, fyllir ikki bara hálvfjerðs ár, men er eisini
heimsins størsta afturvendandi sjónvarpssjov.
Sjovið er í allar mátar second to none. Akrobatarnir, ið
taka yvir í fyrru hálvfinalu, og undirhaldsvirðið í kvisskapping millum fremmand
frásøgufólk á staðnum.
Og so fyrst og fremst báðir spikararnir á pallinum og danski
Ole Tøpholm í mikrofonini til okkum í Føroyum, tí vit í ár duga ikki betur. Einaferð
var Gunnar Nolsøe í hesum leikluti, sum hann megnaði til fulnar.
Sjálvspeiandi kvinnuligi spikarin bjóðar saman við
medvertinum einum avstralskum sangara á pallin. Tey tosa um munin á Austria og
Australia, sum í enskttalandi miðlaheiminum kunnu verða mistikin fyri at verða
tað sama. Nei, sigur hon og
tekur niður eftir egnum serstakliga prangandi bróstum. - Har er flatt og turt,
sigur hon og gongur ertandi avstað. Eg trúgvi ikki mínum eygum, at tú so
sarkastiskt undirhaldandi kanst avlevera eina so effektiva punchline, uttan at
eg havi orsøk at kalla hana sexistiska. Í so fall var tað bara móti sær
sjálvari.
Og á Facebook rópa ísraelsvinir hart um boykottið av Ísrael
og hava útgreinaðar loysnir, hvussu tú, sum ert kallaður av Ísrael, kanst
atkvøða fyri Ísrael og ongum øðrum. Hetta er sum rúsevnamisnýtarar, ið bara
hava eygað fyri einum. Rúsevnakelduni í ekkókamarinum.
Fyrst fyri í byrjanini síggja vit sum vanligt er søgulig
flash backs til fyrstu vinnandi sangir á ymsu málunum. Er hetta í miðlahøpi
nakað av handahógvi merkt, so er tann parturin av innganginum, sum samstundis sýnir
tveir menn í heimasofuni, og sum árini ganga, leggja armin um økslina á hinum
manninum, og so er vupti annar vekk og burtur, eitt forteljaragreb sum ikki er
av handahógvi merkt. Tað er ein indikatión av ítalusetta viðhaldsskaranum,
samkyndir menn, sum natúrliga eldast við tíðini.
Og so er tað aftur inklusjónin av landinum Ísrael, ið eisini
passar sum fótur í hosu til homofilu inklusiónina í Eurovision, sum ger øll
fegin, uttan tey, sum halda við Palestina og serliga eru ímóti bevísiliga
fólkadrápinum í Gaza. Grannalandið Ísland hevur saman við øðrum EBU londum, ið
eiga og skipa fyri kappingini, tikið seg úr henni, songkappingini, men ikki
meir enn so, at tey kortini senda hana sum eina servis til íslendska borgaran. Tað er at gardera seg í
uppáklistraða meiningsdannilsinum har eingin meining er longri enn til næsta
reklamubrot.
Í Eurovision
sangkappingini møtast allir heimsins streymar, sum í 70 ár hava fagnað
evropeiskum poppi á móðurmálinum, og seinastu áratíggju hava eydnast at seta
samkyndan livihátt og samleika so ovarlaga á breddan, at alt sjovið verður ein
fest fyri samkyndleika.
Ímeðan
síggi eg, at fyrrverandi tingformaður er farin í hernað móti, ja gevur harðliga
ilt av sær, at orðið kvinna nú skal brúkast í føroyska tinginum. Tað er líkasum
eisini eitt ting, at verða so í andstøðu, at tú som en røst fra graven og uttan
at gáa um tað, tryggjar tær eitt pláss í definitiónini av áskoðarunum í
heimsins stórsta sjónvarpssjovi. Tú veitst bara ikki av tí, tí tú kemur ikki
útum tín egna tulkingarskara.
Sum
tiltakið fer um skermin, hin danska væl at merkja, tí hin føroyski er ikki
komin úr skápinum í ár, so gongur upp fyri mær, at sjovið heldur lív í
beinleiðis sjónvarpi, sum millum egosentriskar sosialmiðlar til egin eygu og
oyru einans, dyrkar ein fjølmiðil, sum ger hol í sjógv, miðlar til fjøldina, og
setur ein hugbindandi dagsordan, og ikki bara er ein einstaklingamiðil, ið
kontradiktiskt kallar seg ein sosialan miðil. Eurovision er eitt benchmark,
eitt mát og statement, fyri hvat ein miðil er, hvussu hann kann fyllast við
innihaldi, sum virðir og rakar samtíðina, í passandi løtum við ágangandi
sjálvspeii, meðan talt verður upp í juridisku jungluni, sum er hin seinasta at
duga miðling í okkara mentan, so torskild tey duga at gera tey einfaldastu
viðurskifti.
Men eftir stendur, at Ísrael og homo, eru lívsseigastu søluvirði,
brands, og stórstu attraktiónir í okkara tíð. Ikki tí, tað havi eg uppdagað
fyri árum síðan, tá ísraelski sendiharrin vísti The Cakemaker og Red Cow í
Filmsfelagnum. Góðir og týdningarmiklir fyri ikki at siga neyðugir filmar. Men
skýggjar tú samkyndan livihátt, so skalt tú nokk hyggja aðrar vegir, enn til
Ísraels, ella revurdera og nýhugsa títt innara gjeikarasýni uppá tað landið,
vápnaídnað og krígsførslu.
Av teim fimtan sangunum fyrsta kvøldið, dámdi mær best Finnland við standhaftiga klassiska violinspælaranum Lindu Lampenius, síðan Italia, sum er tryggjað eitt pláss í endaumfarinum, við Elvis lookalike, Sal da Vinci, sum nostalgist kann fevna allar croonarar av Miðjararhavsleiðini og Iglesias eisini, og so pólska powerhouse sangarinnuna, Alicja, við svarta harlem gospel sanginum Pray. Eitt sterkt úttrykk mitt í vilsta Evropa. Og so hevði Portugal ein vakurt harmoniskan boyband sang av tí fittasta slagnum. Men fremst í kvøld vóru tey bæði úr Finnlandi Linda Lampenius og Pete Parkkonen.
Vitlíki, sum eg altíð havi við hond sum ein siropshund,
sigur, at Finnland fer at vinna, teimum næst verður Danmark og síðan
Grikkaland.
Forsagnir um ókomnar
sjónir kunnu verða svikaligar. Men tað tekur einki frá undirhaldinum, sum uttan
síðustykki er best, tá Eurovison sangkappingin fer um skermin.
Let the best man
win, sum kvinnan úr Svøríki sang í Náttarravnskappingini í hálvfemsunum.



Comments