Skip to main content

Fullsett flogfar til Bilbao - næsta ár helst Montenegro

Farna vikuskiftið og reiðiliga tað var eg á fimm daga ferð í Bilbao, sum Herleif Hammer og Anna Djurhuus skipaðu fyri við fulsettum flogfari hjá Atlantsflogi beinleiðis til baskiska høvuðsstaðin, útferðum til San Sebastian, Gernika og vitjan á Guggenheim savninum.

- Túrarnir byrjaðu fyri mongum árum síðan sum forvitnisligir starvsfólkatúrar fyri miðnámsskúlalærarar í Føroyum, kanska serliga í Hoydølum, siga tey bæði, og leggja afturat, at fremsti tankin var, at vitja spennandi støð, ið vit vanliga ikki hugsa um sum fyrsta ferðamál, tá vit sjálvi ferðast.

- Konseptið er, at tá fólk koma fram, so eru tey uppá egin hond, tí talan er ikki um ein chartertúr, hóast vit skipað fyri einstøkum útferðum, sum fólk sjálvboðin kunnu tekna seg til. Við einum tílikum leigutúri beint úr Føroyum ber til at koma ómakaleyst og skjótt til ferðamálið, siga Anna, sum mest stendur fyri tí logistiska og Herleif, ið mest stendur fyri tí søguliga.

- Hóast ferðirnar ikki longur venda sær til nakran einstakan bólk, so er endamálið framvegis tað sama. Hetta er eitt non-profit átak, har vit finna ferðamálið, sum vanliga er ein spennandi býur, har økið uttanum letur upp fyri spennandi upplivingum.

Hvar vilja tit leggja tykkum á marknaðin, og hvussu vilja tit verða fataði millum onnur, ið bjóða so nógvum fólkum ein leigutúr?

- Kanska eitt sindur løgið í hesum sambandi, at tosa um ein marknað, tí hetta verður bert fyriskipað av áhuga. Men tey fólkini, sum ganga aftur á ferðunum, eru generelt søgu- og mentanaráhugað fólk. Tey eru úr øllum aldurs- og samfelagsbólkum, tey ferðast sum einstaklingar, pør og í smærri bólkum, men ein stórur partur er pensjónistar. Vit vóna, at fólk eru samd við okkum, tá vit halda, at vit gera hetta fyri egnan stuttleika og egin upplivilsi, sigur Anna.

Hvørji krøv seta tit til ferðamálið?

- Vit hava eina røð av býum, sum vit droyma um at vitja, siga tey bæði og nevna tríggjar, kanska fýra, grundleggjandi treytir:

Fyrsta er ein hóskandi flogvøllur, sum skal vera nærhendis. Viðhvørt er tað ein trupulleiki, at breytirnar eru ov stuttar, sum vit hava upplivað úti á ymiskum oyggjum, men eisini í Vesturfraklandi og í Bretlandi.

Í øðrum lagi er tað ein treyt, at hóskandi hotel eru tøk, og at tey vilja reserverað til ein so stóran bólk sum okkara. Endaliga skulu hotellini vera hampuliga miðskeiðis í býnum, vit vitja.

Í triða lagi skal býurin, vit vitja, vera søguliga og mentanarliga spennandi, og helst skal eins spennandi arkitekturur vera at síggja. Harafturat skulu hóskilig ferðamál vera í økinum, so til ber at gera spennandi útferðir.

Í fjórða lagi er tað sjálvandi prísurin, ið eisini er avgerandi.

Er nakað, sum er serliga væleydnað, kanska onkur serliga stuttlig hending?

- Eitt er at ferðamálið er gott, og at fyriskipanin er í lagi. Men tað sum hóvar fólki best, er tann óformelli mátin, man ferðast uppá. Av tí at ferðalagið er so stórt, eru fleiri fólk við, ein ikki kennir, ella kanska ikki hittir so oftani. Hetta ger konseptið stuttligt og sosialt, halda Anna og Herleif, og nevna eitt dømi.

- Vit kunnu taka ferðina til Rumenia, sum eitt serliga áhugavert dømi. Fólk kendu lítið til Rumenia frammanundan, og her hittu vit eina heilt aðra mentan. Alt var øðrvísi - matur, drekka, málið og so sjálvandi fólkið, sum vísti seg at verða bæði blíð og fitt. Tá høvdu vit fingið góða hjálp frá einum rumena, sum býr í Føroyum. Uttan hesa hjálp hevði verið torført at skipað fyri, tí alt virkar øðrvísið í Rumenia.

Ber til at avdúka nakað um næsta ferðamál?

- Hugt verður eftir fleiri býum, sum til dømis Wien, Tirana og býum í Montenegro. Akkurát hvat tað endar við, vilja fyrireikingarnar vísa, sigur Anna.


Fyrsta, eg varnist, tá vit árla á morgni skriva okkum inn á flogvøllinum í Vágum, er navnið á býnum, vit hava sett okkum sum mál í fimm dagar, Bilbao, ið er høvuðstaðurin í landslutinum Bizkaia, í baskiska landslutinum har norðuri í Spania, har 350.000 fólk búgva í sjálvum býnum, ið sum ferðamál ber gandakendað navnið BIO.

Fýrastjørnaða hotellið, Ercilla, er mitt í býnum við terassu á tekjuni. Á busstúrinum koyrdu vit framvið Guggenheimsavninum, sum av brúnni, hesa fyrstu ferð eg sá arkitektoniska meistaraverkið hjá kanadisk-amerikanska Frank Owen Gehry frá 1997, kveikti eitt kinomatografiskt snarljós aftur til Paula í Leikhús Bio og japansku samurai-stríðsmennirnar hjá Kurosawa, Kagemusha og teir, sum í tungari brynju berjast móti skuggum, har brynjan í eini knappari vend bara kundi opnast fyri eyguni. Hetta gloppið sá eg eitt ørstutt sekund fyri mær, meðan vit koyrdu eftir brúnni inn í býin fram við níggju metur høga eiturkoppinum, Maman, ið fransk-amerikanska Louise Bourgeois arbeiddi terapeutiskt við í mong ár á markinum millum surrealismu og feminismu, og í kærleika ognaði mammuni, sum heitið beindir á. Guggenheim er eitt av átta støðum har risastóri eiturkoppurin við fjaldum eggum og eginleikum er reistur í øllum sínum veldi. Stórbært, eisini tá eitt stroyggj av vætu verður varpað yvir afrikanskar gøtuseljarar, so teir nýkomnir til Evropa ikki smella, og okkum púra vanligu vitjandi norðan úr Atlantico Norte, sum er komin at vitja í heitu Biskaiavíkini.


Bretski Anish Kapoor, sum er føddur í India, hevur gjørt tær 73 spegilsblanku stálkúlurnar, sum raka trettan metur upp, har tær standa. Tú kanst fáa tær sum dagdvølju, byggisett, sum terningurin hjá Rubik.

Heima er ikki tann dagur, at skúlafólk illneitast inn á børn, ið ikki fáast at sleppa skíggjanum og tølandi telduspølum. Bókstavatrúgvur, tvíheldur skúlin um, at alt digitalt er av tí ónda. Í dag, nú eg royni at innikapsla Guggenheim savnið í eini einsamallari og reindyrkaðari myndatøku av vakrasta bygningsverki, eg havi sæð, sleppi eg ikki undan at senda eina illbøn til teir vaksnu skíggjabundnu grafikarar og skeltimálarar, sum partú skulu siga okkum, at her inni og tað beint nú, er eingin annar enn amerikanska Ruth Asawa, sum var av japanskari ætt. Gangi av fanan til við tykkum og latið meg fáa eina reina mynd uttan billboard. Tit dálka estetiska rúmið. Í okkara skúlabókum er lítið kent til tann partin av amerikansku søguni, har fólk sum Asawa, íð vóru av japanskari ætt, vórðu tvangsflutt og sett í savningarlegur, concentration camps, eftir Pearl Harbour fyri jól í 1941. Havi verið í Manzanar undir Sierra Nevada fjøllum og møtt japanarum har. Ein syndarliga ósøgd søga.

Eitt er at síggja Jean-Michel Basquiat, sum er ein teirra mongu, ið doyði bara 27 ára gamal, men fyrst fyri er massiva og túsund tons tunga framsýningin hjá Richard Serra The Matter of Time í átta corten stál ellipsum, so risastórar, at børn renna og gera stuttlig ljóð, at vita um tey finna resonansin, afturljóðið. Meðan eg gangandi brummi djúpt og geri harðar títlingabrestir, møti eg einum ungdómskóri úr Barcelona, sum skal hava konsert seinrapartin. Tað er ikki óstuttligt at ganga seg inn í spontanar resonansroyndir inni á botni í slanguskapta verkinum hjá amerikanska Serra.



Í túninum er trettan metur høgi Tintin terrier hundurin, Puppy, sum enn ein pop art amerikanari, Jeff Koons, hevur gjørt úr blómum. Hugtakandi undir bláum himni, men fær meg at undrast á smala úrvalið av listafólki, sum eg longu fleiri ferðir frammanundan havi sæð á flestu amerikansku stórsøvnum. Her er nógv av popart og nógv av amerikanskum uppruna úr einum smølum tíðarskeiði og úttrykki, sum tilsamans styrkir um spennandi bygningin, ið allarstaðir, hvagani tú so hyggur, letur seg upp sum ein katedralisk konstruktión.



Men umframt fotostuttliga banalitets hundin hjá Jeff Koons, har var hann aftur, eisini á stórvegginum aftanfyri, eru spennandi evropeisk frábrigdi sum franski Yves Klein í søguliga bláum bodypaint, eysturríkska Martha Jungwirth, sum eg sleppi eini konu í grønum vesti inn í, týski villmaðurin George Baselitz, ið vendir Stalin og Lacan á høvdið, og ein gróðursett og framtíðarfevnandi suðurafrikansk kano, Grains of Paradise, sum lutfalsliga unga Sumayya Vally úr Pretoria hevur gjørt út, fullfermd við framtíðarvónum.






Ert tú í Biskaiavíkini, og fert út at eta, slepst ikki undan bacalao, saltfiski, ella turkaðum saltfiski, klippfiski, sum eisini smakkar væl vátsaltaður, um konsistens og fastleika í meir ella minni útvaðnaða reint hvíta kjøtinum, og so ódeyðiligu søgunum av Tvøroyri um Sjóløvuna fyri meir enn hundrað árum síðan, og Otariu eisini. Setti mær fyri at royna bacalo í lokalum stíli á tveimum matstovum, sum hava tað fyri at borðreiða við tveimum toskastykkjum á sama borðiski, annað við frámerkinum bacalao pil pil, sum sipar til baskiska og andalusiska mátan at steikja og so sósina, sum tey lata renna ríkiliga omanyvir, og so bacalao a la Vizcaína, sum er stroytt við ríkiligt av reyðari paprikasós. Nú er tað soleiðis, at eg eri ikki tann stóri sósa elskarin, tí mær dámar best at síggja tað, eg eti, sum á báðum fiskamyndunum niðanfyri. Eyguni eru fyrsti mátistokkur og smakksansur. Hvat fjalir seg undir, vil eg sjálvur sleppa at bestemma. Eingin máltíð skal koma til mín, fødd í sós úr køkinum. So er tað saltfiskasmakkurin, sum vit ganga so høgt uppí í føroyskum práti. Í eina førinum er hann úr Føroyum, men hann er so nógv útvatnaður, at stoytir tú ikki salt á bitan, so smakkar hann ikki av salti, hvussu gott og hvítt sjálvt kjøtið er. Tað er sum matstovur eru blivnar bangar at borðreiða nær í námindi av ramsaltaðum bankatoski, sum mær dámar best, og eg vil pástanda er, ella eigur at vera, okkara lívsseigasta brand bara fyri sertifiseraðar skiparar at veiða til avtalaðar matstovur.







Uppá egin hond fara vit úr Bilbao ein góðan tíma í bussi gjøgnum teir fagrastu grønu dalar til sólskinsbýin, San Sebastian, sum á baskiskum ber navnið Donostia.






Hóast ETA, Palestina og Norðurírland ikki standa í okkara ferðaætlan, renna vit okkum skjótt í eina gøtu í gamla býarpartinum, har alt, sum langt síðan er lagt undir lok, er við sít fríska kollveltingarlív. Frá 25 kubanskum sigarum fyri 35túsund krónur, ið eg keypti fyri tólvhundrað krónur heima í Havanna næstsíðstu jól. Kapitalakkumulatión er eitt løgið fyribrigdi.






Her eru baskisku smárættirnir, pintxos, at fáa sum tapas á hvørjum horni, serliga við brislingi og ansjós við olivin og hvítleyki, sum gagnast mær væl, ikki minst aftur við sangria, tá hon, sangria, er bryggja av einslistum í samljóð millum teir, sum er báðumegin diskin.




Baskaralandið er í mínum eygum eitt veldugt ferðamál hjá føroyingum, ikki bara av sentimentalum hundrað ára gomlum saltfiskaávum, ið treingja til at verða dagførdar, í hvussu er til mín, í hesum føri kanska nakað villa smakkkrav, men sanniliga fyri søguna, málið og mentanina, sum er í toskinum og søgunum hjá Matt Kurlansky, ið tvinna okkum saman.

Mær dámar so stak væl henda máta at ferðast uppá, at eg himprist ikki, at melda meg til, tá kunngjørt verður, hvar leiðin í ferðalagnum hjá Onnu og Herleif gongur næsta ár, kanska burtur um Bláfjøll til Svartfjallaland. Takk fyri góða ferð, øll, sum vóru við og søgdu góðar søgur, og tit bæði, sum her eru avmyndað í barrini á hotellinum Ercilla seinasta kvøldið í Bilbao.

Comments