Skip to main content

Krimi í Norðurlondum

Íborið í krimi er, at hon ongantíð endar, krimisøgan. Tí er hon sum skræddarseymað til sjónvarpsrøðir. Røðir, sum fáa teg at sperra eyguni upp og mest sum missa málið í undran, tí hetta hevði eg ikki sæð fyrr. Til dømis eitt kvinnulík í madrassuni í eini norskari vatnsong. Myndamál, sum lag fyri lag, dregur teg inn í eina dreparasøgu, sum Harry Hole hevur fingið snevilin av, hóast hann er so dysfunktionellur, sum ein maður kann blíva, og næsti medarbeiðari er størsti fíggindi. Vit eru í Oslo og aldri áður havi eg sæð tann býin so sannførandi verða ein nýskapandi fiktiónskarmur um eina nútíðar krimisøgu í einum stílistiskum og gulskitnum forteljaragrebi millum Forbrydelsens Element hjá Lars von Trier úr Danmark og amerikansku dreparasøgurnar hjá David Fincher, har religiøsar dogmur liggja aftanfyri drápsmálini, sum bera brá av kynsligari misnýtslu á barnaheimum, men verða framd eftir eini óútgrundiliga djevulskari skipan. Jo Nesbø hevur skrivað og medvirka í at flyta søguna um Harry Hole djúpt og trygt inn í eitt harðrent filmsmál, ið hevur ótryggleika sum grundtema. Onkur, ið er javngamal við meg, man hava valt tónleikin, so sum Warren Zevon, tí hetta er alt tónleikur eg sjálvur havi lurtað eftir alt mítt lív, og sum illustrativt verður vovin inn í søguna úr Oslo. Vágar tú tær at hyggja, so sært tú ítøkiliga hvussu høgt filmslistarliga úttrykkið krimi hevur ment seg á filmi í Norðurlondum. Eitt stórbýar visuelt festfýrverkarí, sum í løgum er so fleirmettað, at tú mást dosera inntøkuna, ið fevnir um níggju partar, frá knøppum til heilan tíma hvør. Røðin sæst á Netflix.

Netflix bjóðar eisini nýtt framhald av danska Kastanjemanden hjá Søren Svejstrup, nú við ófrættakenda undirheitinum Tælle til en, tælle til to. Barnarímur og religiøs ritual hava altíð givið ein effektivan óhugna á filmi, tá tú í fjaru donsku skógini hoyrir ein farra av kastanju ella kastanjett rútmuni sum eina ávarandi og tó ófrávíkilig fráboðan, sum ikki slepst undan, og so sjálva ramsuna tá ógerðin er í gongd. Og tað slær heldur ikki feil í hesi nýggju røð, sum er í seks pørtum, ein tíma hvør. Eg hugdi heilt til endans, so fangandi er dynamikkurin og frásagnartráðurin. Mikkel Boe Følsgaard er ósannlíki krimigranskarin, komin úr stóra Haag til provinsiella heimstaðin, sum forvirraður og við lítlum trúvirði veksur við uppgávuni og verður hin altavgerandi, tá samstarvsfelagar sum Danica Curcic púra ómotiverað fella frá, og Katinka Lærke Petersen bara soleiðis og nokkso óforloyst tekur yvir. Sofie Gråbøl er gjøgnumgangandi og mest sannførandi kvinnuligi leikarin rakt av sorg, so alt tekur støði í teirri hendingini, sum higartil ikki er avdúkað. Tað ger hana mest sannførandi. Filmiska frásøgumálið er ov nógv merkt av amerikanskum og eitt sindur slitum filmum sum I Know What You Did Last Summer.

Danska konan hjá Benedikt Erlingsson í Reykjavík byrjar sum ein krimi, men fer yvir í kola svarta satiru, sum eg aldri havi sæð áður. Á sama hátt sum í markleysa umhvørvisfilminum Kona fer í stríð, lýsir hann eina kvinnu, dreparasoldáturin Trine Dyrholm, ið hevur alla danskheit, sum til er, niðurpakkaða og førd við sær í fastlæsta kuffertinum, nú hon hevur flutt til Íslands at búgva í einum íbúðarhúsum í Reykjavík, og ikki vil sleppa hennara danskheit og krevur at øll snakka danskt, tí tað hava tey lært í sjey ár. Ein fyrilitarleys søga um nýkolonialismu, sum eg øtist yvir, so politiskt ókorrekt er hon. Deiliga forloysandi. Hevði ein føroyingur vágað sær at sagt hesa søgu, so varð hann húðflettur og kjølhálaður. Tí eri eg takksamur fyri at ein íslendingur, sum er hægri á hesum søgustiganum enn vit, leggur hesa framsøgn á blik, so vit øll kunnu øtast og grína um spillivandi nýkolonialismu í okkara danska heimsparti av alheiminum. Tær seks røðirnar við Donsku Konuni síggjast ókeypis og við donskum teksti, mind you, á heimasíðuni hjá DR og originalt á RÚV.

Í áttanda parti av Selfie satiruni hjá Gorm Just síggja vit Jákup Dahl og Eir í Ólavsstovu í tólv minuttir. Setting er ein kjallari, gulbrúnur sum hjá 70 ára gamla meistaranum Trier, har PauliE er innilæstur, niðurbundin og drøggaður. Kvinnan í rúminum hevur tikið hann undir heitinum Misery, so vit ikki gloyma Stephen King. Øll atgongd til tøkni og battarí tykjast útbrend, hennari einasti útfararvegur úr kjallaranum er Gekkurin, umframt hurðargloppið. Cheek in tongue skolar surf tónleikur upp at søgugongdini, sum førir okkum inn í føroyska frábrigdið av kjallaraeksistensinum í suðurkoreanska Parasite. Hetta er eins brilliant og tað er ein non chalant sjónvarpsframleiðsla beint her hjá okkum. Einmansherurin Gorm Just er framúr. Røðin Selfie sæst ókeypis á heimasíðuni hjá KVF.

Norðurlendskur filmur hevur tað gott.

Comments