Skip to main content

Havnin grønur býur

Fáir dagar eru síðan kavi lá. Nú er ferða- og summarmánaðurin av øllum byrjaður. Burt er kavi og brúnkargi liturin á bønum. Hiti er komin í slavnu luftina og nú spríkir alt upp í berari grønsku. Mettað gras, ið stendur við, til sligið verður um ólavsøkuleitið, tá sevjugrønskan kann fara úti í tað bláa og skapa blágrønsku. Litirnir í lendinum eru vaknaðir, til teir aftur sovna, og tað gongur hin vegin.

Á tí meira ítøkiliga pláninum ganga vit undan í eini heiðurligari roynd at prýða veggir í býnum, meðan mandiga mannskapið við arbeiðstakarum bæði innanfyri og uttanfyri fólkaræðisliga valdu borðini, laga og avlaga veggir, prýða og misprýða miðbýin, so eg fái ilt í estetisku sálina.

Størsti bati, eg hómi í leysgivna summarhitanum, nú mjørkin hvarv, og tað sæst at binda lissurnar, sum ein tingmaður segði, er nettupp niðari endin á Tinghúsvegnum. Har er tann størsta verkætlanin at prýða um plágaða miðbýin.

Í øðrum borðinum er tað sjálvt parlamentið, ið langt síðan hevur mist skelina og vónandi ikki nývunnu sálina við ungum monnum, ja monnum, ið bara snakka um gomul ting, sum matriklar og vegastubbar. Á tingi verður ellin varandi.

Hinumegin hevur ivaleyst elsti felagsskapur av monnum tikið seg saman og er farin at prýða mest ábæra vegg í miðbýnum.

Og á hesum staði ikki eitt orð um miðbýin, serliga niðri í Fransabrekkuni, har forfallið sumstaðni er so markant, at eg vil kalla tað slum, óansæð, hvat verður málað á ytri veggirnar. Veggjamálningar krevja eitt stabilt grafiskt úttrykk, skulu teir fungera og vibrera í umhvørvinum, haldi eg. Annars verða teir bara enn skurvutari enn tað, sum frammanundan longu var har á skurvuta flatanum, tí forfallið forðar fyri einum perspektivi.

Men niðri í Vágsbotni, innanfyri Impo, er Sirkus strikað og Miðlahúsið hevur fingið navnið Örkin við ælabogalittum LGBT-litum heilt út í gluggarnar. Tað er ein litføgur broyting, sum eg í summarløtuni tyggi, sodni og undrist yvir, meðan ein pólskur ferðabólkur, sum telur átta, fer framvið og setur seg í egna bussin á Skálatrøð. Við summarinum er sjálvstýrarin settur í gongd. Tað hevur ongantíð verið týðuligari enn nú.

Comments